undir krígnum, og hann slapp ikki til Danmarkar at lesa. Hann var tí vikarur í Gøtu, Funningi og Havn, og hann ferðaðist eisini kring um í landinum og býtti gassmaskur út til fólk. Tað arbeiðið gjørdi hann [...] einari framúr góðari týðing. Tí fáur man sum hann hava dugað at týtt útlendskan skaldskap á høgum stigi til føroyskt. Nú fyllir hann áttati, Axel Tórgarð í Kvívík. Hann varð føddur í Havn, sonur Valborg Eide [...] assistant contractor og military interpreter (tolkur) hjá bretska hervaldinum. Eftir kríggið fór Axel til Keypmannahavnar at lesa og tók guðfrøðiprógv í 1954. Síðani var hann prestur í Suðurstreymoy í 3 ár
tey Havnar Bio uppaftur, og væl tykist at bera til, hóast mong hildu, at ein biografur hevði ongan møguleika eftir, at Sjónvarpið var komið. Louis giftist í 1966 við gentu úr Syðrugøtu. Tey eiga børnini [...] Herluf Thomsen, og í 1966 fekk hann sær egnan matvøruhandil í Klaksvík. Í 1975 fluttu hann og konan til Havnar og fóru at selja heilvág og kosmetikk. Tey bæði vóru í Danmark og fingu útbúgving sum matrialistar
høvdu skjótari til posthús og apotek. Eitt skifti koyrdi eisini bussur um buktina, so tað var lagað manni at fara til handils, hóast tú búði á ?skeivari síðu?. Og skuldi Amalia sjálv til handils stengamegin [...] men tá hon var 12 ára gomul, fluttu foreldur hennara, Josefina og Símun Poulsen, til Klaksvíkar at búgva. Í 1951 giftist hon Magnusi Hansen úr Mikladali og fingu tey dóttrina, Josefinu. Amalia, sum nú er [...] Amalia var blaðung, tá hon lærdi seg at binda á maskinuni hjá mammu sínari. Tá hon giftist, og sum flestu konur tá, gjørdist heimagangandi, fór hon at binda á maskinu fyri fólk. Tá var tað soleiðis, at
arbeiddi nøkur á hjá Bambus Foto, sum tá helt til í Tróndargøtu og í skóbúðini hjá Demmus í miðbýnum. Hon var eisini dagrøktarmamma í 10 ár. Inger giftist í 1961 við Denhard Hansen av Toftum og eiga tey
Tú vart ein sum altíð spurdi til familjuna og vildu vita, hvar og hvat vit gjørdu, og ikki minst hvussu vit høvdu tað. Tú vart nakað serligt, tað eru vit jú øll, men tú vart nú burturúr. Tá ið tú komst [...] meira regluliga saman, fyrst úti í Hornabø, og nú ikki minst tá ið tú hevði hitt Andreas, sum tú giftist við, eg minnis so væl, tá ið tú hevði møtt Andreas, hvussu glað tú vart, tað sást so væl á tær, at [...] Andreas fingu bert ov stutta tíð saman, men vit mugu boyggja okkum, tá ið Gud vil hava okkum heim til sín. Góða Vilgerð, nú ert tú saman við pápa tínum, mammu tínu og beiggja tínum »Meinert«, sum tú misti
børnini, sum omman tók til fosturs, vóru Senita Hansen úr Skopun og Mads Winther Djurhuus, sum eisini var úr Skopun. - Senita fór til Danmarkar, og Mads til Noregs, har hann sigldi, til hann keypti jørð har [...] børn til fosturs. Tá ið Karolina gavst at handla, tók pápabeiggi Andre, Eisenberg Hentze, handilin á seg. - Pápi og Eisenberg vóru bara tveir brøður. Systrarnar vóru tríggjar; Gretha, sum giftist Jógvani [...] higar Men hvussu kom so "sandingurin", sum hevur verið her í 36 ár, higar til økið. Andre sigur, at hann í sínari tíð kom til Søldarfjarðar at stoypa garð, kantar og tún hjá einum mammubeiggja Marjun,
er fødd og uppvaksin í Skopun. Sum ung fór hon til Íslands at tæna, og beint fyri 2. heimsbardaga fór hon somuleiðis til Danmarkar at tæna. Í 1940 giftist hon við Erling Dalsgaard á Møluni í Skálavík. Saman
Sloans húsi Tá Diana var 14 ára gomul, fór hon, eins og flestu gentur tá, út at tæna. Leiðin gekk til Havnar til Ellu Sloan, har hon skuldi vera arbeiðsgenta. - Hjá Ellu var gott at vera, tí tey vóru so fitt [...] fíggjarligar sømdir hjá teimum, sum lósu niðri. Í 1964 fóru tey so avstað, hon at læra til sjúkrahjálpara og hann at lesa til byggifrøðing. Árini í Danmark vóru góð, og danska samfelagið tók væl móti teimum [...] Foreldur hennara, Anna Maria og Mathias Jacobsen, fingu 9 børn, og er Diana elst av systkjunum. Í 1962 giftist hon við Finn í Puntabyrgi av Tvøroyri, og eiga tey børnini, Ann, Margee og Tórur. Barnaárini vóru
sló afturímóti, og endin var, at Beso rýmdi til Tiflis. Longu tíðliga í tíðini koma ? um ein kann taka so til ? tey ljósaru brigdini í Stalins persónleika til sjóndar. Hann var gløggur, hevði framúr gott [...] tann vana at sita uppi til langt út á morgunin. Saman við honum vóru vanliga nakrar av teimum eltibløðrum, sum í o.u. eina fjórðingsøld høvdu framt hansara politikk og gingið honum til handa. Beria, Malenkov [...] biograf í Kreml og koyrdu seinni við Bossinum út til hansara summarhús í Kuntzevo. Har drukku teir, fortaldu krønikur ella stungu hvør øðrum skør, til klokkan bleiv bæði trý og fýra. Vanliga var Josef
og hvønn morgun ger hon kaffi til tey, sum detta inn á gólvið. Og hendir tað seg ein morgun, at eingin kemur, so ringir hon eftir onkrum av ommubørnum sínum. Í 1939 giftist Elsa við Hans Olsen av Tvøroyri