Fleiri lesarar spyrja seg fyri um prísir o. a., eins og nógv foreldur spyrja, hvussu tey kunnu tekna haldaragjald fyri børn, sum lesa í útlondum.
Tí skulu vit niðanfyri greiða frá hesum viðurskiftum:
At halda Internet Sosialin kostar tað sama, sum at halda blað Sosialin í Føroyum, 240 krónur um ársfjórðingin. Men fram til nýggjárs sleppa øll ókeypis inn á Internet Sosialin. Tey, sum tekna seg sum haldarar áðrenn 1. januar komandi, fáa fyrsta ársfjórðing fyri hálvan prís, sum er 120 krónur - ella 40 krónur um mánaðin.
Tað ber til at tekna seg sum haldara í Internet Sosialinum. Við á trýsta á knøttin, sum nevnist »gerst haldari«. Har kemur fram ein síða við einum útfyllingarteigi. Tað ber eisini til at tekna seg sum haldara við at ringja til Sosialin, ella við at fylla út lepa í faldara, sum í næstum verður borin í hvørt hús.
Tá tú hevur teknað teg sum haldara, fært tú sendandi eitt loyniorð, sum tú skalt nýta fyri at sleppa inn á Internet Sosialin eftir 1. januar 1998.
Higartil hava um 40 fólk teknað seg sum haldarar av Internet Sosialinum umframt teir 250, ið longu hava teknað seg sum e-mail haldarar. Sum e-mail haldari fært tú eitt e-mail sendandi, hvørja ferð blaðið verður dagført við linki til greinarnar í blaðnum.