sosiala nevnd at fáa umsitingina at kanna, hvar í Vesturbýnum ein dagstovnur kann gerast. Elin Lindenskov hevur eisini skotið upp at gera ein útibarnagarð afturat. Men tað varð ikki viðgjørt meiri á fundinum [...] , sum var formaður í nevndini til fyri kortum, tá ið býráðssamgongan varð umskipað, eftir at Ingi Mohr fór úr býráðssamgonguni sigur, at hon er ógvuliga misnøgd við, at ov lítið er hent í sosialu nevnd [...] fundinum hesuferð. Hon sigur tó, at hon ætlar sær ikki at sleppa málinum um ein útibarnagarð afturat. ? Hóast vit ongar pengar hava til endamálið í løtuni, er tað neyðugt, at býráðið fyrireikar seg, so at
Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Gunnar Mohr, segði, at ein vansi í løtuni er, at gloppið er ov stórt, men hann helt, at tað fór at stabilisera seg. ? Alt krevur sína tíð. Ein fyrimunur við verandi skipan er, [...] dystir. Hvussu hetta skal gerast, vita vit ikki rættiliga. Ein møguleiki er at spæla dupultkapping við seks liðum, men hetta er ikki ein gongd leið. Ein annars møguleiki er at hava 12 lið. Summarsteðgurin er [...] heilt klárt at halda feløgini væl orienterað. Ein upp- og niðurflytingardyst Harry Benjaminsen, venjari í LÍF, spurdi um ikki tað var eitt hugskot at leika bert ein upp- og niðurflytingardyst á uttanveltaðum
At ein flokkur kann slíta eina samgongu upp á eitt so spinkult mál, sigur nakað um, hvussu skroypulig samanseteingin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býrað er. Annar fólkafloksmaðurin, Páll Petersen varð [...] varð kortini skjótt »keyptur« innaftur í samgonguna, men Ingi Mohr, sum annars alla sína tíð hevur sitið uttanflokka í býráðnum, ikki fann heimaftur í Fólkaflokkin. Býráðssamgongan fekk kortini meirilutan [...] at arbeiða víðari. Men allar súður vóru kortini ikki syftar, tí nú hevur andstøðan saman við Inga Mohr meiriluta í trimum av býráðsnevndunum - sum eru krumptappurin í býráðsarbeinum. Andstøðan fekk tí
skulu hava eina fólkavaldan landsforseta. Harafturat skal ríkisumboðið takast av, og ístaðin skal koma ein ríkiseindarnevnd. Hetta sigur Ólavur Christiansen m.a. í nýggjari bók, sum Ólavur Christiansen gevur [...] tonkiarbeiðið? og flyta tað niður í hendurnar á arbeiðsfólkinum. ? Í beinraknari framleiðslu er tað ein avgerandi táttur, at alt heilavirksemið hjá hvørjum einasta fólki á virkjunum verður gagnnýtt til fulnar [...] útheiminum, gjørdist USA til eitt land við stórari nettoskuld í útlandinum, sigur Ólavur Christiansen. Ein bleyt millumloysn Umframt vinnulívspartin, viðgerð Ólavur Christiansen eisini nágreiniliga viðurskiftini
Annika Olsen og Robert Robertson, Sandavági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 24. november fingu Turið Olsen og Hans David Durhuus, Vestmanna, ein son. hann var 55 cm langur og vigaði 3800 [...] Petersen og Kári Mikkelsen, Keypmannahavn, ein son. Hann vigaði 3850 gram og var 55 cm langur. 17. november fingu Joan Ludvig og Henrik Didriksen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 [...] Eyðfríð L. Jacobsen og Hanus Højgaard, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. 20. november fingu Malan Poulsen og Jan Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4100 gr
Í meira enn 10 ár hevur skemtiteknarin Óli P. verið ein trúgvur gestur á aftastu síðu í Sosialinum. Við sínum einføldu strikum hevur hann sum ein gløggur eygleiðari, á sín serliga hátt, lýst føroyska [...] tíðarskeið burturúr, leggja tað undir sjóneykuna og viðgera tað í bók fyri seg. Ella, tú kanst velja tær ein landafrøðiligan part burturúr og seta tær fyri at fáa hetta økið so væl lýst, sum tað nú einaferð ber [...] Helst skal hetta vera stuttligt og rámandi hvørja ferð. Men sjálvandi er tað, sum so nógv annað, ein torfør uppgáva. Sjálvandi avger teknarin hvat og hvønn og hvussu hann teknar, men lesarin/veljarin
28. november fingu Lena og Kári Dam, Norðskála, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4300 gr. 28. november fingu Axel og Elsa Dahl Ljósheim, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. [...] fingu Turið og Ingi á Tórgarði, Fuglafirði, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 29. november fingu Sanna og Jákup Zachariassen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3650 gr [...] Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3360 gr. 30. november fingu Berit og Birgir Olsen, Skála, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2790 gr. 30. november fingu Sirið Maria Mohr og Kenneth
Birgir Mohr fegnast um, at útlitini í løtuni eru batnandi. Síðani flakavirkið lat upp aftur, er inntøkan hjá kommununi vaksin munandi. Men vit gera alt fyri at føra ein varligan fíggjarpolitikk. Ein meirinntøka [...] meirinntøka frá 1997 og 98 ger okkum førar fyri at gjalda ein eykaavdrátt upp á 3 milliónir kr., og er hetta at meta sum eitt sera positivt tekin fyri kommununa. Annars er árliga avdráttar/rentugjaldið hjá [...] 90´unum, hevði kommunan helst verið niðri á teimum trimum álíkningunum í dag, og tá hevði støðan verið ein heilt onnur. Tá ið skattaintøkan var upp á tað hægsta einaferð síðst í 80´unum, komu millum 10 og 11
er kanska eisini ein sovorðin dystur, tú bíðar eftir, at landsliðið skal hava. ? Væntar tú, at tann dysturin kemur skjótt? ? Tað er sjálvandi ikki nakað ein vónar, men eg haldi at ein skal vera fyrireikaður [...] Størsta ynskið hjá HB Kravið til altjóða luttøku er m.a. ein góðkendur grasvøllur. Ein slíkan hava vit havt á Toftum í nøkur ár, og nú er arbeiðið upp á ein grasvøll í Havn eisini farið í gongd. HB-formaðurin [...] kennast við navnið Gunnar Mohr. Og eisini tey, sum ikki fylgja so væl við, munnu hava hoyrt navnið nevnt av og á. Frá miðskeiðis í 80-unum til miðskeiðis í 90-unum var Gunnar Mohr millum raskastu málskjúttar
støðu til eina fullveldisproklamatión, sum er ein hálvt ella trýkvart loysing frá Danmark, og síðan skal kannast, um og hvussu vit klára okkum í Føroyum aftaná. Ein treyt er, at útflutningurin skal blíva dupult [...] fólkaatkvøðan ein givin staðfesting. Men forðingin fyri hesum er júst sjálvur lyklapersónurin og tann parturin av flokki hansara, sum vil fremja »loysing«, skipaða, hálva ella trýkvart, fyri ein hvønn prís [...] tað fer at ganga umleið 1/2 ár, sambært varaløgmanni, til nevndirnar eru lidnar við hesum kanningum. Ein løgin arbeiðsháttur, fyrst at avgera, hvat kanningarnar skulu enda við, síðan at fara at kanna??? Hattar