Eysturoyingur og Junkarin kappast um útvarpssteypið

Kappróður: Skal vinnarin finnast við lutakasti, eigur mannagongdin at verða broytt

FM-heitið varð avgjørt í fýra kappingum í Miðvági leygardagin. Tað ber til í teoriini, at Kollur í 6-mannaførunum, mannað við kvinnum, skal røkka sama stigatali sum Ørnin og harvið vinna FM, tí tær standa seg betri á ólavsøku, men hetta er púra veruleikafjart, og vit loyva okkum at kalla Ørnina FM-vinnara.

Hjá 6-mannaførum, mannað við monnum, er greitt, at Snopprikkur er FM-vinnari.

Junkarin, mannaður við dreingjum, og Eysturoyingur, hava tað til felags, at teir hava vunnið FM við fullum stigatali higartil. Og bátarnir hava eisini tað til felags, at tá teir hava vunnið so sannførandi, at tað er lítið hugsandi, at nakar fer at standa teimum kurl á ólavsøku, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí.

Men um tað verður so, at bæði Junkarin og Eysturoyingurin vinna á ólavsøku, skal ein skriviborðsavgerð takast um, hvør skal fáa heiðurin av, at hava útvarpssteypið í varðveitslu næsta árið.

Útvarpssteypið verður eftir ólavsøkuróðurin handað tí bátinum, sum hevur vunið flest róðrar í kappingarárinum. Um fleiri bátar standa á jøvnum, kann ein nevnd, sett av útvarpinum, geva tí bátinum, sum hevur víst betra ella besta róðurin á ólavsøku, steypið, ella kann nevndin kasta lut um vinnaran.

Bæði í fjør og fyrraárið stóð á jøvnum, og í báðum førunum sá nevndin seg ikki føra fyri at kjósa ein vinnara út frá ólavsøkuróðrinum, og so varð lutur kastaður. Tað var ikki sørt av tosi og misnøgd um hetta.


Eigur at

verða broytt

Tey, sum ikki vóru nøgd vi avgerðina í fjør, víst millum annað á mannagongdina, tá avgerðin verður tikin. Løgmaður, sum altíð handar steypið, kunngjørdi, hvønn luturin er fallin á í lutakastinum, ið hevði verið handan stongdar dyr.

Nú gongur tað mesta fyri seg fyri opnum leiktjøldum, og tí hevði tað ikki verið meiri enn rímuligt, at nýggja løgmanninum, Anfinni Kallsberg, varð litið upp í hendur, av pallinum, har steypini verða handað, at kasta lutin.

Men tað eru eisini tey, sum vísa á, at nú er tøknifrøðin so mikið nógv betri enn hon var, tá útvarpið gav steypið at kappast um, at tað er upplagt at broyta mannagongdina at finna vinnaran.

Tað ber eitt nú til at brúka klokkuna, t.d. við at áseta at um tað stendur á jøvnum í stigum, so er tann vinnari, ið vinnur við størsta tíðarmuninum á ólavsøku.