Edmund og Anfinn mugu steðgast

Tað er skeivt at fara til Danmarkar at samráðast um bankamál og skuld nú undan valinum. At fólkaflokkurin letur sambandið brúka málið sum valagn er sera avdúkandi

AT sambandsflokkurin og fólkaflokkurin hava staðið væl um sátt hava vit vitað leingi. Og at hesir flokkar ætla sær at samstarva í einum nýggjum landsstýri eftir valið - fáa teir valdið - tað vita vit eisini. Men at tveir flokkar kunnu vera so ?skrupulleysir? og so ábyrgdarleysir - soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- og skuldarmálinum - tað hevði fáur torað at droymt um.


TAÐ var einaferð ein løgmaður, sum segði, at vit føroyingar áttu at standa saman í hesum málinum. At vit áttu at fara til Danmarkar við eini felags stevnu og ætlan. Sami løgmaður tekur síðani alt tað føroyska fólkið sum gísla fyri at skaffa sær sjálvum álit í sínum egna flokki. Við at skriva út nýval tók løgmaður í veruleikanum og stakk alt Føroya fólk í bakið. Eitt tað mest týðandi málið í Føroya søgu varð av løgmanni koyrt út á eitt síðuspor, og har hevur tað verið liggjandi síðani løgmaður skrivaði út nýval. Var hetta við bráddum huga og hevur løgmaður ætlað hetta leingi?. Við at skriva út val í eini tíð, har øll tjóðin stóð samd og saman um at fara til Danmarkar, setti løgmaður eisini kílan í hjólið, skapti øsing og ónøgd millum ikki bert sínar egnu men millum allar politikararnar, sum annars stóðu saman. Kann tað vera so galið, at tá politiska søgan fer at verða skrivað einaferð, fer avgerðin hjá løgmanni at útskriva nýval og harvið forpurrað og forbrongla samráðingarstøðu okkara, at verða mett sum størsta dáragerð nakað politikari hevur gjørt móti sínum egna fólki?


EIN skuldi trúð, at løgmaður kendi seg illa við, at hann tók seg aftur og fjaldi seg. Men hvat ger hann. Jú nú dittar sami maður, sum segði seg frá sum samráðingarleiðara, tá óstóð, at proklamera seg av nýggjum sum samráðingarleiðara. Eftir at hava koyrt alt í ein ellibita fer hesin maður nú út og proklamerar, at hann ætlar sær til Danmarkar at loysa bæði bankamál og skuld. At hann so um sama mundið leggur javnaðarflokkin undir at vilja forhála samráðingarnar, vísir jú bert, at løgmaður hevur gjørt sær hetta politiska stórmál til høvuðsvalagn hjá einum sambandsflokki, sum annars eru syndraður. Smart, tí hetta kann savna flokkin aftur um størsta fíggindan, javnaðarflokkin - men tað verður uppá bekostning av framtíðar lagnuni hjá øllum føroyingum.


MEN tøkk skal hann hava fyri, at hann spælir við opnum kortum. Tí hvørt mansbarn hevur kunnað gjøgnumskoðað útspælini síðani valið varð útskrivað. Sama kann ikki sigast um samgongupartnaran og medseka fólkaflokkin. Formaður floksins hevur latið stavnamann sín koyra løbið, tí sjálvur skal hann spara sær krútið til valið. Men fólkaflokkinum líkt vil hann eisini royna at vinna sær atkvøður uppá bankamálið. Hann torir ikki at tala løgmanni ímóti, tí helst síggja báðir flokkar sær møguleikan at kunna vinna sær atkvøður uppá at koyra bankamálið fram nú. Fer andstøðan at forða hesum so fær hon onkursvegna skyldina endar hetta ikki til okkara fyrimun, og sleppur landsstýrið framat og kortini einki fær burtur úr fyri valið, so fær aftur andstøðan skyldina fyri at hava forplumrað málið. Og sjálvandi fær javnaðarflokkurin høvuðsábyrgdina.


NEI. Fólkaflokkurin er partur av hesi sambandssku kabalu. Hann, sum tegir samtykkir, og fólkaflokkurin hevur valt at tiga í hesum málinum. Var nakar stiril í honum tók vendi hann alment sambandinum bakið. Men fólkaflokkurin spekulerar í løtuni: hvussu hann kann brúka støðuna til ein valtaktiskan fyrimun. Við øðrum orðum eru sambandsflokkurin og fólkaflokkurin ábyrgdarleysir, nú teir spekulera í bankamálinum.Hetta er eitt alt ov álvarsligt mál til, at nakar flokkur má sleppa at spekulera í tí til egnan fyrimun. Allar góðar krefir eiga at leggjast í til tess at fáa Føroyum eina góða loysn. At løgmaður ætlar sær til Danmarkar at samráðast uttan at hava eitt samt løgting aftanfyri seg er ógvuliga álvarsligt. Hetta átti fólkaflokkurin ikki at góðtikið. Hvar er Bjarni Djurholm?