Amalia selt tógv í 40 ár

Í dag eru 40 ár, síðani tógvbúðin, Búnin, læt upp í handilshølunum hjá Hákuni Lutzen úti í Klaksvík. Tá posthúsið, apotekið og handilslívið sum heild fluttu longur heim í býin, flutti Amalia við. Øll árini hevur handilin búleikast á vestursíðuni, til fyri góðum ári síðani, tá Búnin flutti yvirum í Nólsoyar Pállsgøtu

Amalia var blaðung, tá hon lærdi seg at binda á maskinuni hjá mammu sínari. Tá hon giftist, og sum flestu konur tá, gjørdist heimagangandi, fór hon at binda á maskinu fyri fólk.
Tá var tað soleiðis, at flestu matvøruhandlar seldu tógv eisini. Útboðið av tógvi sløddist tí um alla bygdina, og Amalia sá skjótt, at tørvur var á einum handli í Klaksvík, sum bara seldi tógv.
Hon fór tí at leita sær eftir høli at handla í og fekk handilshølið hjá Hákuni Lutzen til leigu. Síðani bílegði hon sær eina rúgvu at tógvi og bant niðurfyri, so hon hevði nakað at bjóða viðskiftafólkunum, tá handilin skuldi lata upp.
Tá Amalia bar upp á mál, hvat handilin skuldi eita, var beiggi hennara, Páll Rólant,skjótur at svara og segði, at handilin skuldi eita Búnin.
 
Klaksvíksgarðurin
Tá í tíðini var rættiligt lív í úti í Klaksvíksgarðinum. Umframt teir handlar, sum enn búleikast har, vóru posthús og apotek á garðinum. Eisini vóru handilin hjá Jens Clæmunti og tann hjá Johan Eliasi, majaríið og blómuhandilin hjá Hans Lutzen, oljusølan hjá Jákup Fredrikki og ikki at gloyma kajkioskin.
Ferjan sigldi um vánna, so stengafrensar høvdu skjótari til posthús og apotek. Eitt skifti koyrdi eisini bussur um buktina, so tað var lagað manni at fara til handils, hóast tú búði á ?skeivari síðu?.
Og skuldi Amalia sjálv til handils stengamegin - kanska fyri at keypa sær ein nýggjan hatt frá Siggu á Stongunum - ja, so var bara at taka eitt 25-oyra úr peningakassanum og hoppa umborð á ferjuna.
 
Flutti heimeftir
Fyrstu tíðina hevði Búnin bert opið millum klokkan tvey og seks seinnapartin. Men skjótt gjørdist neyðugt hjá Amaliu at hava opið allan dagin, og tá fekk hon sær eisini eina hjálp í handilin aftrat sær. 
Stutt eftir, at Búnin hevði lætið upp, fluttu posthúsið og apotekið heim í býin. Tá gjørdist sera ólagaligt hjá Búnanum, tí tey høvdu nógv brúk fyri posthúsinum, orsaka av, at nógv tógv varð sent út á bygdirnar.
Tá var heldur ikki vanligt, at hvør maður hevði bil. Tað kundi tí blíva ein størri útreiðsla at leiga hýruvogn, og langt er at ganga heilt av Stoksoyravegi heim í Vág.
Tí gjørdist einki annað hjá Amaliu enn at leita sær eftir høli nærri posthúsinum. Hon var heppin og fekk handilshølið til leigu, sum tá var í niðastu hædd hjá Føroya Banka. 
Har kom sjálvsagt nógv fólk, tí umframt bankan, húsaðust bæði sjúkrakassin og kommunulæknin har.
Amalia sigur, at hvørt staðið hevur havt sínar fyrimunir, og henni hevur dámt væl í øllum fýra støðunum, handilin hesi 40 árini hevur havt pláss.
 
Alt hevur verið gott
Barnaárini vaks Amalia upp úti í Svínoy, men tá hon var 12 ára gomul, fluttu foreldur hennara, Josefina og Símun Poulsen, til Klaksvíkar at búgva.
Í 1951 giftist hon Magnusi Hansen úr Mikladali og fingu tey dóttrina, Josefinu.
Amalia, sum nú er 76 ára gomul, er enn frísk og ferðug, og hon ætlar sær ikki at leggja heilt frá sær enn. Men, sum hon tekur til, fer hon helst at seta ferðina nakað niður nú.
Hon sigur, at árini, hon hevur handlað, hava verið serstakliga góð. Øll, sum hon hevur samskift við, bæði viðskiftafólk og stovnar, hava verið so stak beinasom.
- Tú, minst til at takka øllum, sum eg havi arbeitt saman við; tey hava øll verið líka einastandandi fitt, sigur Amalia - og rættir fram ein pakka av bróstsukri úr krukkuni á diskinum.