hvønn luturin er fallin á í lutakastinum, ið hevði verið handan stongdar dyr. Nú gongur tað mesta fyri seg fyri opnum leiktjøldum, og tí hevði tað ikki verið meiri enn rímuligt, at nýggja løgmanninum, Anfinni [...] til felags, at tá teir hava vunnið so sannførandi, at tað er lítið hugsandi, at nakar fer at standa teimum kurl á ólavsøku, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí. Men um tað verður so, at bæði [...] lut um vinnaran. Bæði í fjør og fyrraárið stóð á jøvnum, og í báðum førunum sá nevndin seg ikki føra fyri at kjósa ein vinnara út frá ólavsøkuróðrinum, og so varð lutur kastaður. Tað var ikki sørt av tosi
í "Helsestatistik for de nordiske lande 1996", ið nú er útkomin. Útgevari er norðurlendska nevndin fyri heilsuhagfrøði, NOMESKO, ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Nevndin hevur [...] "Helsestatistik for de nordiske lande". Hetta er á sætta sinni at Føroyar eru umboðaðar í ritstjórnini fyri bókina, og føroyska umboðið er Høgni Debes Joensen, landslækni. Deyðstíttleikin fallandi Tað sum serkennir [...] í heiminum. Grønland hevur hægsta deyðstíttleikan, Føroyar næsthægsta og hini Norðanlondini koma teimum í hølunum. Deyðstíttleikin fyrsta liviárið er hægstur í Grønlandi, meðan Føroyar hesum viðvíkjandi
taptu 5-4 fyri B36 leygardagin, men vunnu mánakvøldið 5-2 móti KÍ KÍ fer í dag til Danmarkar á venjingarlegu. Teir skulu verða eina viku í Haslev á Sælandi. Og TB, sum hevur eitt stórt stríð fyri framman [...] í Danmark áðrenn Europa-Cup dystir, hevur B36 valt at gera tað í Jugoslavia, haðani venjarin hjá teimum , Tomislav Sivic, er ættaður. B36 skal halda til í býnum Subodica, sum liggur norður móti ungarska [...] løtuni, og finskur fótbóltur er á væl hægri støðið enn tann føroyski. Vit hava eina stóra uppgávu fyri framman, heldur Gunnar Mohr, sum er formaður í HB. Seks feløg í Danmark Gøtumenn, sum eisini eru við
Kráarheyg í Havnardali. Í hesi seinastu og avgerandi kappingini í ár verða føroyameistararnir funnir í teimum ymsu kappingargreinunum. Føroyameistararnir fáa ferðasteyp í varðveitslu til næsta kappingarár, o [...] leygardain 18. juni kl. 14.00 og finalurnar sunnudagin 19. juni kl. 15.00. Kappast verður í fjórgongd fyri ung, og vaksin kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt. Seinasta freist at tekna seg til kappingina [...] tlf. 319706 ella 216896 ella hjá einum av nevndarlimunum. Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri gongulagskapping í Føroyum.
at teir, sum avreiða beinleiðis til virkini, fáa tvær, tríggjar krónur minni fyri fiskin enn tey størru skipini fáa fyri sama fisk til sama virki - ella minni enn teir fáa, ið selja á uppboðssølu. Grovasta [...] útróðrarbátur, sum hevur avreitt til eitt virki, hevur fingið seks krónur minni fyri kilo, enn aðrir bátar um somu tíð fingu fyri sama fiskin. Tá ið vit spyrja, fáa vit at vita, at tær smáu nøgdirnar, og [...] ipan- og at fingið hægri prís fyri fiskin, hóast flutningsútreiðslur eru, sigur formaðurin í MÚ. Klára til komandi várróður Men tað vil so aftur siga, at fortreytin fyri eini slíkari innsavningarskipan
og at alt fer at liggja á eini príslegu, sum er hóskandi fyri vinnuna. 13 mió. kr. meir Tøl frá Búskaparráðnum vísa, at lønarútgjaldingar fyri byggivirksemi í Føroyum er vaksin. Teir fyrstu fýra mánaðirnar [...] spælir inn ísamband við byggivinnu. Nógv er tengt at hvørjum øðrum. Tí skal landið eisini koma betri fyri seg aftur, áðrenn vit fáa eina sunna byggivinnu í landinum. ? Sum nú eru tað mest umvælingar, sum [...] at talið á føroyingum, sum arbeiða uttanlands er rættiliga støðugt og ikki minkað nakað. Nógvir av teimum gera rættiligt kvettið við at arbeiða uttanlanda, heldur hann. Og um vit ikki aftur fáa eina sunna
Olsen. Men fyri tey, sum fáa arbeiði hevur tað stóran týdning. Tey fáa nakað at fara upp til, heldur enn bara verða heima við hús. Tey sleppa at royna at forvinna sær nøkur oyru ístaðin fyri at fáa peningin [...] kanska uttanlands í summarfrí í august, meðan onkur annar bert ætlar sær á Ólavsøku. Felagsnevnarin fyri hevi bæði er, at tey kosta pengar og tí er ikki so galið, at hava summarfrítíðarstarv »hjá landinum« [...] tekur sær av beinanvegin. Tað, sum kann bíða, sleppur at bíða eftir summarfrítíðini hjá skúlunum og teimum, sum koma í summarstarv at vinna sær eitt oyra. ? Tað er ymist, sum krevur máling. Tað verið seg
herðist einaræðið og demokratiska vónin Abiola er deyður í fongslinum ? niðurbrotin av teimum ringu umstøðunum. Fyri stuttum vitjaði Reyði Krossur Abiola. Hann sat tá í lítlum kliva uttan ljós og uttan nakað [...] verið, at demokratiskt valdu forsetarnir hava verið tiknir av døgum eftir stuttari tíð við valdið. FYRI tveimum árum síðan var aftur val og tann demokratiski politikarin Abiola varð valdur til forseta. [...] læknahjálp. AT vesturheimurin stuðlar eitt stýri, ið ber seg soleiðis at og svíkur demokratiið víða hvar fyri at fremja egin áhugamál er sera ódámligt. Tað er ikki bert í Afrika at vesturheimurin stuðlar einaræði
at taka støðu fyri ella ímóti Auken, fyri ella ímóti Nyrup Rasmussen. Ein teirra, ið legði seg út í stríðið fyri Nyrup Rasmussen var Birthe Weiss, sum skilst ein sonn bardagakvinna fyri at sleppa honum [...] samráðingar, og hava heilt annað aftan fyri bak. ? Eingin ivi er um, at teir hava nógv at velja í, teir hugsa seg væl um, tí teir eru ikki lidnir við Føroyar. Helst er betur fyri Føroyar, at tað ikki eru javnaðar- [...] Rasmus-sen og seinni Auken koma til Føroya kundi bent á eitt »spæl fyri gallarínum«. Latið okkum í komandi samráðingum vera væl fyri, vælskipaðir og ikki minst hava í huga, at Nyrup Rasmussen, Lykketoft
So tað er ikki rætti aldurin at fara undir nakað nýtt, sigur Jógvan I. Olsen. So ístaðin fyri at standa fyri tí sjálvir, ætla teir sær leiga virkið út til onkran, sum hevur eina burðardygga ætlan at vísa [...] góður møguleiki, kanska hjá onkrum av teimum yngru, sum hava gingið í skúla. Tað ganga nógv ungfólk í skúla, men satt at siga, veit eg ikki, hvat verður av teimum. Eg haldi ikki, at tey síggjast aftur