Christian Schultz-Lorentzen
Ein skerjing í blokkstuðulinum. Farvæl til føroysku og grønlendsku umboðini í Fólkatinginum. Og greiðar reglur fyri, hvar fullveldismarkið er.
Og neyðugar og víttfevnandi broytingar, um ríkisfelagsskapurin skal varðveitast.
Tað heldur Martin Paldam, ið er professari í búskapi á universitetinum í Århus. Í komandi útgávu av faktíðarritinum »Samfundsøkonomen« fer hann í tær kritisku brillurnar í eini greinan av framtíðini hjá ríkisfelagsskapinum. Í greinini leggur hann harðliga eftir føroyskum politikarum, sum verða lagdir undir vantandi vilja til at fremja víttfevnandi bygnaðarbroytingar. Tiltøk, ið eru alneyðug, um Føroyar upp á sikt kunnu fáa stoypt grundina til ein støðugan búskap.
Martin Paldam hevur í nógv ár arbeitt við búskaparligu mekanismunum í ríkisfelagsskapinum. Tá hann setir síni krøv fram beint nú, er tað sum ein avleiðing av gongdini í sambandi við sonevnda »Pinsapakkan« fyrr í ár. Her gjørdu føroysku politikararnir sær sum kunnugt dælt av støðuni sum tungan á vektskálini. Við at blanda føroysku kreppuna saman við »atkvøðusølu« til eitt stig hjá stjórnini, sum bert hevði til endamáls at justera danska búskapin, vórðu tær avtalurnar, ið øll kendu og fram til tá kundu livað við, brotnar.
Rein penganoyðsla, hildu nógvir danskir skattgjaldarar, og alsamt fleiri av teimum eru nú farnir at spyrja: Fær Danmark nakað burtur úr ríkisfelagsskapinum annað enn útreiðslur og skomm og skitin orð?
Í síni analysu staðfestir Martin Paldam, at ríkisfelagsskapurin í dag stórt sæð bert verður hildin saman av søguligum og kensluligum orsøkum. Samstundis ynskja bæði Føroyar og Grønland økt sjálvstýri. Og skulu rivur ikki koma í ríkisfelagsskapin, er neyðugt at seta eina nýggja dagsskrá fyri samstarvið í framtíðini.
Tað inniber m.a., at blokkstuðlarnir skulu skerjast, so teir at enda hvørva heilt. Tað skal henda yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er órímiligt, at danskir politikarar verða togaðir runt á pallinum, so sum teir verða nú, heldur búskaparserfrøðingurin, sum vil hava føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini skift út við antin tvær sendistovur ella ríkisumboð.
Eins og professarin Arne Larsen, sum er formaðurin í Ráðgevandi Nevndini, metir Martin Paldam, at Føroyar kunna klára seg uttan blokkstuðul úr Danmark, um fólkið er til reiðar at fara 25 prosent niður í livistøði.
Men Føroyar spæla hasard við síni framtíð, um politikararnir ikki vísa størri virkishug. Tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn ein nýggj búskaparkreppa rakar Føroyar, heldur Martin Paldam.
? Stóri trupulleikin er, at als einki bendir á, at nakrar so kollveltandi broytingar eru framdar í Føroyum, so tað kann sleppast undan eini líknandi kreppu í framtíðini, sigur Martin Paldam.
? Eftir míni metan verður tað ikki so leingi, áðrenn tað hendir aftur. Kanska verður tað um fimm ár, ella um vit eru heppin, tíggju ár. Tá tú skerur inn á bein, er trupulleikin, at fiskastovnurin á Føroyabanka ikki er nóg stórur til at skapa eina høvuðsvinnu fyri 45.000 fólkum, ið vilja hava eitt livistøði sum tað danska ? heldur ikki um tað hvørt ár úr Danmark verður sprænd ein milliard inn í samfelagið, sigur Paldam.
? Harafturat eru tveir stórir trupulleikar, sum okkurt kundi verið gjørt við, men har einki er hent. Tað er tørvurin á eini broyting í kommunum, sum skulu minkast úr 50 niður í fimm ella seks. Og harafturat er neyðugt við eini regulering av fiskivinnuni, so tað ikki verður ovurfisking aftur. Vit eiga at minnast, at New Foundland hevur verið gjøgnum tríggjar stórar kreppur í fiskivinnuni hóast vit har so at siga altíð hava havt reguleringar nakað sum tær, sum vit í dag hava í Føroyum, sigur Martin Paldam, ið heldur, at so at siga allir politikarar í Føroyum hava eina medábyrgd av stóru kreppuni í landinum ? so ein uppgerð við syndirnar frá í gjár lættliga kann gerast tað bera runublakarí.
? So er tað jú nógv lættari at finna ein syndabukk uttanífrá. Ein tílíkur hevur enntá tann fyrimun, at hann gevur tjóðskaparligt samanhald ? og tað hevur ein tørv á, meðan sárini lekjast. Men tíverri hevur tað eisini útreiðslur við sær. Tað er neyðugt at blása teir smáu trupulleikarnar, sum eru við »fíggindan uttanífrá« upp til nakað heilt óveruligt. Samstundis minka trupulleikarnir í landsins egna politikki samsvarandi. So nú ganga øll bert og vóna, at oljan kemur, sigur Martin Paldam.










