Ongin kommuna skal hava hægri skatt enn Havn

­ Og so skal toppurin á kommunuskuldini setast í ein grunn, sum báði landið og kommunurnar skulu betala inn í. r ein loysn, sum fíggjarliga er so løtt at bera, at tað ber til at svølgja.

 

­ Ongin kommuna eigur at hava hægri skattaprosent enn Havnin.

­ Og tí eigur løgtingið beinleiðis at lóggeva fyri, at ongin kommuna skal hava hægri skattaprosent enn Tórshavnar Kommuna.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri sigur, at hann nú hevur eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu tær ringast staddu kommunurnar kunnu verða bjargaðar.

Hann sigur, at fyrsta treytin fyri at steðga fólkaflytingini til miðstaðarøkið í Føroyum, og bjarga útjaðaranum frá at doyggja út, er, at skuldarbyrðan hjá teimum ringast staddu kommununum kemur niður á eitt støði, har kommunurnar fáa arbeitt.

Og hvussu tað kann gerast, hevur hann eitt ítøkiligt uppskot, sum hann við hesum leggur fram.


Líka lágan skatt sum Havnin

Hann sigur, at nógv fólk rýma úr útjaðaranum, tí at í nógvum kommunum úti um landið er skattaprosentið so høgt, at tað er ikki livandi har.

­ Tí má fyrsta stigið verða at taka tað grundgevingina burtur, sigur Páll Vang.

Og tað kann bara gerast um løgtingið samtykkir við lóg, at ongin kommuna í Føroyum skal hava hægri skatt enn Tórshavnar Kommuna.


Skuldin í grunn

Páll Vang sigur, at hetta fer at gera, at nógvar kommunur ikki fara at klára sínar lániskyldur.

­ Tí er neyðugt at vit roknað okkum fram til. hvussu stóran part av skuldini, kommunurnar ikki klára at betala rentur og avdráttir av.

­ Tann parturin av skuldini, sum kommunurnar ikki klára at betala skal so setast í ein grunn.

Tvs, at grunnurin stendur sum lántakari, ímeðan landið og kommunurnar veðhalda fyri honum.

­ Ístaðin fyri kommunurnar, skal hesin grunnur so betala renturnar og avdráttirnar av toppinum av kommunuskuldini.

Báði kommunurnar og landið skulu betala tað inn í grunnin um árið, sum svarar til renturnar og avdráttirnar av hesum partinum av kommunuskuldini.

Inngjaldið í grunnin skal býtast ímillum landið og kommunurnar við 50% í part.

Parturin hjá kommununum verður roknaður eftir skattainntøkuni.

Páll Vang heldur ikki, at landskassin eigur at sleppa undan at verða við í kommunuloysnini, tí tað skerst ikki burtur, at landskassin hevur sína skyld av, at nógvar kommunur eru komnar so illa fyri, sum tær eru.

­ Landsstýrið hevði eitt kommunalt eftirlit og hevur góðkent hvørja einastu lántøkurnar.

­ Og vit kunnu eisini ført tráðin víðari og sagt, at táið ríkið hjálpir landskassanum við skuldini, kundi landið hjálpt kommunurnar.


Krevur ikki so nógvar pengar

Páll vang sigur, at fyrimunurin við hesi loysnini er, at hon krevur ikki so nógvar pengar, sum aðrar loysnir, ið hava verið frammi.

­ Av tí at grunnurin bara skal betala rentur og avdráttir av toppinum av kommunuskuldini, er henda loysnin ikki meiri peningakrevjandi enn so, enn at tað skuldi verið til at svølgt hjá øllum, heldur Páll Vang.

Somuleiðis fer inngjaldið í grunnin at minka ár um ár, so hvørt sum lánið verður niðurgoldið.

Hann sigur, at hann hevur ikki roknað nágreiniliga út, hvussu stóran part av skuldini, kommunurnar ikki klára at betala um skattaprosentið allastaðni lækkar niður á tað sama, sum Havnin hevur.

Men við hesari loysnini tosa vit ikki um at útvega hundraðtals miljónir beinanvegin, fyri at loysa trupulleikarnar hjá kommununum.

Men kanska verður gjaldið inn í grunnin tað fyrsta árið ikki meiri enn væl minni enn einar 50 miljónir - uttan at tað uppá nakran máta er roknað út.

Tað vil siga, at vit tosa kanska um 1/2 skattaprosent.


Tað verður tungt

Páll Vang sigur, at hann leggur hugskotið fram hóast hann ivast í, um tað letur seg gera at fáa gjørt nakað við tað.

­ Tíverri gongur ógvuliga strilti hjá landsstýri og løgtingi at taka tey stóru, truplu málini upp.

­ Mær vitandi hevur uttanlandsskuldin hjá landskassanum ikki verið til umrøðu í tinginum enn, og tað er nokk so sigandi um støðuna, heldur Páll Vang.

­ Eg haldi, at teir eru bangnir fyri at taka tey stóru málini upp fyri ikki fullkomiliga at avdúka sítt atgerðarloysi fyri øllum Føroya fólki.

­ Hinvegin eru teir óførir, táið tað kemur til at veita skattalætta og at fremja onnur tiltøk, sum eru væl dámd ímillum fólk, leggur hann speiskliga afturat.

Nú hevur tú sjálvur fleiri partamenn í landsstýrinum. Fært tú ikki sannført teir um at hetta er nakað, teir eiga at taka upp?

­Nei tað sær út til at ganga illa við tí. Tað vísir seg í Føroyum, at tann, sum er lágmæltur og sakligur, og tann, sum skrivar hampilig brøv, fær ikki svar. Í Føroyum er neyðugt er neyðugt at rumbla og skrumbla fyri at verða hoyrdir­ og tá er okkurt heilt galið sigur Páll Vang.

Hetta, sum tú skjýtur upp, er ein samhaldsføst loysn. hvussu verður at fáa kommunurnar at taka undir við, at allar skulu betala fyri nakrar fáar?

­ Tað verður ikki lætt. ­ Tað var eitt sindur av solidariteti at hóma í fyrstuni. Men nú er kreppan av í nøkrum. Og við tí, hvarv eisini solidariteturin.

Páll Vang heldur, at tí er tað neyúgt at gera tað við lóg. Og tað má gerast, tí kappingarførið útjaðarunum versnar fyri hvønn dag.