Sands Bygdarráð nýtist ikki pengar úr Veðhaldsgrunninum næsta ár

Orðini eigur Birgir Mohr, bygdarráðslimur, ið sigur, at teirra fíggjarætlan fyri komandi ár javnvigar

Bygdarráðið heima á Sandi hevur viðgjørt tølini á teirra fíggjarætlan fyri tað komandi ári. Birgir Mohr fegnast um, at útlitini í løtuni eru batnandi. Síðani flakavirkið lat upp aftur, er inntøkan hjá kommununi vaksin munandi. Men vit gera alt fyri at føra ein varligan fíggjarpolitikk. Ein meirinntøka frá 1997 og 98 ger okkum førar fyri at gjalda ein eykaavdrátt upp á 3 milliónir kr., og er hetta at meta sum eitt sera positivt tekin fyri kommununa. Annars er árliga avdráttar/rentugjaldið hjá kommuni 1.2 milliónir kr. Skuldin er tó framvegis stór. Langfreistað skuldin er 49 milliónir kr., men tað ber til at gjalda skuldina aftur, tó tað fer at taka langa tíð. Og sera trupult gerst tað, versna arbeiðsviðurskiftini aftur. Persónliga haldi eg, at uppskotið hjá býarfelagnum var skilagott, og tað er stórt spell, at kommunufelagið og býarfelagið ikki kunnu finna fram til eina semju, ið er neyðug, og tá serliga, um tað nakrantíð skal blíva talan um kommunusamanlegging. At leggja kommunur saman uttan at hava loyst skuldarspurningin ber als ikki til, og er helst ongin meining í, heldur Birgir.

Fráflytingin av Sandi tey mongu rakárini gjørdi støðuna hjá Sands kommunu trupla. Havnaútbyggingin var kostnaðarmikil, men sera umráðandi, um nakar framburður skuldi vera í bygdini. Stóra skuldin í dag stavar fyri tað mesta frá hesi útbygging, men hana kundi bygdin ikki vera fyri uttan. Var hon ikki gjørd, var onki flakaarbeiði á Sandi anno 1998. Og hevði flakavirkið ikki latið aftur tá fyrst í 90´unum, hevði kommunan helst verið niðri á teimum trimum álíkningunum í dag, og tá hevði støðan verið ein heilt onnur. Tá ið skattaintøkan var upp á tað hægsta einaferð síðst í 80´unum, komu millum 10 og 11 milliónir kr. í kassan. Í 1992/93 fall talið niður á 6.5 milliónir. Inniverandi ár er inntøkan av skatti 8.8 milliónir. Komandi ár rokna vit við 9.6 milliónum.

Birgir Mohr upplýsir, at umleið helvtin av fíggjarætlanini verður brúkt til at gjalda skuld. Hin helvtin er til at dríva verkið við. Dýru postarnir eru Sandoyar Meginskúli og barnaskúlin, ið kosta kommununi knappa 1,5 millión. Heilsumál tað sama. Vatnforsýningin og el og onnur teknisk mál eina hálva millión, renovatión og kloakkering 800.000 kr. Barnaansingarskipanin, ið hýsir 30 børnum, øll pláss upptikin, kostar 200.000 kr. Tørvur var á fleiri ansingarplássum, og tað eydnaðist okkum at fáa 10 pláss afturat í ár, annars høvdu vit 20 frammanundan.

Leggja vit hesi tøl saman, finna vit skjótt fram til, at ikki nógvur peningur loypur av til møguligar íløgur ella til stuðul. Men kommunan roynir tó eftir førimuni at stuðla ungdómsfeløgum og mentanini annars í bygdini, sigur Birgir.

Hóast íbúgvaratalið er vaksið aftur heima á Sandi, er áhugin fyri at byggja hús ikki stórur. Kommunan hevur eini 10 grundøkir tøk, skuldi nakar verið áhugaður. Men tað fer framvegis at vera dýrt at vera sandingur, tí skattaprosentið verður framhaldandi 23 prosent, so leingi bygdin skyldar meira enn tríggjar álíkningar. Kirkjuskattur er ongin og hevur ongantíð verið heima á Sandi. Barnafrádrátturin, ið var 4000 kr er nú 2500 kr. Hesum kunnu vit bert takka fyrrverandi landsstýrismanni Eilif Samuelsen fyri, ið flutti barnafrádráttin niður á tær 2500 krónurnar, hóast eitt einmælt bygdarráð var ímóti hesum, sigur Birgir at enda.

*