Prinsessur og riddarar í hópatali undir Fjalli

Fríggjadagin høvdu børnini í barnagarðinum undir Fjalli í Havn ein temadag saman við starvsfólkunum. Barnagarðurin hevur um tríggjar temadagar um árið, og fríggjadagin kallaðist dagurin fyri Prinsessu- og Riddaradagur.

- Børnini ganga við lív og sál upp í temadagarnar. Vit byrja so smátt at fyrireika okkum nakrar vikur frammanundan, og tí gerast tey so spent og spyrja í heilum, nær temadagurin verður, sigur Beinta Joensen, sum starvast á barnagarðinum undir Fjalli.
 
Til Prinsessu- og Riddaradagin høvdu øll børnini gjørt sær klædnabúnar við hjálp frá starvsfólkunum. Og síðan skipaðu tey vaksnu allan dagin fyri ymiskum riddaraspølum:
 
 - Vit hava eisini bygt eina stóra riddaraborg og skotið við boga og píli í allan dag. Tað er ordiliga stuttligt at vera ein prinsessa, tí so eri eg so vakurt ílatin, sigur fimm ára gamla Maria.
 
- Vit skipa fyri temadøgum fyri at gera okkurt øðrvísi. Børnini elska tað og hugna sær saman. Við hvørt hava vit eisini ítróttadagar og hugnaligar dagar við pitsa og biografi, sigur Beinta Joensen at enda.