Nú er tað endaliga staðfest at Oljuhavn verður á Tvøroyri

? Eg síggi hetta sum bjargingina hjá Suðuroynni, sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri

?Avgerðin er tikin: Oljuhavnin verður á Tvøroyri.

Hetta hava tvørafólk fingið staðfest-einaferð afturat.

Umboð fyri Tvøroyrar Býráð, og vinnulívið á Tvøroyri hava akkurát verið Í Danmark og kunnað seg við oljuvinnuna.

Við í ferðalagnum vóru umboð fyri Tvøroyrar Býráð, umframt tvey umboð fyri Tvøroyrar Oljuvinnuráð, TOR, tey vóru Gudmund Mortensen og Knutur Nygaard

? Ferðin varð gjørd, tí at tað vóru fólk, sum fegin vildi hava størri kunnleika til, hvat ein oljuútgerðarhavn er, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri.

?Vitjað var á einum 8-10 virkjum í Esbjerg, sum høvdu við oljuvinnu at gera, og vitjað var sjálvandi eisini hjá Danbor, sum hevur ætlað at gera oljuútgerðarhavn á Drelnesi.


Avgerðin er fallin

?Á Danbor fingu vit einaferð enn staðfest, at oljuhavnin verður á Drelnesi, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri.

? Vit fingu staðfest, at Danbor hevur gjørt av, at teirra oljuhavn í Føroyum verður á Drelnesi og at tað er her, at teir fara at leggja sítt virksemi, tá ið tað kemur so langt.

Hann sigur, at teir fingu at vita frá Danbor, at tey eru tilbúgvin at gera oljuhavnina og at bíða verður nú bara eftir tí fyrsta útbjóðingarumfarinum, so verður farið til verka.


Fyrimunir á Drelnesi

Páll Vang sigur, at hann hevur skilt tað soleiðis, at tað serliga eru tvey viðurskifti, sum gjørdu seg galdandi, táið Danbor valdi Drelnes til staðið, sum teir hildu vera best egnað at gera oljuhavnina á.

?Í fyrsta lagi er Suðuroyggin stytsta leið at sigla av oljuøkjunum sunnanfyri Føroyar. Tað hevur nógv at siga, tí í oljuvinnuni telur hvør minuttur, og hetta gevur Drelnesi ein sjálvsagdan fyrimun, heldur enn øðrum plássum í Føroyum, sum krevja fleiri tíma siglingartíð afturat.

?Men ein annar fyrimunur er, at økið er stórt á Drelnesi, so verður tørvur á tí, kann havnin útbyggjast langt bæði eystureftir og vestureftir so hvørt sum tað verður neyðugt.


Bjargingin

Páll Vang sigur, at hann metir avgerðina hjá Danbor um at gera oljuhavn á Drelnesi at hava ómetaligan týdning fyri Suðuroynna.

Ja hann metir hetta enntá at verða bjargingina hjá Suðuroynni.

?Vit skulu hava í huga, at tað eru ikki útlit til, at fleiri arbeiðspláss verða í fiskivinnuni framyvir, hvørki á sjógvi ella á landi.

? Tað verður heldur tvørturímóti, tí tað ber illa til at verða ósamd við teimum sum halda, at fiskiflotin eigur at minkast.

? Sostatt er tað neyðugt at vit finna aðrar vinnuligar møguleikar í Suðuroynni. ? Og tí síggi eg hetta sum bjargingina fyri alla oynna, at Danbor hevur gørt av at leggja sítt oljuvirksemi her.

Men Páll slær eisini kalt vatn í blóðið á teimum, sum vænta sær eitt øgiligt virksemi beinanvegin.

? Hetta tekur tíð at byggja upp og hetta er ein fullkomiliga fremmand vinna hjá okkum.

Hann sigur, at hann sær fyri sær, at gongdin verður tann sama í Føroyum, sum hon hevur verið í Esbjerg.

? Tá ið oljuvinnan tók seg upp í Esbjerg uddi við amerikanarum har, meðan danir fingu næstan onki at gera. Men so við og við koma danir meiri og meiri upp í part og nú er ikki ein amerikanari eftir í Esbjerg.

Páll Vang heldur, at støðan verður tann sama í Føroyum. Danbor kemur at hava alt við sær til Tvøroyrar eisini fólki. Men útlendingarnir fara at fækka í tali, so hvørt sum føroyingar menna sín førleika og kunnu átaka sær meiri og meiri av tí arbeiði, og teimum tænastum, sum oljuvinnan krevur.

Somuleiðis heldur býráðsformaðurin á Tvøroyri, at Páll Vang tað er óvist nær nøkur oljuvinna yvirhøvur kemur til Føroya.

? Oljuprísurin er so lágur nú, at tað loysir seg ikki at fara undir oljuvinnu her um okkara leiðir, tí tað er ómetaliga dýrt at bora olju upp av botni, har tað er so djúpt sum her. Prísurin er farin niðurum 10 dollarar fyri tunnuna. Men hann skal upp á einar 18 dollarar, áðrenn tað loysir seg at fara undir oljuboring her.


Onki virki í Føroyum

Ein av teimum vinnulívsmonnum, sum var við á Danmarkarferðini, var Knútur Nygaard.

Hann sigur, at eftir, hvat hann sá, er ikki eitt virki í Føroyum, sum er ført fyri at átaka sær sáttmálar í sambandi við oljuvinnuna.

? Hetta eru vit yvirhøvur ikki til reiðar til. Oljuvinnan er so ómetaliga stór og umfatandi, at tey smáu virkini í Føroyum hava ongan møguleika at ganga krøvunum á møti.

Tað, ið hann sær sum okkara einasta møguleika, í hvussu so er í fyrstuni, er, at vit finna okkum onkrar smáar vinnuligar hillar at leggja okkum á, so at vit kunnu verða undirleverandørar av ymsum slagi til teir størri leverandørar til oljuvinnuna.

Men hann leggur afturat, at so hvørt vit mennast, verður okkara leiklutur størri og størri, tí vit koma at verða slúsað meiri og meiri uppí oljuvinna, sum tíðin líður.

Men hann ivast ikki í, at ein oljuhavn á Drelnesi verður øllum vinnulívinum í Føroyum at gagni, tí virksemið er so ómetaliga stórt og umfatandi.

? T.d. hevur hvør boripallar millum 150-170 sáttmálar um tænastuveitingar frá undirleverandørum av øllum handa slagi, líka frá wc-pappíri og vasking, til bóltar og borirør.

Hann metir eisini, at tað avleidda virksemi av oljuvinnuni verður stórt.

?Fólkatalið á Tvøroyri fer kanska at tvífaldast, og bara tað skuldi merkt ein sera stóran framburð hjá øllum vinnulívinum, tí øll hesi fólkini skulu eisini hava sínar tænastur, eins og fóki nú skal hava sínar tænastur.

Annars vónar Knútur Nygard, at vit fara fram við varsemi í oljuvinnuni, so at vit ikki vera tikin heilt av fótum. Og tað kunnu vit skjótt verða, og um nógv oljufeløg sleppa ígongd ísenn.