Inga Foldbo Hjallnafoss
Valevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum
Ferðslan í Vesturbýnum er beinleiðis vandamikil fyri tey, ið ikki eru í bili. Síðani Marknagilsvegurin var stongdur fyri ferðslu, er ferðslan gjøgnum býin økt heilt nógv. Tað eru tó ongi tiltøk gjørd at betra um ella tryggja viðurskiftini hjá teimum, ið eru til gongu ella á súklu. Tað vildi verið uppá sítt pláss at gjørt fótgangarafeltið ella sett upp ávaringar á fleiri støðum. Til dømis er Svalbards-/Grønlandsvegurin smalur, har er vánaligt sýnið ? bæði hjá bilum og fólki, ið skal yvir um vegin. Hesi viðurskifti vóru ikki for góð til ferðsluna í forvegin.
Umstøðurnar í einum íbúðarøki skulu vera soleiðis, at børn hava trygg spæliviðurskifti og tryggan veg til skúla, og tey eldru eiga at kunna hætta sær yvir um vegin, hóast sjónin ella hoyrnin er niðursett og gongdin vánalig. Hetta má vera galdandi til dagligt, og eisini tá ið arbeitt verður uppá veganetið.
Viðurskiftini í høvuðsstaðarøkinum mugu tillagast soleiðis, at tað er pláss fyri øðrum enn bilunum og teimum koyrandi. Hesum vilja vit arbeiða fyri.