óg varð til viðgerðar í tinginum herfyri. Heine O. Heinesen vísti á, at tað liggur ein sera stóra ábyrgd á tinginum at skula lóggeva á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er [...] oksins vísti í røðu síni á, at hevði hann sum limur í Vinnunevndini ikki havt høvi at vitjað Noreg herfyri, so hevði tað ikki verið møguligt at gjørt sær eina mynd av, hvussu stórsligið oljuvirksemið er [...] norðmenn hava brúkt. -Nú vit fara inn í hesa vinnu hevur tað alstóran týdning, at vit upplæra okkara fólk á sama hátt sum norðmenn hava gjørt. Tingmaðurin helt fyri, at hann hevði ikki so ilt við at taka undir
heilt vanligt, at fólk koma higar at keypa aðrastaðni úr landinum, báði úr Norðoyggjum, úr Havn og aðrastaðni við. Tað sæst á nógv ferðsluni við handlarnar um dagarnar. Men nú vit standa á gáttini til 21 [...] eru enn fleiri, komnir afturat enn teir, sum lótu aftur. Og at síggja nýggjar handlar lata upp á eystara armi á Skálafjørðinum, er ikki nøkur sjáldsom sjón. Bara seinastu tíðina eru tríggir nýggir handlar [...] handlar, sum draga fólk. Í Runavík er báði rúsdrekkasøla og apotek. Sunrid Olsen sigur, at allir hesir handlar stuðla uppundir hvørnn annan, tí tað er ein stórur fyrimunur., at her fæst alt á einum stað. Endamálið
men um t.d. eitt mál sum vatnorkuútbyggingina. Føroya fólk hevur rætt til at vita á hvørjum grundarlagi avgerðin um Eiði III varð tikin, og hvussu orðaskiftið fór fram í hesum sambandi. At okkara land [...] rokár á hvørjum ári. SEV ásetuálvt prísin. Tað er so eiðasørt at landsstýrið leggur uppí. Ársúrslitið í 1996 gjørdist góðar 15 mió. Inntøkan vaks við 9 mió., men útreiðslurnar vuksu eisini nógv. Oljan [...] samtyktu íløguætlaninar eru fylgdar, tá ið árið er av. Sum lundi á jólanátt Í mong ár havi eg biðið um, at grannskoðari SEV?s skuldi vera hjástaddur á umboðsnevndarfundunum, men enn hevur hann iki víst seg. Hetta
Fleiri lesarar spyrja seg fyri um prísir o. a., eins og nógv foreldur spyrja, hvussu tey kunnu tekna haldaragjald fyri børn, sum lesa í útlondum. Tí skulu vit niðanfyri greiða frá hesum viðurskiftum: At [...] krónur - ella 40 krónur um mánaðin. Tað ber til at tekna seg sum haldara í Internet Sosialinum. Við á trýsta á knøttin, sum nevnist »gerst haldari«. Har kemur fram ein síða við einum útfyllingarteigi. Tað ber [...] fært tú sendandi eitt loyniorð, sum tú skalt nýta fyri at sleppa inn á Internet Sosialin eftir 1. januar 1998. Higartil hava um 40 fólk teknað seg sum haldarar av Internet Sosialinum umframt teir 250, ið
niður á eitt støði, har kommunurnar fáa arbeitt. Og hvussu tað kann gerast, hevur hann eitt ítøkiligt uppskot, sum hann við hesum leggur fram. Líka lágan skatt sum Havnin Hann sigur, at nógv fólk rýma úr [...] hægri skattaprosent enn Tórshavnar Kommuna. Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri sigur, at hann nú hevur eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu tær ringast staddu kommunurnar kunnu verða bjargaðar. Hann sigur, [...] sigur, at hann hevur ikki roknað nágreiniliga út, hvussu stóran part av skuldini, kommunurnar ikki klára at betala um skattaprosentið allastaðni lækkar niður á tað sama, sum Havnin hevur. Men við hesari loysnini
fíggjarligari jólarenning. Ólavur og aftur Ólavur Tað er eingin endi á tí, ið hesin maður kann seta í gongd. Í so nógv við hvørt kanska, men í hvussu er býr í hesum manni orka og ágrýtni, sum kann vekja sjálvt [...] landslagnum enn felagin á kórmótinum, so eiga vit ikki at fara skeiv av Kanny Sambleben, tá um kamartónleik ræður. Tað er gleðiligt, at hetta orkestur er virkið. Tað er heilt avgjørt tørvur á einum kamarorkestri [...] fransarnar í einum kjallara á Tinganesi, tá orkestrið spældi festmusikk úr operuni »Alcina« eftir Händel. Okkurt høvdu teir gomlu sagt, um okkurt parið hevði stilla upp til eina »Gavottu« á kirkjugólvinum. Vit
Sámal P. í Grund frá sum landsstýrismann. Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, er eisini formaður í uttnaríkisnevndini. Har eru nógv álvarsmál fyri, eitt nú ES-mál, undirgrundin og ha [...] Helena Dam á Neystabø sigur, at hon frameftir er formaður í uttanríkisnevndini. Hon væntar ikki, at hon skal fara frá, uttan so at løgtingið fer at velja nevndirnar av nýggjum, og at nýtt fólk skal setast [...] landsstýrismannin í fiskivinnumálum at koma við lógarheimildini, og tá verður neyðugt at seta tal á, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon ásannar at Landsstýrið situr eftir í ótryggum politiskumviðurskiftum. - Teir
liva við. Løgmaður vísir á, at tað eru bert fá ár síðani, at samfelagið nærmast fór á húsagang og 15% av føroyingum fluttu av landinum, fjórði hvør var arbeiðsleysur, og øll fólk vóru undir slíkum skattaoki [...] til ta tíð. - Kann tað henda, at tínir egnu verða ekskluderaðir á sama hátt sum Sámal Petur, nú teir krevja, at Vágatunnilin verður við á fíggjarlógini? - Hatta havi eg ikki hug at svara uppá. Uppá fyrispurning [...] politikkur. Hann skal blíva við at endurtaka tað sama til fólk trúgva tí. Edmund Joensen sigur, at Jóannes Eidesgaard av góðum grundum ikki veitt, hvussu arbeitt verður í Tinganesi undir tí nýggju lógini, har
stovu eg fari inn á og hvønn eg vitji. Bøgesvang er ógvuliga upptikin av hesum arbeiði. - Á sjúkrahúsinum komi eg í samband við ótrúliga nógv fólk, og eg upplivi tað altíð, sum eg havi so nógv við mær, tá eg [...] sum fái nógv heim við mær frá teimum sjúku. vit mugu bara vóna, at tey eisini fáa nakað burtur úr vitjanunum. - Vit hoyra ofta fólk siga, at góð heilsa er tað besta av øllum. Fólk, sum liggja á sjúkrahúsi [...] prædikum ongantíð um dómadag. Hann leggur dent á lívið og tað at vera menniskja. - Mítt sjónarmið er, at vit fyrst og fremst skulu hugsa um lívð her á jørð, og hvussu vit liva. Tað, sum kemur aftaná, mugu vit
okkurin nú skulu til andstøðuna at gjara við sínum politikki. Vit eru á veg beinleiðis í avgrundina, sigur Ingeborg Winther. Fólk mugu duga at síggja, hvat tað í veruleikanum er, Fólkaflokkurin vil við [...] skattalætta til allar teir arbeiðsmenninar, sum noyddust at rýma frá húsi og heimi - sum nógv mistu - undan kreppuni. »Hvussu við teimum? Verður eingin skattalætti latin fyri at fáa tey fólkini heimaftur?« spyr [...] var. Men sum við fiskimonnunum væntar hon kortini ikki, at fólk fara at koma aftur, bara tí ein landsstýrismaður egnir við 15% í skattalætta. Fólk hava longu verið so mikið leingi burtur, at tey hava etablerað