Bach í Advent

Hugnalig konsert í Vesturkirkjuni

Einki er sum ein flógv stund við tónleiki, nú myrkrið og kuldin hava boðað frá advent og komandi jólahátíð.

Hóast tilboðini eru mong, so tykjast alt fleiri at leita sær frið saman við tónleikinum eina løtu - burtur frá strongd og fíggjarligari jólarenning.


Ólavur og aftur Ólavur

Tað er eingin endi á tí, ið hesin maður kann seta í gongd. Í so nógv við hvørt kanska, men í hvussu er býr í hesum manni orka og ágrýtni, sum kann vekja sjálvt aldargamalt basalt.


Havnarkórið

var sambindari. Kórið sang hesaferð bert Bach. Bach er í einum flokki fyri seg, tá talan er um kórtónleik, og enn leita tónaskald aftur til hansara flogvit, tá fyllast skal á hugflogið.

Havnarkórið vinnur altíð við tí eyðkenda klanginum. Kórið syngur sera vakurt og sopranarnir skyggja sum sólargeislar í glerpípum. Nógvar sterkar síður hevur kórið, men ikki allur tónleikur fellur eins væl ínn í ljóðmyndina hjá kórinum. Langar ha, ha, ha røðir kunnu ofta tykjast fremmandar í ljóðrúminum, sum var tað bert okkurt, ið skuldi fáast frá hondini - og helst sum skjótast.

Heldur enn stríða seg ígjøgnum drúgv verk skuldi kórið kanska valt smærri eindir við umhugsni - leitað djúpari, arbeitt meira við smálutum sum neyvleika og »dynamikki«

Vakur og góður klangur gerst mangar ferðir vakrari, um allir litir eru í myndini. Føroyskur kórsangur hevur í mong ár ligið millum »mf« og »f« - hví iki geva »pp« ein møgleika?

Vakrast helt eg »gute nacht« partin úr »Jesu, meine Freude« vera - kanska tí júst her virkaði styrkiskiftini niðureftir eisini.

Kórið megnar stórar uppgávur væl - hjúklan um heldur færri hevði ikki gjørt verri.


Tórshavnar Kamarorkestur

Hóast minni ásýniligur í landslagnum enn felagin á kórmótinum, so eiga vit ikki at fara skeiv av Kanny Sambleben, tá um kamartónleik ræður.

Tað er gleðiligt, at hetta orkestur er virkið. Tað er heilt avgjørt tørvur á einum kamarorkestri í býnum. Her kunnu teir betru næmingarnir royna seg, lærarnir kunnu halda seg í venjing, og vit onnur kunnu fáa gleði av hesum týdningarmikla virksemi.

Orkestrið spældi undir til nøkur av kórverkunum, men vit fingu eisini okkurt orkesturverkið at hoyra.

Ein kvartett stuðlaði undir »Brandenburger-konsert nr. 2«.

Kenneth Jones spældi »mini«-trompet, og kom hann sum heild væl frá handfaringini av hesum lítla og avdúkandi ljóðføri. Í støðum sera vakurt. Og skulu allir »solistarnir« hava rós fyri sín lut.

Konsertin eydnaðist væl - »andante satsurin« var í mínum oyrum tann vakrasti. Tað órógvaði eitt sidur, at instrumentini »stemmaðu« ikki altíð nóg væl, men rætti andin var har allatíðina, og løtan var livandi og góð.


Dansitónar í kirkjuni

Kom at hugsa um Barbu og fransarnar í einum kjallara á Tinganesi, tá orkestrið spældi festmusikk úr operuni »Alcina« eftir Händel. Okkurt høvdu teir gomlu sagt, um okkurt parið hevði stilla upp til eina »Gavottu« á kirkjugólvinum. Vit hugsa í dag neyvan um dans, tá hesin tónleikur ljóðar, men væl hóskar hann - eisini á eini atventskonsert í kirkjuni.

Eisini her eydnaðist orkestrinum at draga áhoyrarnar við sær inn í ein glaðan tónaheim.


»Begga« og Jógvan Thomsen høvdu hvør sín lítla lut í konsertini

Jógvan spældi nøkur smá orgulverk við tryggleika og myndugleika - eitt sindur »stevleysari« spæl hevði kanska hugað mær betur, men her eru sjálvandi eins nógvar áskoðanir, og tað eru fólk, ið lurta. Eisini spældi hann undir, tá Berghild Poulsen sang kenda lagið. »Bist du bei mir«.

»Begga« mennist í hvørjum, og hesin sangurin var einki undantak. Sangurin var sera væl framborin - inniliga og mergjað fylti hon kirkjurúmið við eymleika og kraft.


»Magnificat«

Bach fekk seinasta orðið. Og við hesum mergjaðu tónum takkaði allur hópurin fyri seg.

Vit takka eisini fyri eina fjálga og hugnaliga løtu.