Sigrid í Búri er fødd og uppvaksin í Skopun. Sum ung fór hon til Íslands at tæna, og beint fyri 2. heimsbardaga fór hon somuleiðis til Danmarkar at tæna. Í 1940 giftist hon við Erling Dalsgaard á Møluni í Skálavík.
Saman fingu tey 4 synir, Kjartan, Suna, Jens Marius og Magna, og í dag eigur Sigrid 10 ommubørn og 5 langommubørn.
Føðingardagurin verður hildin í heiminum í Villumsgøtu 18 leygardagin frá kl. 16?21.