Samfelagið í strikum

Ein søga kann vera søgd á so mangan hátt. Tú kanst t. d. skriva eina bók um søgu, landafrøði ella vísind. Men tú kanst eisini, sum Óli P. velja at siga tínar søgur í strikum, sigur Martin Næs, landsbókavørður í hesi greinini í sambandi við at tíggjunda bókin við skemtitekningum hjá Óla P. kemur á marknaðin

Søgan kann vera søgd á so mangan hátt. Tú kanst t.d. seta tær fyri at skriva eina vanliga lærubók í søgu, har gongdin verður lýst tíðarskeið fyri tíðarskeið. Tú kanst velja eitt serstakt tíðarskeið burturúr, leggja tað undir sjóneykuna og viðgera tað í bók fyri seg. Ella, tú kanst velja tær ein landafrøðiligan part burturúr og seta tær fyri at fáa hetta økið so væl lýst, sum tað nú einaferð ber til. Tú kanst eisini velja at skriva eitt vísindaligt verk, har tú roynir at lýsa evnið út frá ástøðiligum fortreytum, ætlað einum trengri hópi av lesarum, og tú kanst velja at skriva eina lættskiljandi lýsing, sum er ætlað einum stórum hópi av lesarum osfr.

Í meira enn 10 ár hevur skemtiteknarin Óli P. verið ein trúgvur gestur á aftastu síðu í Sosialinum. Við sínum einføldu strikum hevur hann sum ein gløggur eygleiðari, á sín serliga hátt, lýst føroyska samfelagið hesi árini. Við ársenda hevur Sosialurin so, so hvørt, savnað tekningarnar saman og givið tær út í bókunum Skemt ?89, Skemt ?90 osfr. Og nú um dagarnar kemur 10. árgangur: Skemt ?98. Í bókunum eru savnaðar okkurt um 1700 tekningar, sum samanlagt, geva eina heilt serliga mynd av gongdini í føroyska samfelagnum hetta tíðarskeiðið.

Við Ólasa strikum kunnu vit fylgja málum, sum uppi hava verið í tíðini. Hvør fær sítt. Persónar og stovnar. Evnini eru nógv, ið viðgjørd hava verið, nevnast kunnu nøkur: Føroya Fiskavirking, Fólkakirkjan, Oljan, Føroysk orðabókagerð, Rúsdrekkasøla Landsins, Undirgrundin, Als, Húsagangur og Heygadrangur bara fyri at nevna nøkur heilt fá. Persónarnir, ið viðgjørdir verða, eru fyrst og fremst politikkarar, embætismenn, vinnulívsfólk og fakfelagsfólk, men eisini onnur, sum Óli P.heldur hava borið seg stuttliga at, ella har hann hevur fingið eyga á eina komiska detalju.

Endamálið hjá Sosialinum við hesum tekningum, hugsi eg, er at lata listamannin við nøkrum fáum strikum og uppaftur færri orðum lýsa ta aktuellu støðuna í ávísum málum. Helst skal hetta vera stuttligt og rámandi hvørja ferð. Men sjálvandi er tað, sum so nógv annað, ein torfør uppgáva. Sjálvandi avger teknarin hvat og hvønn og hvussu hann teknar, men lesarin/veljarin og fjølmiðlarnir hjálpa eisini væl til. Einaferð í tíðini, fyrst í hesum 10-áraskeiðnum æt fyrsti maður landsins Atli P. Dam, og hann var eitt nógv yndað evni hjá Óla P. í langa tíð. Síðan komu Jógvan Sundstein, Marita Petersen og Edmund Joensen fram á fremstu rók, og tey fingu sanniliga øll síni skortbíløt - eg haldi serliga Jógvan Sundstein og Edmund Joensen. Nógvar tekningar raktu væl, kanska onkuntíð ov væl, ja, kanska so væl at tað stuttliga hvarv, men tað vóru undantøkini. - Nú eru allir hesir persónarnir - tó ikki Edmund Joensen - rárheitir í politiska oddanum og tí ikki so áhugaverdir hjá skemtiteknaranum. Nú hava offrini onnur nøvn, men teknarin úti í horninum er tann sami. Og tíbetur teknar hann eisini onnur enn løgmenn.

Viðhvørt hevur tú varhugan av, at Óli P. hevur meira stríð av summum persónum enn øðrum. T.d. hevur hann ikki trupulleikar av at tekna Ivan Johannesen, Berg Jacobsen Finnboga Ísakson, navnarnar báðar Breckmann og Jacobsen, Klæmint Weihe, Palleba og nógv, nógv onnur. Harafturímóti haldi eg, at hann ikki reiðiliga veit, hvat hann skal gera við Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø, Jørgin Niclasen, Bjarta Mohr og onnur frá tí yngra endanum. Tað er sum um strikurnar vilja ikki detta heilt upp á pláss. Men tað kann koma. Vit skulu jú øll venjast við tey nýggju andlitini. Ikki bara Óli P., men eisini lesarin/hyggjarin.

Tú kanst spyrja, hvussu eydnast tað so Óla P. at vera stuttligur og samstundis at gera eitt gott arbeiði. Stórt sæð haldi eg, at hetta hevur eydnast honum stak væl. Eg haldi, at hann kann bara vera nøgdur við avrikið, hann hevur sum heild dugað at funnið janvágina ímillum skemt og álvara, hetta er als ikki so einfalt, sum tað kanska ber brá av. Strikurnar við teirra beinrakna speisemið siga mangan meira enn tey mongu orðini. Tey, sum skriva oddagreinirnar í Sosialinum hava ið hvussu so er ein harðan kappingarneyta á baksíðuni.

Tað sigur seg sjálvt, at tá ið úrvalið av tekningum fer at verða um 2.000 ár 2.000, so kann tað vera misjavnt, hvussu tað samlaða úrslitið hevur eydnast. Skal eg gera ta flokspolitsku støðuna upp eftir tey fyrstu 10 árini, so haldi eg Óla P. vera ov góðan við sambandsflokkin, ov fittan við sjálvstýrisflokkin, ov spakan við fólkaflokkin, ov súran við tjóðveldisflokkin og ov blíðan við javnaðarflokkin.Tá ið hetta er sagt, kann eg leggja aftrat, at stuttligari samfelagslýsing av Føroyum er valla komin út í bók áður.