Ongin brennandi kærleiki er eftir

Eg steðgaði á, tá ið eg sá hetta skeltið ein morgun á veg til arbeiðis. Ikki minni enn tvey skelti stóðu lið um lið í gluggunum á Náttarravninum í miðbýnum í Havn.

 

Urd Johannesen

Við síðuna av stóðu Prince Light og Stimorol. Í útsjónd (stødd, rammu o.s.fr.) mintu hesi skelti ikki sørt um tær "Guð signi heimið" myndirnar, ið hanga uppi yvir nógvum føroyskum durakarmum, hóast boðskapurin kann sigast at vera hvør sín

Ímeðan eg smílandi spákaði víðari til arbeiðis, grundaði eg eitt sindur meira yvir henda boðskapin, sum, hóast hann allarhelst er ætlaður at greiða tí svanga júst-verið-í-Kagganum kundanum frá, at hann má lata sær lynda við pylsum og eplamorli, so kann boðskapurin eisini yvirførast til annað enn mat, um man vil.

Man trot vera á brennandi kærleika í Havnini? Ella kanska í øllum Føroyum? Nú er kærleiki eitt so deiliga rúmsátt hugtak, sum kann brúkast til mangt og hvat, tó uttan so, at eg ætli mær at taka undir við tí seramerikansku støðuni, har 'love' ikki skilir ímillum livandi og deyð ting. Mong av okkum, sum hava verið útisetar í lestrarørindum, munnu nokk ofta hava ført fram mótvegis dønum og øðrum, at har heima eru vit gestablíð, hava sterk familjubond og taka okkum væl av hvørjum øðrum. Vit detta inn á gólvið til ein drekkamunn uttan tað stóra hóvastákið frammanundan og hava onga orsøk at kenna okkum einsamøll og ótrygg í hesum lítla vælferðarsamfelagnum. Siga vit . . . ímeðan vælferðin, tann samfelagsligi næstrakærleikin, oftani roknaður um í krónum og oyrum, fer meira illa enn væl við ávísum bólkum.

Her er trot á bústøðum til tey heimleysu, sum gerast fleiri og meira sjónlig á gøtunum í Havn. At tað yvirhøvur eru heimleys fólk í Føroyum man vera nýtt fyri tey flestu. Tað er ikki so frægt sum ansingarpláss til okkara framtíð - børnini, sum meira enn tey flestu, eru við skerdan lut. Trotið á ellis- og røktarheimum til tey gomlu er so stórt, at um vit foreldur hugsaðu langt fram í tíðina, so skrivaðu vit børnini upp til pláss á ellis- og røktarheimunum samstundis sum tey vórðu skrivað upp til kommunala barnaansing. Og meðan vit tosa um bíðilistar, so gloym ikki listan hjá musikskúlanum (yvir 700 børn á bíðilista), um áhugi er fyri, at barnið lærir at spæla eitthvørt ljóðføri. Her er trot á vardum íbúðum til tey sálarligu sjúku, sum ístaðin mugu halda til á teim yvirfyltu deildunum á sjúkrahúsinum.

Nú tá ið tankarnir hava leitað til ymisk álvarsmál, sum bert verða havd á lofti og viðgjørd beint undan vali, men annars verða tagd burtur í líkasælu og dirvisloysi, leitaðu teir sær til aðrar duldar gøtur.

Fyri stuttum stóð grein at lesa í Dimmalætting, har kynslig misnýtsla av børnum varð viðgjørd. Í nógv ár hava vit billað okkum inn, at slíkt ikki kemur fyri her heima, men bert hendir aðrastaðni. Í dag mugu vit so ásanna, at hetta var ein hópframleidd følsk ímynd, sum treivst væl líka til hol kom á vágfylta búldin. Hevur tað altíð verið soleiðis? Hava vit kanska verið serfrøðingar, tá ið tað snýr seg um at dylja til tess at verja viðkvomu familjuna?

Smílið gjørdist eitt sindur stirvið, tá ið eg soleiðis hevði grundað yvir "kærleikans gátuføru villinigøtur". Ella kanska vóru mínir tankar vilstir í ein grýturætt, sum als einki hevði við brennandi kærleika at gera?

Á vegnum heim úr arbeiði møtti eg einum eldri pari, sum spákaði sær ein túr arm í arm. Í onkrum glugga brendu kertuljós. Eg hugsaði um ta eldru kvinnuna, eg kenni, sum trúliga hvønn dag gevur manninum ein kopp av heitum sukurvatni til temunnin. Eg hugsaði um parið, sum eg sá einaferð í flogfarinum á veg til Danmarkar. Hendurnar vóru stórar og sterkar og høvdu uttan iva tikið mangt ódnartakið, men tá ið flogfarið lætti sær á við miklari ferð, foldaðu tey bæði hendurnar, tí her var nakað, tey ikki høvdu vald á.

Eg smíltist. Brennandi kærleiki smakkar kanska best til døgurða. Serliga um nógvir svínabitar eru í. Alla aðrastaðni má tað gjarna verða langt ímillum svínini . . .


Brennandi kærleiki


500 g svínakjøt í smábitum

100 g roykt flesk

2 hækkaðir reyðleykir

800 g eplir

1 1/2 dl mjólk

150 g smør

muskattnøt

salt og pipar