Samstundis sum ES skipar fyri einum tiltaki fyri og øðrum eftir fyri at fáa fólk at roykja minni, letur samveldið tubbaksídnaðinum nógvar milliardir krónur í stuðuli á hvørjum ári.
Sambært Politiken fær tubbaksídnaðurin í ES-londunum meiri enn 40 milliardir krónur í stuðuli árliga, og tað mesta fer til tubbaksbøndur í teimum suðurevropeisku londunum. Inge Haunstrup Clemmensen, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse, sigur við blaðið, at ES nýtir meiri pengar til tubbaksídnaðin enn til fyribyrging, og tað heldur hon vera púra burturvið.
Tað eru tubbaksbøndurnir í Geikkalandi, Italia, Spania, sum fáa nógv tann størsta partin av tubbaksstuðlinum, men nakað fer eisini til bøndur í Fraklandi, Týsklandi, Portugal og Belgia. Í 1991 fyri teir 11 milliardir krónur, men síðani er stuðulin minkaður. ES hevur júst samtykt, at teir skulu fáa einar sjey milliardir krónur um árið tey næstu seks árini.