SAMBANDSFLOKKURIN heldur ikki, at tað er nøkur grund at broyta heimastýrislógina. Á hinum bógnum heldur Tjóðveldisflokkurin fast við, at tað er eingin leið millum loysing og verandi óhaldbaru støðu.
FLOKKARNIR á miðjuni og fólkaflokkurin tykjast hinvegin vera meira sinnaðir fyri at viðgera spurningin um ein nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar. T.d. eina sjálvstýrislóg ? ella í øllum førum eina lóg, sum heimilar sjálvræði á øllum økjum.
MEST paradoksal er støða sambandsfloksins. Í síni tíð vildi flokkurin ikki hoyra talan um eina heimastýrislóg. Eftir krígslok vildu fleiri av fremstu monnum sambandsins, at Føroyar skuldu halda fram sum eitt danskt amt. At enda gekk sambandsflokkurin so við til at góðtaka heimastýrislógina.
Í SAMBANDSFLOKSINS eygum er henda lóg ? sum í stóran mun bygdi á tjóðskapartankar javnaðarfloksins ? so góð, at hon má ikki endurskoðast. Ja, sambandsflokkurin hevur valt tann bíliga og lítið konstruktiva leiklutin at boða frá, at hann er einasti flokkur, sum verjir ríkisfelagsskapin!!!
HENDA støða løgmans er í stórari andsøgn til eina frásøgn frá nøkrum, sum formaðurin í Unga Sambandinum, Gunnar Nattestad, hevur borið fram. Hann skal hava sagt, at sambandsflokkurin má eisini fram við nøkrum útspælum á politiska leikpallin.
V.ø.o. tykist hesi ungdómspolitikari ásanna, at sambandsflokkurin setir ongantíð dagsskrá fyri politiska orðaskiftið í Føroyum. Og rætt er tað. Í nærum hundrað ár er sambandsflokkurin togaður til allar týðandi broytingar til frama fyri føroysku tjóðina ? bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga.
VERANDI leiðsla hevur valt at halda fram hesa kós ? at vera ímóti og vinna atkvøður fyri tað. Sjálvandi var flokkurin ímóti lógini um forkanningar við atliti til oljuvinnu, tí marknaspurningurin skuldi vera avgreiddur fyrst. Men nú noyddist so løgmaður at leggja uppskot fram um oljulóggávu, hóast marknatrætan ikki er greidd. Spurningurin er nú, um hann í heila tikið er fyri lógaruppskotinum, hann sjálvur hevur lagt fram, ella um hetta bara er sambandspolitikkurin í einum nøtihylki ? at vera ímóti og ongantíð vera skapandi?