Fyri nøkrum árum síðani lat virkishúsið Margarinfabrikkin upp. Endamálið við húsinum er, at tey ungu í Havnini skulu hava eitt stað at savnast, har tey millum annað kunnu fáast við okkurt frítíðarítriv ella bara sita og práta.
Hølini kundu neyvan ligið betur fyri, tí tey eru jú mitt í sjálvum hjartanum av Havnini. Eitt lítið hanagleiv er niðan á Vaglið og gongugøtuna, og allir bussarnir hjá bussleiðini steðga innan fyri 100 metrum av Margarinfabrikkini.
Tey ungu mynda staðið
Dagliga starvast fýra fólk á Margarinfabrikkini. Tvey vaksin fólk eru sett í so at siga fulla tíð, meðan tvey ung starvast har í sambandi við verkætlanina ?ung í arbeiði?.
Hesi fólkini vilja fegin verða við til at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu verða til gleði fyri tey ungu, sum hava hug til at vitja Margarinfabrikkina, men tó eru tað tey ungu sjálvi, sum skulu mynda staðið.
Tey ungu kunnu hava meiriluta í húsaráðnum, sum í veruleikanum er ovasti myndugleiki á virkishúsinum.
Eisini er møguligt hjá ungum at læna hølir á Margarinfabrikkini, um tey ætla at skipa fyri onkrum tiltaki, so sum onkra veitslu. Tó er tað so, at húsið er rúsfrítt, og tískil er ikki loyvt at hava rúsdrekka ella rúsevnir við sær innar. Hetta var ofta ein trupulleiki fyrr, tá staðið hevði eitt rættuliga klientel, men tíbetur er hetta nú farið í søguna.
Nógv opið
Hølini hjá Margarinfabrikkini er nógv opið. Hvønn gerandisdag er opið, um ikki allir dagarnir eru líka langir.
Mánadag, týsdag og hósdag er opið frá 13.00 ? 22.00, meðan tað er opið frá 13.00 ? 17.00 mikudag og fríggjadag.
Í vikuskiftinum verður mangan skipað fyri dans, bæði barnadansi, men eisini dansi fyri tey ungu millum klokkan 21.00 og 01.00. Millum annað verður skipað fyri ungdómsdansi komandi leygarkvøld, og kostnaðurin fyri at sleppa inn er einans 20 krónur.
Tá ið barnadansurin er á skránni, er hann frá klokkan 18.00 til 22.00.
Dansiviðurskiftini á Margarinfabrikkini eru framúr góð, og nevnast kann millum annað, at har á staðnum er ein tann besta ljóð og ljósútgerðin, sum nakað dansihøli í Føroyum yvirhøvur hevur, so fortreytirnar skuldu avgjørt verið til staðar.
Tað er eisini vert at nevna, at alt tað arbeiði, sum verður gjørt í sambandi við dansin, er sjálvboðið, og ongin fær nakra løn fyri tað, men tey gera tað bert av áhuga.
Tey, sum hava ábyrgdina av Margarinfabrikkini, hava eisini ætlanir um at skipa fyri, soleiðis at onkur ungdómsbólkar koma at spæla livandi tónleik í hølunum einaferð um mánaðin.
Nógv tilboð til tey ungu
Hjá teimum ungu, sum vitja Margarinfabrikkina meira ella minni reglugliga, stendur hópin av møguleikum í boði.
Billiard, borðtennis, dart, sjónvarpsrúm og annað gott er til taks, og haraftrat hevur leiðslan á staðnum fleiri góð hugskot um, hvat ið man kann nýta tey rúmini, sum standa tóm, til. Nevnast kann, at uppskot hevur verið frammi um at gera eina PC-internet kafé, men hetta er ógvuliga dýrt, og tað verður óivað trupult at fáa fígging til hetta, sjálvt um tað hevði verið ein góð íløga í framtíðina.
Eisini er Margarinfabrikkin karmur um nøkur av skeiðunum hjá Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla, sum eru ætlaði bæði børnum og ung. Her kann millum annað nevnast matgerð og tekning fyri børn, drama, motorlæra, kór og orkestur fyri ung, umframt guitar fyri bæði børn og ung.
Gott samanhald millum tey vitjandi
Okkurt av starvsfólkunum á Margarinfabrikkini hevur verið har í rættuliga rúma tíð. Hesi hava lagt til merkis, at tey ungu, sum reglugliga vitja staðið, vanliga ikki býta seg í klikur, soleiðis sum annars ofta sær tað millum ung.
Samanhald millum tey ungu er stak gott, og hóast ein kanska kemur einsamøll/einsamallur á vitjan, so sleppur man ikki leingi at sita og smæðast í onkrum myrkum króki, vilja starvsfólkini verða við.
Tað er ójavnt, hvussu nógv fólk dagliga vitja Margarinfabrikkina, men um kvøld eru tað vanliga eini 30 ? 40 ung, sum støkka inn á gólvið.
At fleiri av hesum venda aftur kvøld um kvøld er greitt, men hóast tað, so taldu starvsfólkini á staðnum, at ikki færri enn 70 ung vitjaðu Margarinfabrikkina upp á eina viku seinasta ár.
Øll eru vælkomin
Tann, sum lesur hesar reglur, hevur kanska hug til at spyrja, hvør ið sleppur inn á Margarinfabrikkina. Til hetta er svarið stutt og greitt, at øll eru vælkomin.
Óansæð politiska hugsan, átrúnað og hvørjum tú heldur við fótbólti, so ert tú vælkomin.
Tað kann eisini verða, at tað er júst tú, sum situr inni við einum frálíkum hugskoti til, hvat ið man kann skipa fyri av tiltøkum í Margarinfabrikkini niðri í Tróndargøtu í sjálvum hjartanum av Havnini.