eru ikki nógv børn fødd í ár. Talið av føddum á lívi er eisini minkað tey seinastu fýra árini. Í 1996 vóru tey 695 í tali, í 1997 vóru 676, í 1998 vóru 641 og í fjør vóru 632 børn fødd á lívi. Síðan 1996 [...] meðan hini árini í nítiárunum hevur hann ligið ímillum 1,1 promillu í 1990 og 6,2 promillu í 1998. Eitt barn doyði innan ta fyrstu livivikuna í fjør. Føðifráboðanirnar siga, at jarðarmøðurnar í 1999 høvdu 620 [...] sjúkrahúsunum vórðu í fjør 48 fosturtøkur framdar í Føroyum. Ein á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hinar 47 á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru tríggjar fleiri enn í 1998 og 26 fleiri enn í 1997. Í 1990 var talið av
trygdarbeltið í øllum førum. Trygdarbeltið kann vera munurin á lívi og deyða. í 1999 lótu 14 fólk lív í óhappum, harav sjey í ferðsluni. Hetta talið er stórt samanborið við 1998, tá seks fólk doyðu í óhappi, [...] Síðan 1886 eru 43 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Av teimum nýttu 36 ikki trygdarbelti ella fallhjálm, tá vanlukkan hendi. Landslæknin slær fast, at helvtin av teimum 36 høvdu komið frá vanlukkuni við [...] við lívinum, hevði trygdarbelti verið nýtt. Í hesum 14 ára tíðarskeiðnum hevði nýtslan av trygdarbelti kunnað bjargað 18 persónum, og tey flestu av teimum heilt ung fólk. Tí verður heitt á allar førarar
grundað á upplýsingar úr 195 londum frá 1997 til mitt í ár 2000, at píning er farin fram í meira enn 150 londum, og í meira enn 80 londum er fólk deyð av viðferðini. Flestu fráboðanirnar eru um fólk, sum [...] dragsaði avstað. Fleiri eru ikki sloppin at sova í fleiri samdøgur. Onnur eru læst inni í ljóð- og ljóstøtt rúm og hava als onki samband havt við nakran persón í langa tíð, so tey missa dagaskil og áðrenn langt [...] stoytbeltið, sum verður nógv nýtt í USA. Tað er fjarstýrt og kann setast í gongd 100 metrar frá honum, ið hevur tað um. Tað gevur ein elektriskan stoyt uppá 50.000 volt, sum varir í 8 sekund. Fyrstu fáu sekundini
fremmant hús at vera í. Zeljka kom í eina sera trupla støðu. Hon var kroati og hevði familju kroatisku meðni, meðan maðurin var serbi og endaði í serbiska herinum. Beiggi hennara var í kroatiska herinum, [...] Olsen, sum líkasum hevur verið millummaður í hesum málinum um eysturslavonsku flóttafólkini, sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Danmark, men lógliga kunnu vera í Føroyum. Ein skúlagenta um átta- tíggju ára [...] kroatiskir hermenn og noyddu allar serbar í Vesturslaovnia at flýggja. Í eina viku flýddu 300.000 fólk. Tey flýddu til Eysturslavonia, greiðir Zeljka frá. Har búðu tey so í sjey ár sum flóttafólk. Einki arbeiði
Seinastu 15 árini eru sjey børn í ES-londum deyð, eftir at tey hava roynt at svølgja leikur av hesum slagi. Í Svøríki heldur brúkararáðið eisini, at neyðugt er við einum forboði, og í USA eru framleiðslur sum [...] forboðin. Tað er italska fyritøkan Ferrero, sum framleiðir Kinder-eggini, sum eisini eru at fáa til keyps í Føroyum.
hevur sitið í barnavernd í nógv ár, segði, at hann kundi vátta tað, Lisbeth Rask segði. Hann kendi eyðkennini í ólukku mát. Hevði sjálvur arbeitt bæði í Danmark og Føroyum. Hann vísti á, at í umleið helvtini [...] rúsdrekka verið uppií. Í hansara føri var at siga, at í kommununi, hann hevur arbeitt í, eru fá dømi um vanrøkt børn. Hann metti tað var tí, at netverkið rundan um borgararnar í kommununi var so mikið [...] Runavík: Bæði formaðurin í barnaverndini í Havn og fyrrverandi skúlatjórin í Runavík søgdu seg kenna aftur tað, danskur sálarfrøðingur greiddi frá um egnar upplivingar við donskum misnýtarabørnum. Rúsdrekka-
verða tagd burtur í líkasælu og dirvisloysi, leitaðu teir sær til aðrar duldar gøtur. Fyri stuttum stóð grein at lesa í Dimmalætting, har kynslig misnýtsla av børnum varð viðgjørd. Í nógv ár hava vit billað [...] mínir tankar vilstir í ein grýturætt, sum als einki hevði við brennandi kærleika at gera? Á vegnum heim úr arbeiði møtti eg einum eldri pari, sum spákaði sær ein túr arm í arm. Í onkrum glugga brendu kertuljós [...] júst-verið-í-Kagganum kundanum frá, at hann má lata sær lynda við pylsum og eplamorli, so kann boðskapurin eisini yvirførast til annað enn mat, um man vil. Man trot vera á brennandi kærleika í Havnini? Ella
Gud, várt arvagóðs Tann arv vit bestan fingu, Í grøv veit okkum, Gud, tað rós, At leidd av tí vit gingu; Tað er vár hjálp í neyð, Vár troyst í lív og deyð. O, Gud ið hvussu fer, Lat, meðan verøld er, Tað [...] Í uml. 1000 ár hevur Guds orð ljóðað okkara millum. Bæði við strangleika og mildleika er fólk okkara boðið við til Gudsríkisgleðina. Hvussu er við okkum, sum nú eru tey, ið hoyra Guds orð og innbjóðing [...] fylgjurnar av. Ein dag skuu tey sanna, at profetur hevur verið teirra millum. Tí tann lóg er galdandi í Guds ríki, at Guds orð ljóðar ongantíð tómt okkar amillum. Tað ger altíð nakað við okum. Taka vit við
sveima í luftini í Norðoyggjum og rakar serliga Klaksvíks-økið. Onki er nýtt undir sólini verður tikið til, og so er eisini í hesum føri. Havi leita mær greinarnar fram ið eg skrivaði til valið í 1996, [...] fast við, at um vit í árunum 2001-2004 raðfesta skúlar, svimjihøll, barnaansing, læknamiðstøð og mentan, so eri eg heilt vís í, at Klaksvíkin ikki verður verri stødd í 2005 enn hon er í dag. Ikki er neyðugt [...] finnast, so hetta økið ikki framhaldandi liggur sum ein deyð íløga, ið onki gevur av sær. Lat okkum í felag gera tað møguligt ar raðfesta trivnaðin í Klaksvík ovarliga við at gera okkara støðu greiða tann
Valevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum Ferðslan í Vesturbýnum er beinleiðis vandamikil fyri tey, ið ikki eru í bili. Síðani Marknagilsvegurin var stongdur fyri ferðslu, er ferðslan gjøgnum býin økt heilt nógv [...] bilum og fólki, ið skal yvir um vegin. Hesi viðurskifti vóru ikki for góð til ferðsluna í forvegin. Umstøðurnar í einum íbúðarøki skulu vera soleiðis, at børn hava trygg spæliviðurskifti og tryggan veg [...] vánalig. Hetta má vera galdandi til dagligt, og eisini tá ið arbeitt verður uppá veganetið. Viðurskiftini í høvuðsstaðarøkinum mugu tillagast soleiðis, at tað er pláss fyri øðrum enn bilunum og teimum koyrandi