Meira sjálvstýri

Tað er stórt spell, um eingin semja fæst á tingi í hesum stórmáli!

Tjóðveldis-proklamatiónin um fullveldið - ella ta hálvu loysingina, sum onkur kallar hettar fyribrigdið - beinir fyri møguleikanum á Føroya Løgtingi fyri semju í hesum stórmáli, og tað er sera spell.

Sjálvt politikarar í samgonguni eru nú farnir at skriva í fjølmiðlunum herum og seta spurnartekin við dygdina í hesum málsetninginum.

Fyribils bíðar Føroya fólk eftir upplýsingum um, hvussu vit skulu liva, tá ið vit fara úr ríkisfelagsskapinum, og tað fer at ganga umleið 1/2 ár, sambært varaløgmanni, til nevndirnar eru lidnar við hesum kanningum.

Ein løgin arbeiðsháttur, fyrst at avgera, hvat kanningarnar skulu enda við, síðan at fara at kanna??? Hattar má vera akademiskt, vit vanligu deyðuligu skilja tað ikki.

Higartil hava vit einki boð upp á, hvussu vit skulu húsast fíggjarliga uttanfyri ríkisfelagsskapin, uttan so vit fordobla útflutningin, meðan vit avtrappa blokkin og taka yvir at gjalda øll samfelagshjól, og tað er nakað verunleikafjart í mínari verð.

Í summar var sitandi loysingarlandsstýri í Danmark og hækkaði sama blokk upp í 832 mill. kr. árliga í trý ár fram. Eisini Tjóðveldisflokkurin var við har. Hví byrjaði man ikki at lækka blokkin nú beinanveg, um man trýr so fult upp á sín egna politikk? Hví bíða trý ár???

Tað, sum vit hava hoyrt síðan frá búskaparfrøðingum, almennum, privatum, lesandi, frá bankastjórum, frá vinnulívsmonnum og øðrum er næstan uttan undantak ávaringar um, at vit skulu vænta okkum lækkandi livifót í Føroyum, tá vit hava framt »fullveldisproklamatiónina«, og tað hóast vit koma at hava hákonjuktur eisini framyvir, fyri ikki at tala um tá fiskaprísirnir og fiskanøgdirnar aftur minka, ella tá rentan fer upp aftur.

Eina greiðast er tað komið fram í boðskapinum frá formanninum í búskaparráðnum, hagtalsstovustjóranum.

Og støðan millum fólk ídag, tá tosað verður um hettar málið, er tann: nei, vit tora ikki at atkvøða fyri »fullveldinum«. Hettar er galdandi fyri fólk úr øllum politiskum flokkum. Eg skrivi hetta, sum eg upplivi tað, tó eg veit, at ein kanning fyri kortum sigur tað mótsatta. Fínt sigur onkur, lat tað bert falla, men so einfalt er tað ikki.

Tí ongantíð síðan 1948 hevur Føroya fólk og politisku flokkarnir verið so samdir um at fremja sjálvstýrispolitik; og eina nýggja avtalu við Danmark, tað skulu vit so undir øllum umstøðum hava. Tí verður tað eitt stórt spell, um alt fellur til jarðar og vit koma at standa ístað.

Varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum sigur 10/11-98 í Sosialinum, at vit (politikararnir) mugu semjast um fortreytirnar. Aftur tann 08/12-98 sigur varaløgmaður í Útvarpi Føroya, at vit mugu hava breiða semju á Føroya løgtingi í hesum máli. Eg eri púra samdur í tí.

Veit varaløgmaður ikki, at lykilin (lyklapersónurin) til ta semju, hann eftirlýsir, eitur harra Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum? Ella vil hann ikki vita tað?

Forðingin fyri semjuni, sum verður eftirlýst, er júst sami persónur, sum eftirlýsir semjuna, við síni ófrávíkiligu støðu til eina fullveldisproklamatión, sum er ein hálvt ella trýkvart loysing frá Danmark, og síðan skal kannast, um og hvussu vit klára okkum í Føroyum aftaná.

Ein treyt er, at útflutningurin skal blíva dupult so stórur í virði, sum nú. Hugsa vit 10-15-20 ár aftur í tíðina, so er hettar ikki so realistiskt.

Hevði málsetningurin verið, at vit nú skulu vísa okkum sjálvum, at vit kunna gjalda fyri øll samfelagsøkini í Føroyum sjálvir, uttan at lækka livifótin, og við einum minkandi blokki ár um ár, fyri síðan at tikið støðu til fullveldið, loysing ella suverenitet, hvat tað so verður at kallast, so høvdu helst allir flokkar á Løgtingi kunna tikið undir við hesum, absolut teir flestu. Tað hevði verið virðiligt og sømdi seg eisini mentaðari tjóð at farið til Danmarkar at samráðast í fullari semju.

Vit føroyingar kunnu ikki so stutt eftir kreppuna fara at spæla við vælferðartrygdini, ella tí sum er eftir av vælferðarsamfelagnum, tí at ein partur av politikarum vil sleppa at proklamera »fullveldið«, sum eftir hvat skilst bert verður eitt partvíst fullveldi. Stóðu allir flokkar á tingi saman um samráðingarnar við Danmark, so var fólkaatkvøðan ein givin staðfesting.

Men forðingin fyri hesum er júst sjálvur lyklapersónurin og tann parturin av flokki hansara, sum vil fremja »loysing«, skipaða, hálva ella trýkvart, fyri ein hvønn prís. So kunnu vit bert royna at klára okkum sum frægast aftaná. Tað gongur nokk, sum maðurin segði, um ikki annað so av hundunum til.

Hetta er stórt spell, tí møguliki er fyri eini breiðari semju, og í hvussu so er næstan allir flokkar á Løgtingi vilja hava eina nýggja avtalu við Danmark, sum ber á munandi størri sjálvstýri.

Fellur hettar málið nú við eini fólkaatkvøðu, tí tann eini flokkurin í samgonguni tvíheldur um ein ella annan form fyri loysing, so eru tað vit, Føroya fólk, sum vera tapararnir í hvussu so er í fyrstu syftu.

Saman at standa, er okkum framvegis ikki givið!

Skal man savna alt Føroya Løgting og flestu føroyingar um loysn av einum so tíðandi stórmáli, so skal annað og meira til enn blá eygu og yppan øksl at mótpartinum, allir partar noyðast at geva nakað, fyri at finna ta breiðu semju, eftirlýst verður, og landsstýrismaðurin má sjálvur byrja.

Vit hava ikki á nakran hátt ráð til at standa spjadd í tveimum stórum bólkum í hesum álvarsmáli, og vit sum hava hoyrt um loysing kontra samband í fimti ár. Vit eru troytt at hoyra herum og ynskja tí eina verunliga breiða semju um loysnina, annars fara næstu fimti árini eisini við at klandrast herum. Og tað hava vit ikki ráð til.


Birgir Mohr, Sandur