Flokkurin, ein forðing fyri áhugamál løgmanns

Í ?5¹aranum³ mikudagin, segði Annfinnur V. Hansen, advokatur, at løgmaður møguliga brúkti Sámal Petur í Grund sum orsøk, at sleppa úr samstarvinum við Sjálvstýrisflokkin


Tað er eingin loyna, at Sjálvstýrisflokkurin hevur markantar meiningar um fleiri mál í samgonguni, sum Edmund Joensen. løgmaður, hevur havt torført við at góðtaka.

Nú flokkurin er farin úr samgonguni, eru nógvar gitingar frammi um, hví løgmaður bar seg so óstórsliga at. tá hann koyrdi Sámal P. í Grund frá sum landsstýrismann.

Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, er eisini formaður í uttnaríkisnevndini.

Har eru nógv álvarsmál fyri, eitt nú ES-mál, undirgrundin og handilssáttmálar við onnur lond.


ES-limaskap og undirgrundin

Tað, at Sjálvstýrisflokkurn ikki er fyri ES-limaskapi, sum er eitt hjartamál hjá løgmanni, og so tað, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ikki eru samdir um undirgrundarmálið, eru kanska orsøkir til at løgmaður vil siga samstarvið við flokkin upp.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon frameftir er formaður í uttanríkisnevndini. Hon væntar ikki, at hon skal fara frá, uttan so at løgtingið fer at velja nevndirnar av nýggjum, og at nýtt fólk skal setast í nevndirnar.


Uttanríkisnevndin kann umskipa seg

- Nevndin kann umskipa seg, men eg veit ikki, um hon vil hava nýggjan formann, nú broytingarnar eru farnar fram, sigur Helena Dam á Neystabø.

Í uttanrikisnevndini sita nú tvey umboð fyri samgonguna og fimm í andstøðu.

- Nú er støðan tann, at Sjálvstýrisflokkurn situr í andstøðu í tinginum, men vit fara eisini frameftir at arbeiða seriøst í nevndini, eins og áður, sigur Helena Dam á Neystabø.

Í tinginum fer flokkurin at arbeiða frá máli til mál, men annars heldur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, at tað hevði verið hóskandi at havt val rættiliga skjótt.

Hon veit ikki, hvussu fer at vera við fíggjarlógini, men væntar ikki tær stóru broytingarnar.


Ótrygg, politisk støða

- Avmarkingarnar liggja í fíggjarlógarkarminum, men annars eru ivamál, eitt nú at stuðulsskipanir eru settar ósundurgreinaðar á fíggjarlógina. Tað ber ikki til, men eg hugsi heldur ikki, at ósundurgreinaðar upphæddir eiga at vera játtaðar.

- Tað er upp til landsstýrismannin í fiskivinnumálum at koma við lógarheimildini, og tá verður neyðugt at seta tal á, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon ásannar at Landsstýrið situr eftir í ótryggum politiskumviðurskiftum.

- Teir ynsktu ikki at samstarva við okkum longur, men harfyri fara vit ikki at spæla hund, á sama hátt sum teir, sigur Helena Dam á Neystabø.