Hetta er sjálvsagt eitt stórt stig, sum mong munnu ógvast við. Tingformaðurin segði her fyri, at tinghúsið kundi beinast burtur, tí tað »einki søguligt virði hevði«. Men tað er sum vit síggja upp á tað [...] igt virði - og er tað hetta, ið tingformaðurin meinar við, so kunnu vit geva honum rætt. Men harfrá - og so til at ríva tinghúsið niður, tað er eitt stórt stig at taka. Og tá kravið er, at tinghúsið skal [...] tað. Byggisøguliga sæst ikki so nógv av tí gamla tinghúsinum, sum so ofta er um-bygt. Fyrst í øldini var tað um- og útbygt, og fekk tað tá sniðið, sum tað hevði fram í sjeytiáirni, tá menn vildu vera smartir
árslok 1997 er um 130 mió. krónur hægri enn hann var í 1996. Tað er sjálvsagt eitt gott tekin, at landsstýrið hevur meira liggjandi á kistu-botn-inum, og tað er sjálvsagt eisini alneyðugt, at tað er so. Eingin [...] skikk-ar sær og tí er neyðugt at landskassin hevur tøkan pening til at taka, um slepp-ast skal undan at fara út á lánimarknaðin, tí skuldin hjá landskassanum er nóg stór, sum hon er framm-an-und-an. Við [...] pin og nú seinast í níti árunum er hetta arbeiðið við at verða komið upp á pláss. Og við stand-ard-i-ser-ing-u-num fylgja møguleikarnir. Tí í roknskapinum fyri 1997 er fyri fyrstu ferð møg-u-ligt at síggja
okkurt kundi verið gjørt við, men har einki er hent. Tað er tørvurin á eini broyting í kommunum, sum skulu minkast úr 50 niður í fimm ella seks. Og harafturat er neyðugt við eini regulering av fiskivinnuni [...] greiðar reglur fyri, hvar fullveldismarkið er. Og neyðugar og víttfevnandi broytingar, um ríkisfelagsskapurin skal varðveitast. Tað heldur Martin Paldam, ið er professari í búskapi á universitetinum í Århus [...] ríkisfelagsskapinum. Tá hann setir síni krøv fram beint nú, er tað sum ein avleiðing av gongdini í sambandi við sonevnda »Pinsapakkan« fyrr í ár. Her gjørdu føroysku politikararnir sær sum kunnugt dælt av støðuni
nóg effektivt álop og tá verjuspælið hinumegin netið er gott, so er trupult at vinna ein dyst. Men leygardagin gekk sum eftir ánni. Rúna Hentze, sum er spælskipari hjá Fleyr, leikti væl og í álopinum gekk [...] høllini áðrenn flogbólturin byrjaði var so nógv seinkaður! Hvat hendir við hesum málinum er ikki gott at siga, men tað er í øllum førum vist, at slíkt ongantíð eigur at koma fyri. Bæði hondbóltsleikarar og [...] biður um umbering bøtir um málið, men er ikki nóg mikið. So varð hildið fram? Um tað var hendingin sum gjørdi tað, ella tað vóru tvørákvinnur, sum tóku seg saman er ikki gott at vit, men TBa tók seg rættiliga
um er ovasti myndugleiki á virkishúsinum. Eisini er møguligt hjá ungum at læna hølir á Margarinfabrikkini, um tey ætla at skipa fyri onkrum tiltaki, so sum onkra veitslu. Tó er tað so, at húsið er rúsfrítt [...] Hølini hjá Margarinfabrikkini er nógv opið. Hvønn gerandisdag er opið, um ikki allir dagarnir eru líka langir. Mánadag, týsdag og hósdag er opið frá 13.00 ? 22.00, meðan tað er opið frá 13.00 ? 17.00 mikudag [...] fyri ungdómsdansi komandi leygarkvøld, og kostnaðurin fyri at sleppa inn er einans 20 krónur. Tá ið barnadansurin er á skránni, er hann frá klokkan 18.00 til 22.00. Dansiviðurskiftini á Margarinfabrikkini
minni enn Prins Albert av Monaco, sum er ein tann mest eftirspurgdi piparsveinurin í Europa, og bólkurin fer helst eisini at vekja nøkur minnir hjá honum. Tað er soleiðis, at mamma Prins Albert æt Grace [...] føra við sær, er óvist, men normenn hava stórar vónir til gentubólkin, og tey, sum hava lurtað eftir tónleikinum hjá bólkinum, duga fullvæl at skilja, hví normenn vænta sær so nógv av Grace. Her heima í Føroyum [...] so at vit eisini kunnu fáa ein møguleika at hoyra songfuglarnar live, tí tað er einki yvir at dylja, at Sigrid Rasmussen er eitt tað ?heitasta? føroyska tónleikanavnið í løtuni, um ikki tað heitasta.
tingskipanina er stytsta freist. Málið varð tikið av skrá, sum skilagott var, men er í dag sett inn sum nummar 6 av eini dagsskrá, sum telur 10 mál. Tað kann geva almenninginum eina fatan av, at hetta er bert eitt [...] sum samgongan hevur lagt, í støðuni millum Føroya og Danmark. Málið er greitt Hóast talan í fyrstu atløgu er um at seta eina nevnd. So er málið greitt. 2. okt. í ár samtykti Føroya Løgting við 18 atkvøðum [...] arbeiðið, sum hetta lógaruppskot leggur upp til, er seinasta stigið í loysingarætlanini. Og tí er tað eftir ætlan samgongunnar eitt neyðugt stig. Vanligt er, at flokkar við fyrstu viðgerð boða frá sína støðutakan
posa av pengum ella ikki. Hetta er eitt nógv størri má enn so, og tí er tað nakað, sum hevur við kenslur og virðing og ikki minst søgulig og mentanarlig bond at gera. -Er tað tí eitt ynski frá føryskari [...] fram. Men tó við teirri treyt, at hetta er eitt ynski frá báðum síðum. -Er tað eitt ynski frá føroyskari síðu at kvetta heilt við Danmark, so eiga danir í hvussu er ikki at tvíhalda um Føroyar. Erling Olsen [...] kvinnuligan arvarætt og mannarættindi. Til ta tíð heldur Erling Olsen, at tað er rætt at varðveita føroysku fólkatingsumboðanina. Men er tað so upp til føroyingar, hvat hesi umboð vilja leggja seg út í. Hann
framført við solistum, Dank sei dir Herr av G. F. Händel við orgulfylgispæli, Nú ringja klokkur jólafest av Grundtvig/C. Matras við lagi eftir C.C.N. Balle, Mær er kensla í barmi av V. Gregersen/R. Joensen
at Páll Vang tað er óvist nær nøkur oljuvinna yvirhøvur kemur til Føroya. ? Oljuprísurin er so lágur nú, at tað loysir seg ikki at fara undir oljuvinnu her um okkara leiðir, tí tað er ómetaliga dýrt at [...] upp av botni, har tað er so djúpt sum her. Prísurin er farin niðurum 10 dollarar fyri tunnuna. Men hann skal upp á einar 18 dollarar, áðrenn tað loysir seg at fara undir oljuboring her. Onki virki í Føroyum [...] eftir, hvat hann sá, er ikki eitt virki í Føroyum, sum er ført fyri at átaka sær sáttmálar í sambandi við oljuvinnuna. ? Hetta eru vit yvirhøvur ikki til reiðar til. Oljuvinnan er so ómetaliga stór og