EIN GUDUR Í ANDALEYPI
VALDSHARRIN Í Kreml hevði í mong ár havt tann vana at sita uppi til langt út á morgunin. Saman við honum vóru vanliga nakrar av teimum eltibløðrum, sum í o.u. eina fjórðingsøld høvdu framt hansara politikk og gingið honum til handa. Beria, Malenkov, Khrustjov, onkuntíð Bulganin.
Bossin róptu teir hann. Tá ið dagsins arbeiði var av, fóru teir viðhvørt í biograf í Kreml og koyrdu seinni við Bossinum út til hansara summarhús í Kuntzevo. Har drukku teir, fortaldu krønikur ella stungu hvør øðrum skør, til klokkan bleiv bæði trý og fýra. Vanliga var Josef Stalin á fótum um ellivutíðina dagin eftir.
Men tann 1. mars 1953 bleiv klokkan 11, uttan at nakað lívstekin hoyrdist úr valdharrans íbúð. Middagur kom, og framvegis var einki lívsbragd at hóma. Ampi kom á tey fýra, sum høvdu umsjón við Bossinum og summarhúsinum - tveir vaktarmenn, kommandanturin Lozgasjeff og Matriona Petrovna Butusova, konan, sum reiddi upp og hevði umsjón við valdsharrans seingjarklæðum. Stalin hevði strangliga álagt teimum undir ongum umstøðum at fara inn í íbúð hansara, uttan so at tey vóru boðsend.
Klokkan nakað yvir tíggju um kvøldið tók Lozgasjeff mót til sín og gjørdi sær ørindir inn í íbúðina við postinum. Hurðin inn í køkin var á glopp, og gjøgnum gloppið sá hann, at heimsins mætasti maður lá á gólvinum. Hann fór inn. Stalin hevði høgru hond á loft og royndi at siga okkurt, men frá honum kom bara eitt ljóð, sum surr frá eini býflugu. Lozgasjeff ringdi straks eftir hjálp. Tey fýra hjálptust um at bera Bossin inn í stovuna, har hann varð lagdur á eina sofu. Hann var ísakaldur, og Butusova breiddi eitt teppi oman yvir hann.
TANN SEINA HJÁLPIN
Ymisk tíðindir ganga um, hvat síðani hendi. Stalin-biografurin Edvard Radzinskij hevur kannað hesi viðurskiftir, og søgan, hann fortelur, er ógviliga løgin. Boð vórðu send eftir valdsharrans mætastu skutilsveinum. Heilir fýra tímar gingu, til Beria og Malenkov komu út í summarhúsið. Teir fóru inn til Bossin, komu út aftur, søgdu, at honum bagdi einki og fóru so avstað aftur. Eina ferð enn varð ringt, og nú lótu teir høgu harrarnar senda boð eftir lækna.
Urið hjá Bossinum var steðgað klokkan hálvgum sjey um kvøldið, sostatt var tað ivaleyst tá, hann var dottin. Læknarnir komu millum hálvgum níggju og níggju morgunin eftir. Bossurin hevði tá ligið óhjálptur í einar 12 tímar.
Stalin hevði eftir øllum at døma havt eina heilabløðing, og tað var greitt, at honum stóð ikki til bata. Dysturin við deyðan vardi í fimm dagar. Valdsharrin andaðist tann 5. mars klokkan hálvgum tíggju um kvøldið.
EITT FAÐIRLEYST FÓLK
TÍÐINDINI UM hesa hending fóru sum eldur um tað velduga sovjettrussiska ríkið. Valdsharrin rúgvaði um hetta mundið líka nógv upp sum teir gomlu zararnir, hann var tignaður og æraður sum undan honum Pætur Mikli ella Aleksandur Fyrsti. Og meira enn tað, hann var í roynd og veru ikon, gudur.
Hjá vanligum russarum kendist tað, sum høvdu teir mist faðir sín. Fólk venaðu seg og grótu, og mong, sum innast inni høvdu hildið, at teirra halga faðirbílæti fór at hava ævigt lív, fingu álvarsaman sálarhvøkk. Tá ið valdsharrin stóð undir børu, og fólk streymaður til Moskva úr øllum ríkisins avkrókum at síggja hann, varð slík trokan, at fólk í hundraðatali vórðu kroyst til deyðis.
Tíðindini um Stalins deyða frættust víðari út um hansara ríki, og vórðu borin, helst við danska ella norska útvarpinum, seinni sjálvsagt við bløðunum, út í ta lítlu útoyggj, har eg sjálvur búði. Eg var ellivu ár um hetta mundið. Ein genta, sum var tvey ár eldri enn eg, greiddi okkum frá, hvør Josef Stalin var. Pápin sín, segði hon, hevði fortalt, at hetta var ein óvanliga óndur maður. Einaferð hevði hann dripið ein prest. Hann kruvdi prestin og tvingaði hann at ganga rundan um eitt træ, so at vilini ringdust runt um træið, meðan Stalin hugdi at, ivaleyst við frøi.
Hetta var sjálvandi ein søga ella eitt líknilsi, av tí slagnum, sum børn og einfaldar sálir hava brúk fyri, tá tey royna at fata tann søguliga veruleikan.
Men hvør var tann søguligi veruleikin? Hvør var Josef Stalin? Á hvønn hátt gjørdist hann heimsins mætasti valdsharri? Hvør var hansara heimspeki? Hvussu kann ein lýsa hansara hugmyndafrøði, hennara uppruna, innihald og avleiðingar? Spurningurin er viðkomandi, kanska ein tann týdningarmesti politiski og søguligi spurningur í okkara tíð. At hetta málið eisini er aktuelt í dag, skilst greidliga, eitt nú, um hugsað verður um, at ein av Stalins ítastu næmingum og eftirlíknarum ? Saddam Hussein, valdsharri í Irak ? í hesum døgum stendur fyri falli.
DREYMURIN HJÁ KEKE
JOSEF VISSARIONOVITJ Djugasjvili varð føddur í tí lítla býnum Gori í Georgia, einum fjallalandi í Kaukasus vestan fyri Svartahavið. Georgia, sum russarar róptu Grusia, er tiltikið fyri sín villa, stórbæra vakurleika. Upprunaliga var tað eitt frælst land, við eini kristnari mentan, ið var nógv eldri enn tann russiska siðmenningin og søgan. Georgiarar, sigur søgnin, skulu vera ættaðir frá Thargamos, ið var langabbasonur tann bíbilska Jafet.
Gori var ein lítil býur, mest at kalla ein bygd. Yvir býnum, á einum hamara, sæst ein gomul borgartoft. Gjøgnum býin streymar áin Kura. Í fjøllunum stutt frá býnum er eitt landslag fult av hellum og holum, og longur burturi rísa Kaukasusfjøllini, kavatakt ovast, móti himli. Fyri aldarskiftið fyrra var Gori ein lívligur eysturlendskur staður við basarum, har handilsmenn sótu og drukku vín ella spældu nardy, sum er eitt borðspæl líkasum talv. Ymisk fólkasløg tyrptust her, eitt nú armenar, azerbadjanar og jødar.
Vanliga verður upplýst, at Stalin varð fødddur í desember 1879, og hetta verður eisini í dag borið víðari av blað- og søgumonnum. Veruleikin er, at hann varð føddur tann 6. desember 18781 . Hetta er bara ein av óteljandi sagnum, sum hava verið sagdar um henda mann.
Foreldrini hjá Stalin vóru bæði av smábóndaætt. Bóndafrígeringin í Russlandi kom ikki fyrr enn í 1860-árunum, og bæði foreldur høvdu sostatt verið ófrælsir festarar ella lívogn. Pápi Stalin æt Vissarion ? róptur Beso ? Djugasjvili, var ættaður úr bygdini Didi Lilo og lívbjargaði sær sum skómakari. Seinni flutti hann til Tiflis og fekk arbeiði á eini skóverksmiðju.
Stalin vaks upp í mesta vesældómi. Í barnaheimi hansara ? húsini eru til og eru sjálvandi í dag forngripur ? var bara eitt rúm, umframt ein lágan kjallara. Helst hevði lítli Josef mammu síni fyri at takka, at hann reis upp um sína stætt. Ekaterina Geladze, rópt Keke, var ikki meira enn sekstan ár, tá hon giftist við tí 24 ár gamla Beso. Hon var vøkur, ljóshærd og frøknut, musikalsk og las bøkur.
Hon átti fyrst tveir synir, sum báðir doyðu stutt eftir barnferðina, annar í vøgguni. Tá ið Jósef varð borin í heim, og eftir at hann vísti seg at vera lívførur, tykist hon at hava droymt um, at hann fór at gerast prestur. Tá ið Keke var gomul og gjørdist sjúk, kom sonur hennara ? hvørs tign og veldi nú bóru av øllum, hon nakrantíð hevði droymt um ? at vitja hana.
"Jósef ? hvør ert tú í grundini nú?" helt mamman fyri.
"Minnist tú zarin?" svaraði Stalin. "Íðan, eg eri sum ein zarur."
"Mætari hevði verið, um tú bleiv prestur," svaraði mamman.
EITT KONUBROT
MEN LÍKINDINI til at rísa upp um byrjunarkorini í Gori vóru ikki góð. Aftrat armóðini komu viðurskiftini í heiminum og hjúnanna millum. Skómakarin Beso - lágvaksin, døkkleittur, við yvirskeggi og skeggi - var váttligur og harðligur. Hann bukaði sonin og fýrdi ikki fyri at leggja hond á konu sína.
Tey fyrstu árini tykist Keke ikki at hava vitað sær onnur ráð enn at taka tann ræðslusligna drongin og renna inn til onkran granna. Men Keke tykist at hava verið eitt rættiligt konubrot. Hon forvann sær nøkur oyrur við at ganga út til múgvandi fólk at vaska og seyma. Sum hon búnaðist, og styrknaði av arbeiðinum, vildi hon ikki longur lata sær alt lynda. Hon sló afturímóti, og endin var, at Beso rýmdi til Tiflis.
Longu tíðliga í tíðini koma ? um ein kann taka so til ? tey ljósaru brigdini í Stalins persónleika til sjóndar. Hann var gløggur, hevði framúr gott minni og var musikalskur. Vit vita eisini, at hann hevði sjónleikaragávur og dugdi væl at herma. Hann slapp inn á kirkjuskúlan í Gori og var skjótt tann besti í sínum flokki. Stalin varð um hetta mundið vanliga bara róptur Soso, sum sjálvsagt er kelinavn fyri Josef. Ein annar næmingur, David Suliashvili, greiðir soleiðis frá:
Føstuhátíð var í kirkjuni, og tríggir sangarar sungu iðrunarbønirnar. Teir, sum høvdu best mál, vórðu altíð valdir, og Soso var altíð teirra millum ... Til kvøldarmessuna lógu tríggir dreingir á knæ í kórskjúrtum og sungu bønirnar ... einglarøddirnar hjá teimum trimum børnunum ... tann gylta kórsgrindin stóð opin ... presturin hevjaði sínar hendur móti himli, og vit løgdu okkum fram á grúgvu fyltir við einum fagnaði sum ikki var av hesum heimi.
KOBA
Sagt verður um tann unga Josef Djugasjvili, at hann var gudrøkin, dámdi væl fara túrar út í ta villu natúrina ella at klintrast, og at hann saman við vinum sínum plagdi at gera ferðir til tann merkiliga avtoftaða hellisbýin Uplis Tsikhe, sum er frá undankristnum øldum.
Hann las dúgliga. Ein av hansara yndisbókum var skaldsøgan Faðirbanin eftir georgiska rithøvundin Kazbegi. Hetjan í bókini er tann djarvi og útlagni Koba, sum eggjar fjallabúgvunum til stríð móti zarinum, verður svikin og drepur sín svíkjara. Stalin tók sær seinni ? sum kollveltari ? dulnavnið Koba.
"Kanna, hvat hendi í Linz", yrkir enska skaldið W.H. Auden. Linz var býurin, har Adolf Hitler var føddur, og yrkjarin vil ivaleyst við hesum orðum vera við, at lykilin til mannin finnur tú í barndóminum. Tað man vera fáfongt at royna seg við fikkusálarfrøði ella vísindaligum útgreiningum um upprunan til Stalins muru. Eitt tykist kortini týðiligt. Hann var ikki nakað vanligt umboð fyri sítt fólk.
Um georgiarar verður ofta sagt, at teir eru glaðlyntir, stórtóknir, kurteisligir, latir og oyðslutir. Flestir eygleiðarar eru samdir um, at Stalin var tigandi, lúnutur, tykkin og íminnin. Í hansara sinni andi meira enn ein feril av jødahatri, eitt fyribrigdi, sum annars ikki fanst í Georgia. Seinni kom undan kavi, at hann var meira enn vanliga forfongiligur (men gjørdi alt fyri at krógva henda eginleika), og at hann var illa riðin av undirlutakenslu.
Tjóðskaparliga og málsliga var Josef Djugasjvili í eini serstøðu. Í bygnaði og bending er georgiskt á einum eldri stigi enn tey indoeuropeisku málini, kanska á sama stigi sum eitt nú baskiskt ella piktiskt. Stalin lærdi russiskt í skúlanum, men tosaði tað ongantíð reint. Eina tíð var hann hugtikin av tí georgisku tjóðskaparrørsluni, men seinni vendi hann allari tjóðskaparkenslu bakið. Við tað, at hann slepti sínum georgiska uppruna, men ongantíð til fulnar nam ein sannan russiskan samleika, kom hann at sveima í leysum lofti tjóðskaparliga. Hetta akkersloysið var bara ein táttur í einum nógv víðfevndari rótloysi.
Í PRESTASKÚLA Í TIFLIS
JOSEF DJUGASHVILI dugdi væl í skúlanum, serliga søgu, landalæru og georgiskt. Hann var so heppin at vinna ein lestrarstyrk, og sostatt fór hann í september 1894 at ganga á gudfrøðiskúlanum í Tiflis. Í Georgia var eingin lærdur háskúli, og hesin gudfrøðiskúlin var sostatt hægsti útbúgvingarstovnur í landinum. Undirvísingin var ruddilig, og høvuðslærugreinirnar vóru liturgi, tann halga skriftin, kirkjuslavoniskt, grikskt, latín og russiskt.
Stalin var helst í fyrstuni ein nærlagdur næmingur. Sum greinskrivari og talari hevði hann lyndi til seinni, sum marxistur, at brúka ein heldur barnsligan og klossuttan stíl, við spurningi og svari, har spurningurin fyrst varð tikin uppaftur og síðani svaraður. Stílkønir halda seg vita, at hann má hava lært henda dogmatiska katekismus-stílin í prestaskúlanum í Tiflis.
Í sambandi við gudfrøðiskúlan í Tiflis heftir ein seg annars við tvey eyðkennir. Skúlin umboðaði í fyrsta lagi tað russiska hjálandaveldið og royndi av øllum alvi at virka ímóti ella beina fyri øllum, ið minti um georgiskan tjóðskap. Undirvísing í georgiskum bókmentum var forboðin, og næmingar, ið virkaðu fyri georgiskum tjóðskapi, vóru burtursagdir. Í øðrum lagi hevði skúlin strangt eftirlit við næminganna hugsan og lesnaði, og eitt nú var forboð ímóti at lesa rithøvundar sum Turgenev, Tolstoj ella Dostojevskij. Lærarum var álagt at njósnast eftir, hvat næmingar gjørdu ella lósu, og smetta fyri skúlaleiðsluni, um teir varnaðust atburð, ið vakti illgruna.
KARL MARX
Tann køvandi, lúnski andin á skúlanum tykist at hava ment hetta treiska, óflættiliga bragdið í Stalins lyndi. Tann dugnaligi næmingurin verður, 16 ára gamal, ólýðin og mótræsin. Hann lesur forbodnar bøkur, eftir eitt nú Victor Hugo og Letourneau og kanska Darwin. Á skúlanum frættir hann eisini um tann týska heimspekingin Karl Marx.
Kanska er tað ikki so undarligt, at ein læra sum marxisman kundi bergtaka hugan á ein unglingi, ið longu hevði nomið meira enn ein feril av gudfrøðiligari dogmatikk. Líkasum tann ortodoksa gudfrøðin hevði marxisman svar upp á allar spurningar, bæði av eitt nú politiskum og heimspekiligum slag.
Hvat framtíðini hjá tí stóra, ridlandi russiska ríkinum viðvíkti, var hennara læra greið. Sjálvsagt skuldi zarveldið beinast burtur, og eitt nýtt rættvíst ríki koma í tess stað. Men Russland var eitt ovurstórt bóndasamfelag, við eini lítlari borgarastætt og enn bara einum farra av ídnaði. Tann russiski bóndin, henda treiska, afturhaldssinnaða veran, lá sum eitt ovurstórt, illtungt andrifti og forðaði øllum tiltøkum, sum kundu skapa framburð í hesum samfelag.
Sostatt var neyðugt allarfyrst at umskapa tað russiska samfelagið til eitt ídnaðarsamfelag. Úr tí arbeiðarastætt, sum ídnaðurin fór at ala fram, ella rættari sagt, úr hennara kollveltingarliga medviti, fór eitt nýtt stættaleyst ríki at rísa.
1 Eftir tí julianska álmanakkanum.