B36 fer í dag til Jugoslavia, har teir næstu dagarnar fara at fyrireika seg til stóru Europa-Cup uppgávuna í Jerusalem.
Meðan hini føroysku feløgini ? bæði í ár og onnur ? vanliga gera ein steðg í Danmark áðrenn Europa-Cup dystir, hevur B36 valt at gera tað í Jugoslavia, haðani venjarin hjá teimum , Tomislav Sivic, er ættaður.
B36 skal halda til í býnum Subodica, sum liggur norður móti ungarska markinum. 150.000 fólk búgva í býnum, har eisini jugoslaviska landsliðið plagar at hava venjingar.
? Í Jugoslavia fara vit at venja upp undir dystin, og har fáa vit eisini høvi at venja í nógvum hita, líknandi tí, sum vit fara at spæla undir í Jerusalem, sigur Per Hansen, sum er næstformaður í B36.
Í Jugoslavia skal B36 venja og spæla tveir venjingardystir móti lokalum feløgum í Subodica.
18 spælarar verða við á ferðini til Jugoslavia, har liðið verður til 20. juli. Tá seta teir kósina móti Ísrael, og 22. juli er dysturin móti Beitar Jerusalem.
Ísraelska mótstøðuliðið hjá B36 bleiv í vikuni selt Ron Lauder, sum er eigari av heimsgitnu kosmetikkfyritøkuni Estee Lauder, og hann ætlar sær næstu árini at brúka millum 60 og 70 milliónir krónur upp á felagið, vita ísraelsk bløð at siga frá.
HB og GÍ í Danmark
Oddaliðið HB er í hesum døgum í Danmark og venur. Teir halda til í Brøndby og á skránni er bert venjing og ikki dystir. Teir venja tríggjar ferðir um dagin. Byrjað verður klokkan 8 á morgni, og so verður aftur vant klokkan 1 og 6 um dagin.
18 spælarar eru við í Danmark, og teir koma aftur til landið sunnudagin. Og seinastu fyrireikingarnar til dystin móti finska liðnum Vasa verða gjørdar í Føroyum. Fyrri dysturin verður spældur í á Svangaskarði.
? Vit høvdu eitt gott lutakast, um vit hugsa geografiskt, men finska liðið er ótrúliga sterkt. Teir eru besta liðið í Finlandi í løtuni, og finskur fótbóltur er á væl hægri støðið enn tann føroyski. Vit hava eina stóra uppgávu fyri framman, heldur Gunnar Mohr, sum er formaður í HB.
Seks feløg í Danmark
Gøtumenn, sum eisini eru við í Europa-Cup í ár, skulu ikki spæla fyrr enn miðskeiðis í august mánaði, men sunnudagin fara teir til Danmarkar at venja.
Teir fara at halda til í Tarm, sum liggur nakað norðanfyri Esbjerg á vestursíðuni av Jútlandi. Teir skulu spæla dystir móti 1. deildarliðnum Holstebro og Danmarksseriuliðnum Ringkøbing, umframt dyst móti NSÍ, sum samstundis verður á venjingarlegu í økinum.
? Ferðin er fyrireiking til bæði Europa-Cup dystirnar og til seinnu hálvu av landskappingini, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ.
Gøtumenn hava annars spælt tveir venjingardystir á Svangaskarði farnu dagarnar. Teir taptu 5-4 fyri B36 leygardagin, men vunnu mánakvøldið 5-2 móti KÍ
KÍ fer í dag til Danmarkar á venjingarlegu. Teir skulu verða eina viku í Haslev á Sælandi. Og TB, sum hevur eitt stórt stríð fyri framman í seinnu hálvu, fer 17. juli til Genner í Danmark at venja.
Sostatt verða seks av teimum 10 1. deildarliðunum uttanlands og venja í summarsteðginum.