Hann ger ikki nógv um seg, men hevur kortini hampiliga stórt virksemi í Havn: fyrst handilin Heilsu, nú Matas, við náttúyruheikivági, og haraftrat hevur hann Havnar Bio.
Louis er uppvaksin í Klaksvík og tók millumskúlaprógv har í 1959. Hann arbeiddi so í 3 ár í heilsøluni hjá Herluf Thomsen, og í 1966 fekk hann sær egnan matvøruhandil í Klaksvík.
Í 1975 fluttu hann og konan til Havnar og fóru at selja heilvág og kosmetikk. Tey bæði vóru í Danmark og fingu útbúgving sum matrialistar, sum Matas-ketan kravdi.
Í 1993, í ringastu krepputíð, lótu tey Havnar Bio uppaftur, og væl tykist at bera til, hóast mong hildu, at ein biografur hevði ongan møguleika eftir, at Sjónvarpið var komið.
Louis giftist í 1966 við gentu úr Syðrugøtu. Tey eiga børnini Jákup Eli 1967 og Helgu 1968. Louis og konan búgva nú í Leynum.