Trygdarbelti kann bjarga lívi

Í frágreiðingini hjá landslæknanum verður sligið fast, at trygdarbelti hevði bjargað lívinum hjá helvtini teimum, sum hava latið lív í ferðsluni tey seinastu 14 árini

Síðan 1886 eru 43 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Av teimum nýttu 36 ikki trygdarbelti ella fallhjálm, tá vanlukkan hendi. Landslæknin slær fast, at helvtin av teimum 36 høvdu komið frá vanlukkuni við lívinum, hevði trygdarbelti verið nýtt.

Í hesum 14 ára tíðarskeiðnum hevði nýtslan av trygdarbelti kunnað bjargað 18 persónum, og tey flestu av teimum heilt ung fólk.

Tí verður heitt á allar førarar og ferðandi við motorakførum um at nýta trygdarbeltið í øllum førum. Trygdarbeltið kann vera munurin á lívi og deyða.

í 1999 lótu 14 fólk lív í óhappum, harav sjey í ferðsluni. Hetta talið er stórt samanborið við 1998, tá seks fólk doyðu í óhappi, harav eitt í ferðsluni.