Ein heldur løgin hending tók seg upp, tá Tunis og Serbia/Montenegro leiktu sín seinasta dyst í OL-kappingini í fótbólti.
Við støðuni 2-2 stutt undan leikloki fekk Tunis tillutað brotsspark. Mohamed Jedidi tók sær av sparkinum, og sjálvur helt hann í øllum førum, at hann hevði tryggjað sínum monnum sigurin við sparkinum.
Men tað helt dómarin ikki. Hann metti, at tveir leikarar hjá Tunis høvdu runnið inn í brotsteigin, og so skuldi sparkast av nýggjum. Søgan endurtók seg ikki færri enn fimm ferðir, og ikki fyrr enn í sættu royndini góðkendi dómarin sparkið. Tá hevði Nikola Milojevic í serbiska málinum eisini bjargað eini roynd, men heldur ikki ta ferðina varð brotssparkið góðtikið.
Sostatt vann Tunis at enda dystin 3-2, men úrslitið kundi tó gera tað sama, tí hvørki av liðunum høvdu møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum










