Latið gamla tinghúsið standa

Fríggjadagin fingu tingfólk og fjølmiðlar høvi at síggja modellið av uppskotinum, sum vann kappingina um nýggja ting-húsið.

 

Eitt sera spennandi og áhugavert uppskot, sum vónandi fær eina sakliga og skila-góða viðgerð, bæði millum politikarar, í fjølmiðlum og millum manna.

 

Nú var tað ein bundin uppgáva, at ting-húsið skuldi gerast har, sum verandi ting-hús er, eins og telefonverksbygningurin skuldi takast við í ætlanina.

 

Tá so er slepst sjálvandi illa undan at lata gamla tinghúsið dvína.

Hetta er sjálvsagt eitt stórt stig, sum mong munnu ógvast við. Tingformaðurin segði her fyri, at tinghúsið kundi beinast burtur, tí tað »einki søguligt virði hevði«.


Men tað er sum vit síggja upp á tað. Byggisøguliga sæst ikki so nógv av tí gamla tinghúsinum, sum so ofta er um-bygt.


Fyrst í øldini var tað um- og útbygt, og fekk tað tá sniðið, sum tað hevði fram í sjeytiáirni, tá menn vildu vera smartir og valdu at fáa fram gamlan føroyskan byggi-stíl við timburklædningi og flagtekju.


Tá hvarv stílurin fullkomiliga - og í dag hevur tinghúsið ongan »stíl« - tað líkist mest at kalla einum norskum ella svensk-um typu-húsið - við flagtekju. Gomul eyð-kenni, ið sermerkt vóru í gomlum før-oysk-um hús-um, eru ikki at finna í tinghúsinum í dag.


Sæð út frá hesum fortreytum, so hevur tinghúsið einki byggisøguligt virði - og er tað hetta, ið tingformaðurin meinar við, so kunnu vit geva honum rætt.


Men harfrá - og so til at ríva tinghúsið niður, tað er eitt stórt stig at taka. Og tá kravið er, at tinghúsið skal liggja í mið-býnum, so verður tað ein torfør uppgáva at loysa. Men hví lata hetta ganga út yvir tinghúsið - sum hóast alt er tað húsið, sum bygt varð til okkara ting, eftir at tað varð endurreist í 1852?


Eitt nýtt tinghús skal standa tey næstu nógvu hundrað árini. Tí krevur tað gjølla og neyva umhugsan.


Ger formansskapurin av at beina fyri gamla tinghúsinum - kann tað av eftirtíðini verða kallað ein skemdargerð.