Nýggj feskfiskamóttøka stovnast

Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum eru ætlanir um at seta eina nýggja feskfiskamóttøku á stovn. Ikki ber til at fáa hesi tíðindi váttað frá fyrireikarunum, men sum skilst eru tað pf Snodd á Eiði saman við øðrum, sum kanna møguleikarnar

Klaksvík:
Sambært Norðlýsinum váttar borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, at fólk hava verið á fundi í býráðnum um júst hetta málið.
Men sum skilst er tað ikki komið serliga langt enn.
Til dømis er ongin endalig avgerð, um byggjast skal ein høll ella um eitthvørt høli við vánna verður keypt ella leigað.
Sum skilst, so eru eini 12 størri útróðrarbátar og línuskip við í samtakinum, umframt teir frá pf Snodd á Eiði.
Orsøkin til hetta stigið sigst vera, at ónøgdin er stór ímillum fiskimenn um Fiskamarknað Føroya. Ført hevur verið fram, at eitt nú við at selja ígjøgnum móttøkuna á Eiði, hava menn fingið ímillum 2 og 4 krónur meira fyri kilo, verður sagt á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
Jóhannes Olsen frá pf Snodd hevur onga viðmerking til hetta málið og vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini.