Tey smáu tekinini siga frá

Í Føroyum hava vit allar teir sosialu trupulleikar, sum tey hava í øðrum londum,varð sagt á ársfundinum hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, sum hildin varð á Runavíkar Sjómansheimi leygardagin

Runavík:


Bæði formaðurin í barnaverndini í Havn og fyrrverandi skúlatjórin í Runavík søgdu seg kenna aftur tað, danskur sálarfrøðingur greiddi frá um egnar upplivingar við donskum misnýtarabørnum.

Rúsdrekka- og narkotikaráðið hevði boðið kliniska sálarføðinginum Lisbeth Rask, sum hevur royndir við barna- og ungdómsarbeiði í Solrød Kommunu sunnan fyri København, at halda fyrilestur á ársfundinum. Evnið var, hvussu vit best kunnu hjálpa børnum, hvørs foreldur eru evnismisnýtarar.

Lisbeth Rask segði, at tað er sera umráðandi, at umhvørvið, ið børn hjá misnýtarum, ella onnur børn við sosialum trupulleikum, ferðast í, duga at síggja trupulleikarnar, barnið hevur. Barnið sigur sjálvt frá við sínum atburði. Tað, sum um ræður er, at onnur duga at týða hesi tekin. Úr heiminum er eingin hjálp væntandi, tí misnýtarin sjálvur heldur seg vanliga ikki hava nakran trupulleika.

Lisbeth Rask greiddi frá vanligu eyðkennunum, vit síggja hjá børnum hjá misbrúkarum. Alt frá misvøkstri frá føðing, til atferðina hjá størri børnum.

Hon tosaði um tey tekin, starvsfólkið á teimum støðum, hesi børnini koma, eiga at leggja merki til. Serliga skúlar, ansingarstovnar og sovorðin støð. Og tað er ógvuliga umráðandi, at tey fólkini, ið børnini koma til við sínum trupulleikum, eru fólk, sum børnini kenna frammanundan og hava álit á.

Summi børn senda ógvuliga veik tekin frá sær, og tá er tað serliga umráðandi, at tey vaksnu, sum eru um tey, eru vakin og kenna tey teknini.


Barnið verður foreldur

Tað lættasta er í grundini at taka nýføðingin, har myndugleikarnir vita, at foreldrini eru misnýtarar. Verri er ofta at fáa samband við tey eldru børnini, sum ofta verja bæði seg sjálv og foreldrini móti umheiminum, hóast støðan er rættiliga vánalig heima.

Vanligt er at síggja, at børnini verða foreldur fyri foreldrini. Tey missa tann møguleikan, tey áttu at havt at verið børn.

Lisbeth Rask segði, at hesi børnini útvikla serlig evni. Til dømis evnini til at kenna á umhvørvinum, hvussu støðan er í dag. Hvussu lagið er á teimum gomlu heima, og hvat tey skulu gera sjálv ella helst ikki gera.

Harðskapur er vanligur í slíkum umhvørvi. Tað er rættiliga tyngjandi fyri børnini, at tey liva undir slíkum umstøðum. Men ikki minni tyngjandi er, at eingin leggur merki til, hvussu tey hava tað. Tí tey duga minst líka væl sum tey vaksnu at goyma teir trupulleikar, tey hava.

Tey vilja ikki siga frá í skúlanum til dømis. Tí skúlin er líkasum eitt frístað, tey hava, har tey sleppa undan, at nakar veit um støðuna og sostatt hava tey frí frá hesum trupulleikanum, segði Lisbeth Rask.

Alt eftir aldrinum á barninum, eru nógv tekin, sum ein skal leggja merki til, segði Lisbeth Rask. Tey kunnu til dømis knappliga finna upp á bara at rýma úr skúlanum.

Vinir tora tey ikki at fáa sær, tí tað ber jú ikki til at hava børn heim við, tá ein aldrig veit, hvussu út sær heima. Tey vita jú aldrin, hvussu støðan er heima. Kanska liggur mamman deyð, tá tey koma heim.

Verjumekaniskurnar, tey útvikla, gera, at tey hava ongan sans fyri at loysa trupulleikan. Tey hava tað upp á sama máta sum tey eldru. Billa sær inn og trúgva, at har er eingin trupulleiki, og tí einki at tosa um.

Tá hesi børnini koma til myndugleikar, so sum sálarfrøðing, lækna ella tílíkt, vísir tað seg, at tey, sum hava mót til at viðganga trupulleikarnar, eru tey, sum klára seg best, Men tey gera tað ikki, fyrr enn tey fáa loyvi frá foreldrunum at viðganga trupulleikan. Tað vil siga í teimum førum, har foreldrini sjálv viðganga trupulleikan.

Eitt annað, børnini vanliga biða um, er at sleppa undan ábyrgdini av teimum vaksnu. At sleppa at vera barn.

Men tað hjálpir einki, um børnini koma við sínum trupulleikum, um eingir professiolnellir møguleikar eru fyri at hjálpa teimum, sigur Lisbeth Rask. Tað er ógvuliga umráðandi, at bæði fólk og høli eru til taks, til at hjálpa hesum børnunum.

Tað er alt avgerandi, at hesi børnini verða tikin í álvara, og at tey kenna seg trygg við teimum fólkum og umstøðum, sum skulu hjálpa teimum.

Tað er lívsavgerandi fyri barnið, at tað kemur fram um tørvin hjá tí vaksna. Tað er lívshættisligt, um málsviðgerin tekur tørvin hjá foreldrunum fram um barnið. Til dømis forðar fyri, at barnið verður tikið frá foreldrunum við teirri grundgeving, at so fara foreldrini í hundarnar. Um tað hendir, verður tað altíð barnið, sum rindar tann høga prísin.


Hava somu trupulleikar her

Teir trupulleikar, sum Lisbeth Rask greiddi frá, eru ikki bara at finna í Danmark, segði Beate L. Samuelsen, formaður í Barnaverndini hjá Tórshavnar Kommunu.

Júst somu trupulleikar eru at finna í Havn, segði hon. Ofta er her talan um rúsdrekkatrupulleikar, meðan tað í Danmark ofta eisini eru aðrir rúsevnistrupulleikar.

Møguleikarnir eru oftaa til staðar fyri at fanga trupulleikarnar, áðrenn barnið er føtt. Til dømis tá myndugleikararnir vita, at tann, sum er við barn, hevur rúsevnistrupulleikar. Tá verður ofta arbeitt saman við jarðarmóður og seinni heilsusystrum, segði hon.

Tað er ikki so øgiliga ringt at finna fram til tey børn, sum hava trupulleikar heima, segði Beate L. Samuelsen. Tað sæst væl í til dømis skúlanum, har næminanrir eru illa fyri. Tað kann vera so ymiskt, sum leggjast kann merki til.

Ofta fær barnaverndin fráboðan frá skúlanum, og so er bara at handla beinanveg. Barnaverndin møtir upp og avger so, hvussu farast skal víðari fram. Tað kann í ringasta føri enda við, at barnið verður tikið heimanífrá, og flutt til betri og tryggari umstøður. Tað veri seg familju ella á Barnaheimið.

Hon greiddi frá dømum, har barnaverndin fekk fráboðan um barn, sum gekk í náttklæðum úti á gøtuni og leitaði eftir mammuni á miðari nátt. Slíkum barni verður fylgt við, og tað verður ikki slept uttan víðari.

Ikki er óvanligt, segði Beate, at hesi børnini, barnaverndin hevur samband við sum smá, koma aftur, tá tey eru vorðin eldri. So kann ein tosa um slagið ella sosiala arvin. Men veruleikin er, at tey ganga aftur, segði hon.

Beate L. Samuelsen, helt, at tað er stórur munur á umstøðunum í dag, og tá hon kom í barnaverndina fyri 16 árum síðan. Til dømis eru fólk nógv kvikari at boða frá í dag. Bæði egnum trupulleikum og trupulleikunum hjá øðrum.

Trupulleikin er størri, og málini eru tyngri, enn tey vóru fyrr. Men ein grund tykist vera, at fólk eru meira »uppmerksom« í dag enn fyrr at síggja trupulleikarnar.


Netverkið altavgerandi

Tað er av ógvuliga stórum týdningin, at netverkið rundan um persónarnar við trupulleikum virkar, segði Arne Ludvig, fyrrverandi skúlastjóri, sum umrøddi málið við atliti at skúlans sjónarhorni.

Arne Ludvig, sum hevur sitið í barnavernd í nógv ár, segði, at hann kundi vátta tað, Lisbeth Rask segði. Hann kendi eyðkennini í ólukku mát. Hevði sjálvur arbeitt bæði í Danmark og Føroyum.

Hann vísti á, at í umleið helvtini av teimum førum, har kynslig misnýtsla av børnum var ávíst, hevði rúsdrekka verið uppií.

Í hansara føri var at siga, at í kommununi, hann hevur arbeitt í, eru fá dømi um vanrøkt børn. Hann metti tað var tí, at netverkið rundan um borgararnar í kommununi var so mikið gott, at her varð trupulleikin loftaður beinanveg, og fekk tí ikki loyvi at útvikla seg so grelt, sum kent er aðrastaðni frá.

Hann hevði upplivað, at børnini vóru likamliga forsømd orsakað av misnýtslu heima. Børnini eru komin bæði svong og skitin í skúla. Her hevur skúlin tikið sær av børnum, sum sjónliga hava verið forsømd.

Tað er upplagt, segði Arne Ludvig, at eitt barn, sum kemur skitið í skúla og luktar, verður happað. Og so er aftur galið við innlæringini, so alt gongur illa.

Hinvegin hevur skúlin ikki orku til at fara inn í heimið at loysa teir trupulleikar, barnið har hevur. Men tað, sum hevur við undirvísing at gera, kann skúlin taka sær av.

Tað kann tó koma so vítt, at skúlin kennir seg noyddan til at siga øðrum myndugleikum frá, so eitt nú barnaverndin kemur uppí.

Tó er tað bert einaferð í hansara 35 ára starvstíð sum skúlastjóri hent, at barn er tikið heimanífrá. Og har var broytingin total, segði Arne Ludvig. Barnið broyttist fullkomuliga og varð seinni rættiliga vælvirkandi persónur í samfelagnum.

Hann eftirlýsti betri ráðgeving til skúlan og lærararnar.Og hann helt, at samfelagið átti at gjørt fleiri íløgur at hjálpt teimum, sum hava eitt misbrúk.

Men tað er ringt, segði hann, tí misnýtarin er ógvuliga ringur at hava við at gera. Hann er ofta tann einasti, sum ikki heldur seg hava trupulleikar av misnýtslu.

Tað, sum er mestsum altavgerandi, er at tað persónliga netverkið rundan um tann, sum hevur trupulleikan, virkar, segðI Arne Ludvig og legði aftrat:

»Væl eru dømini her hjá okkum bara nøkur heilt fá. Men tey heilt fáu eru nøkur heilt fá ov nógv.«