Næsti dagstovnurin í Havn má gerast í Vesturbýnum

? Vesturbýurin er nógv ringast fyri til barnansing. Tí vil eg hava býráðið at endurskoða útbyggingarætlanina, so at tann næsti dagstovnurin verður gjørdur í Vesturbýnum, tí har er tørvurin nógv størstur, sigur Elin Lindenskov í Sosialu nevnd

? Tað er neyðugt, at tey næstu barnaansingarplássini, sum vit gera í Havn, verða gjørd í Vesturbýnum.

Tað heldur Elin Lindenskov, limur í Sosialu nevnd hjá býráðnum.

Í farnu viku hevði Sosiala nevnd drúgvan fund um trupulleikan við barnaansingini í Havnini.

Elin Lindenskov, sum var formaður í nevndini til fyri kortum, tá ið býráðssamgongan varð umskipað, eftir at Ingi Mohr fór úr býráðssamgonguni sigur, at hon er ógvuliga misnøgd við, at ov lítið er hent í sosialu nevnd síðani formansskiftið.

Tí hevur hon sjálv lagt uppskot fyri nevndina um, hvussu arbeiðast skal víðari við málinum um barnaansingina í Havn.

Elin Lindenskov sigur, at nú er tað vesturbýurin, sum er nógv ringast fyri til barnaansing.

Tí vil hon hava býráðið at broyta útbyggingarætlanina, sum er løgd.

M.a. er tað longu samtykt at útbyggja fýra býlingshús, so at tað verða fyri 20 dagstovnarplássum afturat í hvørjum.

? Arbeiðið at útbyggja tvey av býlingshúsunum, tað á Flat og tað Undir Fjalli, er longu byrjað.

? Síðani var ætlanin at byrjað arbeiðið uppá hini bæði, tað Millum Gilja og tað á Ternuryggi. Somuleiðis er ætlanin at útbyggja býlingshúsið inni á Gøtu.

? Men tað vísir seg, at tá ið býlingshúsið Undir Fjalli og á Flat, og inni á Gøtu, eru útbygt, verða tey í Vesturbýnum nógv verri fyri enn tey, sum búgva aðrastaðni í býnum.


Næsti í Vesturbýnum

Tí heldur hon, at tað er neyðugt at tann næsta útbyggingin verður í Vesturbýnum.

Elin Lindenskov sigur, at hon tí hevur skotið upp fyri sosialu nevnd at bíða við útbyggingunum Millum Gilja og á Ternuryggi.

Á fundinum í Sosialu nevnd í farnu viku samtykti sosiala nevnd at fáa umsitingina at kanna, hvar í Vesturbýnum ein dagstovnur kann gerast.

Elin Lindenskov hevur eisini skotið upp at gera ein útibarnagarð afturat.

Men tað varð ikki viðgjørt meiri á fundinum hesuferð.

Hon sigur tó, at hon ætlar sær ikki at sleppa málinum um ein útibarnagarð afturat.

? Hóast vit ongar pengar hava til endamálið í løtuni, er tað neyðugt, at býráðið fyrireikar seg, so at vit kunnu fara skjótt til verka, tá ið fíggjarligu møguleikarnar eru til tað, sigur hon.


Bara 39,6%

Elin Lindenskov sigur, at ein uppgerð, sum Sosiala Deild hjá býráðnum hevur gjørt, vísir, at í Vesturbýnum hevur býráðið bara ansingarpláss til 39,6% av børnunum í vøggustovu- og barnagarðsaldri.

Og tað er nógv minni enn í øðrum býarpartum, tá ið útbyggingarnar inni á Gøtu, á Flat og Undir Fjalli, eru framdar.

Sosiala Nevnd hevur býtt Havnina sundur eftir teimum gomlu skúlaøkjunum.

Samanteljingin vísir, at í økinum, sum hoyrdi til Venjingarskúlan eru 136 barnagarðspláss og 64 vøggustovupláss á teimum fýra dagstovnunum í økinum, sum eru býlingshúsið undir Fjalli, býlingshúsið á Norðasta Horni, barnagarðurin og vøggustovan við Velbastaðvegin.

Hetta er tá ið býlingshúsið Undir Fjalli er liðugt útbygt.

? Tilsamans búgva 529 børn í tí aldrinum í økinum. Sostatt eru bara pláss til 39,6% av børnunum.

I hesum økinum standa 103 børn á bíðilista, sum onki ansingarpláss hava.

í økinum, sum hoyrdi til Kommunuskúlan eru eisini fýra dagstovnar, býlingshúsið Undir Brúnni, Sankta Joseph´s Barnagarður, Stella Maris´ Vøggustova og Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður.

Á teimum eru 184 barnagarðspláss og 64 vøggustovupláss.

Í økinum búgva 363 børn í tí aldrinum. Ansingarpláss er sostatt fyri 68,3% av børnunum.

Í hesum økinum standa 74 børn á bíðilista.

Í økinum, sum hoyrdi til Hoyvíkar Skúla, eru 146 barnagarðspláss og 56 vøggustovupláss, tá ið býlingshúsið á Flat er liðugt útbygt.

Tilsamans eru børnini 357 í tali, tá ið Kaldbak er talt uppí. Pláss er sostatt fyri 56,6% av børnunum.

Hinvegin standa 39 børn á bíðilista.

Dagstovnarnir í økinum eru Dagstovnurin í Hoyvík, býlingshúsið Millum Gilja, býlingshúsið á Flat og býlingshúsið inni á Gøtu.

Í økinum, sum hoyrdi til Argja Skúla, eru 48 barnagarðspláss og 22 vøggustovupláss á tí eina stovninum í økinum, Dagstovninum á Argjum.

Í økinum eru 208 børn í tí aldrinum.

Sosatatt er bara pláss fyri 33,6% av børnunum. 42 børn standa á bíðilista


1.314 ansingarpláss

Umframt hesi plássini, eru Miðstovnurin í Gundadali og útibarnagarðurin Spírin, sum ikki hoyra til nakað ávíst øki.

Og harafturat eru 300 pláss í kommunalu dagrøktini.

Tá ið útbyggingarnar inni á Gøtu, á Flat og Undir Fjalli eru framdar, eru tilsamans 278 vøggustovupláss og 736 barnagarðspáss, umframt tey 300 dagrøktarplássini í Havn.

Tilsamans gevur hetta 1.314 ansingarpláss. Hinvegin eru 1.787 børn í kommununi í vøggustovu- og barnagarðsaldri.

Sostatt hevur kommunan ansingarpláss til 73,5% av børnunum, tá ið tær tríggjar útbyggingarnar inni á Gøtu, á Flat og Undir Fjalli eru lidnar.