Tað er synd at siga at hevur gingið væl íhond hjá Fleyr-kvinnunum higartil í ár. Fleiri nýggir leikarar eru við á liðnum, og tað tekur rúma tíð at fáa liðið spælt saman til eina heild. Og slíkt merkist, tað er vist.
Dystirnir, sum Fleyr higartil hevur leikt hava verið rættiliga ójavnir. Eitt nú vóru tær um at vinna á TB á Tvøroyri, men tá til stykkis kom var tað ikki nóg mikið kortini. TB vann tann dystin. Harafturat hava tær eisini tapt móti Drátti í Havn og tískil vóru vónirnar til dystin móti TBa ikki tær bestu.
Men, sum so ofta tá so er, gongur best tá ein minst væntar tað. Ikki tí, Fleyr hevur fleiri leikarar, sum hava sera drúgvar royndir bæði á felagsliðið og eisini á landsliðið. Teirra millum eru Rúna Hentze og Anna Dalsgarð, sum eisini tekur sær av venjingini hjá Fleyr.
Ein av trupulleikunum hjá Fleyr higartil í ár hevur verið, at tær hava ikki nóg effektivt álop og tá verjuspælið hinumegin netið er gott, so er trupult at vinna ein dyst.
Men leygardagin gekk sum eftir ánni.
Rúna Hentze, sum er spælskipari hjá Fleyr, leikti væl og í álopinum gekk framúr væl hjá Onnu Dalsgarð. Hon setti verjuna hjá tvørákvinnum undir trýst og tað hjálpti.
Fyrsta sett endaði við, at Fleyr vann 15-6, so talan var um rættiliga greiðan settsigur í fyrsta setti. Gongdin í øðrum setti var á leið tann saman, sum í fyrsta og úrslitið vísir eisini her rættiliga greiðan mun. Fleyr vann nevniliga 15-7 og var nú bert eitt sett frá eini minni sensatión.
Hondbóltsleikarar blandaðu seg
Tá annað sett var av hendi nakað, sum ongantíð eigur at koma fyri á einum ítróttarvølli. Ein hondbóltsleikari, sum skuldi spæla til ávísa tíð fór inn á vøllin og byrjaði at taka flogbóltsnetið niður. Hann fekk svar upp á tiltalu og var biðin um at sleppa sær hagar sum piparið grør.
Veruleikin var nevniliga tann, at 3. manslið hjá Kyndli og SÍF skuldu spæla hondbólt til ávísa klokkutíð, men flogbóltsdysturin var ikki liðugur og tí ætlaði hesin hondbóltsleikarin at taka »sakina« í egnar hendur.
Orsøkin til at flogbóltsdysturin ikki var liðugur var m. a. tann, at hondbólturin, sum var í høllini áðrenn flogbólturin byrjaði var so nógv seinkaður!
Hvat hendir við hesum málinum er ikki gott at siga, men tað er í øllum førum vist, at slíkt ongantíð eigur at koma fyri. Bæði hondbóltsleikarar og flogbóltsleikarar vita, at seinkingar koma fyri og tað eiga teir at hava virðing fyri.
At hondbóltspælarin biður um umbering bøtir um málið, men er ikki nóg mikið.
So varð hildið fram?
Um tað var hendingin sum gjørdi tað, ella tað vóru tvørákvinnur, sum tóku seg saman er ikki gott at vit, men TBa tók seg rættiliga saman. Tær gjørdu bart og vunnu triðja sett 15-12. Sum nevnt fyrr er TB-liðið sera gott og tað skal lítið til áðrenn glið kemur á hjá teimum.
Men gleðin var stokkut hjá teimum. Í fjórða setti hevði Fleyr aftur fótað sær og nú vóru tær aftur omaná. Tær fingu aftur spælið at fungera og tær vunnu tískil settið 15-10 og harvið dystin 3-1.