Vlja hava Kinder-egg av hillunum

Danska brúkararáðið tekur undir við einum bólki av bretskum ES-politikarum, sum vilja hava eitt forboð ímóti Kinder-eggjum

Orsøkin til kravið um eitt forboð er, at samantvinningin av góðgæti og leikum er óheppin og hevur seinastu árini kravt fleiri mannalív. Vandin er nevniliga stórur fyri, at børn svølgja leikuna, tá hon verður seld saman við góðgæti ella mati annars.

Seinastu 15 árini eru sjey børn í ES-londum deyð, eftir at tey hava roynt at svølgja leikur av hesum slagi.

Í Svøríki heldur brúkararáðið eisini, at neyðugt er við einum forboði, og í USA eru framleiðslur sum Kinder-egg forboðin.

Tað er italska fyritøkan Ferrero, sum framleiðir Kinder-eggini, sum eisini eru at fáa til keyps í Føroyum.