fara at leggja seg á, um fólkatingsvalið verður nú umleið eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið og nú bankakanningin ikki er liðug og har vit eiheldur hava havt fund við danir um skuldina. EITT fólkatingsval [...] tendens. Og spurningurin er so um hann verður í tráð við seinastu veljarakanningina, ið varð gjørd fyri stuttum. VIÐ seinasta fólkatingsval fingu fólkaflokkurin og sambandsflokkurin hvør sítt umboð á fólkating [...] skeið, mátti lúta fyri teimum báðum borgarligu flokkunum, og vit fingu harvið eina skeiva javnvág. NÚ er føroyska fólkatingsumboðanin oftani meira ein spurningur um persónsval enn um politiskar ideologiur
landsbankan varð samtykt í 1978, men bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin settu føtur í spenni at stovna landsbankan. OG teimum á baki kom bergmálið í Føroya Banka: »Det er unødvendigt med en landsbanke. De [...] sum peningur floymdi til landið, so umsetningurin í bankunum øktist 25 prosent ár um ár. POLITIKKUR er at skipa dagsins samfelag og skipa tað til komandi tíðir. Men í politiska kjakinum hoyrir eisini tað [...] De opgaver, som landsbanken skal tage sig af, kan vi sagtens klare«. Hetta er eisini ein partur av »bakspeglinum« - og ein partur av sorgarleikinum, sum bankar og fíggingarfeløg í Danmark sanniliga læntu
sær. TAÐ er ein misskiljing, um verandi løgmaður heldur, at nýggjársrøða hansara skal vera ein valtala fyri egna flokk sín. Tíanverri var mangt í røðuni í ár júst ein valtala, har sambandsflokkurin varð hevjaður [...] løgmaður fortelur Føroya fólki við síni nýggjársrøðu, er, hvussu vánaliga og ábyrgdarleyst allir aðrir hava stýrt - og hvussu fantastiskur sambandsflokkurin við løgmanni á odda hevur verið. Meðan alt gekk tann [...] tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, so er alt hetta broytt til tað betra, nú sambandsflokkurin hevur stýrt í fýra ár. ÁLVARATOS harra løgmaður. Tú, sum sjálvur sýnist vilja
áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan. Men spurningurin er so, um hetta er rætta tíðin at royna eina slíka, nú tá leiðarin av samgonguni, løgmaður sjálvur, hevur brent so nógvar [...] ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert [...] miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir vilja stuðla eini samgongu, sum teir higartil at stríðst og barst ímóti síðani síðsta val! Tá teir síggja, at rætta løtan er komin, og har teir ikki fáa
einum rættarsamfelagi, og sum ikki er dønum og donsku stjórnini til heiðurs. Tvørturímóti. SAMSTUNDIS, sum tað gerst flest øllum føroyingum greitt, at heimastýrislógin er ikki nóg góður og greiður sáttmáli [...] samtykt, at hann er sinnaður at loysa frá Danmark, og tað vóru ikki nøkur tandur, sum samtyktu at virka fyri nýggjum sáttmála við danir. Landsfundurin var ikki so fjølmentur, sum hann vanliga er, men lokalfeløgini [...] sleingja um seg við ósannindum, vísir einaferð afturat, at Dimmalætting og Sambandsflokkurin ganga við bindi fyri eyguni og har er sama hugsjónarloysi sum allar dagar síðani 1906. JAVNAÐARFLOKKUR, og ein
oljulóggávu, hóast marknatrætan ikki er greidd. Spurningurin er nú, um hann í heila tikið er fyri lógaruppskotinum, hann sjálvur hevur lagt fram, ella um hetta bara er sambandspolitikkurin í einum nøtihylki [...] SAMBANDSFLOKKURIN heldur ikki, at tað er nøkur grund at broyta heimastýrislógina. Á hinum bógnum heldur Tjóðveldisflokkurin fast við, at tað er eingin leið millum loysing og verandi óhaldbaru støðu. FLOKKARNIR [...] endurskoðast. Ja, sambandsflokkurin hevur valt tann bíliga og lítið konstruktiva leiklutin at boða frá, at hann er einasti flokkur, sum verjir ríkisfelagsskapin!!! HENDA støða løgmans er í stórari andsøgn
val og forhála tað. Jamen, Bjarni Djurholm! Løgmaður er tín egni samstarvsfelgið, hann hava tú og hinir fólkafloksmenninir valt at stýra Føroyum. Tað er væl tí, at tit eru í landsstýri saman, ella hevur tykkara [...] okkara tykki er einasta rætta avgerð nú at taka - eftir at sambandið við fólkafloksins tigandi góðkenning hevur forhálað bankamálið - at bíða við samráðingum við danir til eftir valið. Tá er tað eitt heilt [...] kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu til sítt egna persónliga politiska mál? Sambandið hevur í hvussu er spælt við opnum kortum. Strategiin hjá løgmanni og hansara ráðgeva, sum sigst vera fyrrverandi formaðurin
støðuna til ein valtaktiskan fyrimun. Við øðrum orðum eru sambandsflokkurin og fólkaflokkurin ábyrgdarleysir, nú teir spekulera í bankamálinum.Hetta er eitt alt ov álvarsligt mál til, at nakar flokkur má sleppa [...] Danmarkar at samráðast uttan at hava eitt samt løgting aftanfyri seg er ógvuliga álvarsligt. Hetta átti fólkaflokkurin ikki at góðtikið. Hvar er Bjarni Djurholm? [...] AT sambandsflokkurin og fólkaflokkurin hava staðið væl um sátt hava vit vitað leingi. Og at hesir flokkar ætla sær at samstarva í einum nýggjum landsstýri eftir valið - fáa teir valdið - tað vita vit eisini
linjuna hjá Emdund Joensen hevur sambandsflokkurin meldað seg úr tí annars uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur at verða undan einum vali. Tað er rætt og slætt ikki inn longur at fasthalda alt [...] landsfundinum herfyri. TAÐ er tí greitt, at taka vit spurningin um økt sjálvstýri ella loysing, so er valið í veruleikanum millum tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin. Tvs. her er talan um eitt val millum [...] EINGIN ivi er um, at hetta valið til løgtingið verður eitt av teimum mest spennandi. Við kreppuni og bankamálinum í kjalarvørrinum er greitt, at nógv stórpolitisk mál fara at verða fremst á valskránni
stór ónøgd er millum hansara egnu við hansara leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann [...] Poul Nyrup Rasmussen og krevja fund sum skjótast. ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin. Tað er ikki av tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum gongur [...] sær ?forløbið?. Hann hevur bara gloymt, at tað hann er farin í holt við er einki minni enn ein russisk roulette, har bæði hann sjálvur, sambandsflokkurin og alt Føroya fólk eru í vanda at liggja eftir á,