Aftur eitt prógv!

SJÓNVARPSSENDINGIN »Tá Danmark loysti« prógvaði aftur, at tað er neyðugt við nýggjum sátmála millum Føroyar og Danmark. Hetta hevur Javnaðarflokkurin víst á seinastu sjey árini og líkt er til, at flokkurin fær meiri og meiri rætt í sínum sjónarmiði.

SENDINGIN, sum Sjónvarp Føroya hevur gjørt, hevði ikki so nógvar nýggjar upplýsingar, men hon vísti so, at danskar stjórnmálastovur høvdu fyrireikað føroysku »kreppuna« upp aftur betri, enn føroyski almenningurin visti frammanundan.


UM danskir embætismenn hildu, at tað var neyðugt at geva føroyska heimastýrinum eitt varskó, áttu teir at havt gjørt tað á ein virðiligan hátt, og ikki at skapa eina kreppu fyri at fáa »fjalla-apurnar« at skilja álvaran.


HENDA væl tilrættislagda verkætlan sýnir ein vanvirðisligan hugburð ímóti føroysku tjóðini, sum ikki sømir seg einum rættarsamfelagi, og sum ikki er dønum og donsku stjórnini til heiðurs. Tvørturímóti.


SAMSTUNDIS, sum tað gerst flest øllum føroyingum greitt, at heimastýrislógin er ikki nóg góður og greiður sáttmáli millum ríkispartarnar, heldur Dimmalætting fram við síni ósonnu og lítið at sær komnu herferð ímóti Javnaðarflokkinum, tí hann hevur samtykt at virka fyri eini sjálvstýrislóg.


JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ikki samtykt, at hann er sinnaður at loysa frá Danmark, og tað vóru ikki nøkur tandur, sum samtyktu at virka fyri nýggjum sáttmála við danir. Landsfundurin var ikki so fjølmentur, sum hann vanliga er, men lokalfeløgini vóru umboðað við nevndarlimum og álitisfólkum.


AT DIMMALÆTTING ikki hevur meira at leggja afturat orðaskiftinum um tjóðskaparspurningin, enn at sleingja um seg við ósannindum, vísir einaferð afturat, at Dimmalætting og Sambandsflokkurin ganga við bindi fyri eyguni og har er sama hugsjónarloysi sum allar dagar síðani 1906.


JAVNAÐARFLOKKUR, og ein helmingur av føroysku tjóðini heldur, at vit skulu hava eina meira víðgongda skipan enn verandi, og einki er at ivast í, at seinasta sjónvarpssendingin sannførdi uppaftur fleiri føroyingar um tað sama.