Allir føroyingar, sum hava áhuga fyri fótbólti, munnu kennast við navnið Gunnar Mohr. Og eisini tey, sum ikki fylgja so væl við, munnu hava hoyrt navnið nevnt av og á.
Frá miðskeiðis í 80-unum til miðskeiðis í 90-unum var Gunnar Mohr millum raskastu málskjúttar í føroysku fótbóltskappingini. Í 1997 »legði hann frá sær« sum fótbóltsspælari og gav plássið til aðrar yngri menn. Sama árið tók hann við sum formaður í HB.
Gunnar Mohr, sum í dag er 35 ár, er Havnarmaður og HB-ari við stórum H.
? Eg byrjaði at spæla fótbólt sum sjey ára gamal. Tað var í HB, og har havi eg so spælt síðani, fram til í fjør, tá eg gavst, greiðir Gunnar frá.
? At eg endaði í HB, var mest tí, at eg búði úti í Grønlandi ? í »kardemummubýnum« ? og tað var HB-umhvørvi. Tí fór eg tann vegin, tað var bert náttúrligt.
? Og har var gott at vera?
? Ja, sjálvandi. Eg eri jú av tí gamla skúlanum, sum sigur, at tú kanst skifta religión og konu, men tú kanst ikki skifta fótbóltsfelag? Eg veit, at tað er gamaldags, men tað er so mín persónliga áskoðan, hóast eg arbeiði í einum felag, sum ikki hugsar soleiðis longur.
? Hvussu klárar tú so at blanda tað saman við formansarbeiðið í HB?
? Tað er eingin trupulleiki. Ein er jú noyddur at fylgja við menningini. Tað kann eisini væl vera, at um eg var ungur í dag, hevði eg hugsað á sama hátt, sum teir ungu gera í dag. Alt verður jú meira kommersielt, sigur Gunnar.
Hann sigur, at tá hann byrjaði at spæla fótbólt, kom tað næstan ikki fyri, at spælarar skiftu millum feløgini í Havn.
? Tú gekk ikki inni í veltuni hjá hinum. Tú góðtók hvør tú var, men tað var ikki fanatiskt. Og harafturat skalt tú eisini minnast til, at B36 ikki var so sterkt tá, sum tað er í dag. HB var nógv sterkari felag tá. Tað sigi eg ikki, bara tí eg sjálvur eri HB-ari, men HB var eitt betri felag. Har var meira skil á ungdómsarbeiðnum, og teir høvdu eitt nógv betri 1. lið. Við øðrum orðum sótu teir á tí mesta tá, og vit merktu ikki kappingina við B36 at vera so stóra. Tað var ikki fyrr enn í 80-unum, tá tað fór at ganga væl frá B36 ? og HB kanska slakkaði eitt sindur av. Í dag er tað øðrvísi, tí feløgini eru eins sterk og eins góð.
Gjørdi ikki nógv við tað sum unglingur
? Tað gekk væl í ungdómsárunum. Persónliga vil eg kortini siga, at eg ikki slóg ígjøgnum fyrr enn seinna árið í dreingjadeildini. Eg var lítil av vøkstri, og eg vil heldur ikki siga, at eg gekk so høgt upp í tað inntil tá, sigur Gunnar.
? Tá var eg á einum sera góðum liði, og tað gav mær helst blóð á tonna. Aðrir á liðnum tá vóru Kári Reynheim, Bjarni Jacobsen, Julian Hansen og aðrir. Vit blivu føroyameistarar, og so vaks hugurin aftur.
Síðani fluttu teir upp í unglingadeildina.
? Menn sum Bjarni og Julian fóru upp á 1. deildarliðið longu sum 1. árs unglingar, og liðið datt sundur. Vit fingu hug at ganga í býin, og frá 1979 til 1982 gjørdi eg ikki nógv við fótbóltin. Tú fekk onnur lívsvirði, men so í 1982 fór eg rættiliga í gongd aftur og spældi á 2. liði alt tað árið. Eg sat ein dyst sum eykamaður í 1. deild. Tað var í Fuglafirði, men eg kom ikki inn, greiðir Gunnar frá.
? Men í 1983 bleiv Ole Skovbo venjari, og tá bleiv eg rímiliga fastur í 1. liðshópinum.
Gunnar hevur altíð verið áleypari, og um hetta mundið vóru eisini menn sum Helgi Olsen, Kári Reynheim, Bjarni Jacobsen, Suni Jacobsen og Kári Nielsen á liðnum, so tað var torført at sleppa inn í hitan.
Gunnar sigur, at hóast tað gekk upp og niður hetta árið, so var tað eitt stuttligt ár, og hann var á 1. deildarliðnum fyri fyrstu ferð. Tá var hann 20 ára gamal.
Í 1984 og 1985 spældi hann ikki nógv við, tí hann bleiv skaddur í rygginum, men í 1986 bleiv danski Jack Johnson venjari, og tá bleiv Gunnar Mohr fastur maður á 1. deildarliðnum.
Tvey ár seinni, í 1988, bleiv HB føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1982, og hetta var eisini fyrstu ferð, at Gunnar upplivdi at vinna gull í 1. deild.
? Tað var ótrúligt. Eg hevði spælt í so nógv ár tá. Vit blivu meistarar í síðsta dystinum, sum vit vunnu móti TB. B36 lá annars heilt suverent á odda í kappingini, meðan vit vóru eini sjey stig aftanfyri (tá gav vunnin dystur bert tvey stig), og eingin ivaðist í, at B36 bleiv føroyameistari. Men minnist meg rætt, so fekk B36 bert fimm stig í seinnu helvt, meðan vit vunnu allar dystirnar uttan ein, so tá avtornaði, haldi eg vit lógu eini fimm stig frammanfyri grannarnar. Tað gjørdi tað eisini stuttligari, at vit kundu enda á toppinum, tá vit høvdu ligið so langt aftanfyri eitt skifti, sigur Gunnar og vísir á, at B36-liðið var rættiliga styrkt við Abraham Hansen og Meinhard Dalbúð umframt gamla liðfelagan Kára Reynheim, sum tá hevði skift til grannafelagið.
? Árið eftir bleiv B71 meistari, men í 1990 blivu tað so aftur vit, men tað var ikki heilt tað sama upplivilsi sum í 1988. Tað vóru bert tvey ár síðani seinast, og eg haldi heldur ikki, at kappingin var so hørð tað árið. Vit vóru í so suverenir og gjørdust eisini meistarar rættiliga tíðliga.
Tað var lítið hugsandi tá, men 1990 bleiv seinasta árið, Gunnar bleiv føroyameistari við HB. Felagið vann ikki FM aftur fyrr enn í ár, og tá var Gunnar givin. Hinvegin hevði hann tá vunnið sjey steypafinalur við HB?
? Hví gekk so lang tíð ímillum, at HB bleiv føroyameistari?
? Eg veit ikki rættiliga. Persónliga haldi eg, at disciplinin kanska hevur haltað eitt sindur. Vit hava eftir mínum tykki havt fólkið til tað okkurt av hesum árunum, men tað hevur manglað tað seinasta. Tað eina árið snúði tað seg bert um sekund.
? GÍ kláraði at vinna fýra ár á rað, og trý av hesum bleiv HB nummar tvey. Hvat hevði GÍ tá, sum HB ikki hevði?
? Eg gangi út frá, at tað hevur verið ein ella annar vilji, sum teir hava havt, men sum vit hava manglað. Onkuntíð hava vit kanska hildið, at tað var lættari, enn tað í veruleikanum var. Vit hava kanska eisini manglað impulsir aðrastaðni frá, so sum vit hava havt tað í ár. Tí tað er eingin ivi um, at vit hava havt tilfarið til tað, sigur Gunnar.
Stóra steypaliðið HB
Árið eftir gullárið í 1990 gekk alt av skriðuni, og 1991 var ringasta árið hjá HB og er tað enn.
? Alt gekk av hundanum til. Vit høvdu so at siga sama liðið og eisini sama venjara. Tað gekk bara illa ? vit byrjaðu við at tapa móti Sumba í Havn, og so gekk tað bara skeiva vegin. Vit komu í finaluna í steypakappingini, sum vit taptu 1-0 móti B36 ? bert eina viku eftir, at vit høvdu vunnið teir 8-2 í landskappingini?
Árið 1991 var annars eitt gott dømi um, hvussu væl HB stendur seg í steypakappingini. Júst tað at koma í finaluna, hóast tað gekk illa í landskappingini.
? Hvussu ber tað til, at HB altíð stendur seg so væl í steypakappingini?
? Tað er bara traditión, haldi eg. Tað er hetta við, at tú skal vinna, og at tú ikki fær ein møguleika afturat. Tað haldi eg HB-ararnir duga væl.
? Sigur tú, at traditiónir kunnu vinna dystir?
? Tær kunnu í øllum førum lyfta eitt lið nógv. Henda trúgvin uppá, at tú plagar at vinna hesar dystirnar. Eg rokni eisini við, at tað ávirkar mótstøðuliðini eitt sindur.
Nógvar broytingar
Føroyskur fótbóltur er broyttur sera nógv seinastu árini, og Gunnar Mohr hevur verið mitt í rokinum í øllum hesum broytingunum.
Í 1986 varð graslíki lagt á ovara vøll í Gundadali, og hetta var startskotið til eina rúgvu av vøllum runt alt landið, har grúsið varð skift út við graslíki.
? Veturin í 1985-86 var sera keðiligur. Tað frysti nógv og kavaði illa, og ovari vøllurin fór sera illa. Hann var frostsprongdur, og tað var greitt, at tað fór at kosta nógv at seta hann í stand aftur, minnist Gunnar.
? Tá høvdu vit Jack Johnson sum venjara. Hann hevði ferðast nógv og kendi tí nógv til vøllir av ymsum slag. Hann arbeiddi í Idé-húsinum og kannaði so ymiskt fyri teir. Tað var soleiðis, tað byrjaði. Hann kom við einum tilboði, og býráðið hugdi upp á tað. Tað fór at kosta so nógv at gera ovara vøll í stand aftur sum grúsvøll, at avgjørt varð at gera ein graslíkisvøll í staðin.
Gunnar sigur, at sum fótbóltsspælari var hetta ein sera spennandi tíð.
? Eg minnist, at vit søgdu, at vit sum einki kundu spæla alla fyrru helvt á niðara vølli, sum eisini var rættiliga ringur. Tað gjørdu vit eisini tað árið, og HB og B36 fingu næstan einki stig í fyrru helvt. B36 flutti niður, men vit kláraðu so at reisa okkum aftur í seinnu helvt eftir at hava ligið næstniðast í summarsteðginum. So fingu vit graslíkisvøllin, vunnu átta dystir upp í slag og endaðu á øðrum plássi! Tað var ein sera stuttlig kapping.
? Hvussu hava graslíkisvallirnir ávirkað fótbóltin her heima?
? Teir hava havt risastóra ávirkan. Ferðin er vaksin so ótrúliga nógv ? at byrja við vaks hon helst ov skjótt, og førleikin fylgdi ikki við. Men menningin í fótbóltinum hevur verið so stór, at tað als ikki kann samanberast. Venjingarumstøðurnar gera, at menn eru nógv betur fyri í dag. Eg minnist, at fyrst í 80-unum gleddu nógvir HB-arar seg til summarsteðgin, tí teir vistu, at tá komu fleiri upp úr Danmark at spæla. Krumtappurin á HB-liðnum var ofta teir, sum komu upp niðri frá. Tað ber als ikki til í dag, uttan so, at teir eisini venja niðri, sigur Gunnar og minnist, at teir í HB kallaðu hesar, sum komu upp úr Danmark, fyri »asfalts-københavnarar«.
Hóskandi við
tíggju liðum
Í 1988 varð 1. deild víðkað til 10 lið, og eisini hetta var ein rímiliga stór broyting tá.
? Vit vóru ímóti tí tá. Tað stóð nokkso nógv á hjá Fótbóltssambandinum tá, og bert ein atkvøða var á muni, sigur Gunnar.
? Men eg haldi ikki, at tað hevur verið so óheppið kortini. Nú er tað farið at skilja seg eitt sindur aftur, men í okkara felag hava vit so valt ikki at brúka kreftir upp á at fáa kappingina niður á átta ella seks lið. Tað vinnur ikki frama kortini, og vit halda eisini, at tað skal hava eitt sindur av tíð afturat til at stabilisera seg.
Gunnar vísir á, at tað eisini eru baksíður við at lækka talið av liðum í ovastu deildini.
? Lið sum B71 fara aldrin at koma í 1. deild, um tað bert eru seks lið í 1. deild, og tað fer uttan iva at minka um áhugan úti í bygdunum. Eg veit, at tað sum birti áhugan fyri fótbólti hjá øllum B71-liðnum, sum bleiv meistari í 1989, var steypafinalan, sum bleiv spæld á Sandi millum HB og TB í 1978. Teir siga, at teir fara ongantíð at gloyma, tá millum 2.000 og 3.000 fólk komu til Sands at hyggja, og allir teir stóru føroysku fótbóltsspælararnir tá komu til Sands at spæla fótbólt, sigur hann.
? Tað var tað, sum setti gongd í B71, og tað rokni eg við fer fyri skeytið, um tey stóru feløgini ikki koma út á bygd at spæla. Eg ivist ikki í, at øll børnini gleða seg heilt ótrúliga nógv til at síggja landsliðsspælarar hjá HB, B36 og GÍ koma til teirra bygd at spæla móti teirra liði. Tí haldi eg, at vit skulu bíða eitt sindur, áðrenn vit fara at minka deildina aftur, sigur Gunnar, sum eisini heldur, at gongdin við at HB og B36 fara avstað við øllum teimum góðu spælarunum, ikki fer at halda fram í so nógv ár afturat.
? Tað eru eisini nógvir sera góðir fótbóltsspælarar úti í teimum smærru feløgunum. Í løtuni er tað lokkandi at spæla í Havnini. Her eru betri umstøður og pengar, men eg síggi ikki so svart upp á tað.
Góð ávirkan
Altso nógvar broytingar í fótbóltinum, men tað sum Gunnar heldur hevur havt størstu positivu ávirkanina av øllum, er landsliðið, sum fyri tíggju árum síðani fór upp í tað fína europeiska fótbóltsselskapið.
? Eg minnist fyri nógvum árum síðani, at eg og Jógvan Norðbúð blivu spurdir av Árna Gregersen í sjónvarpinum, um vit skuldu fara uppí. Eg minnist, at Jógvan var ímóti, meðan eg helt, at vit bara skuldu leypa út í tað. Og eg haldi tað var heppið, at vit fóru uppí.
? Hvussu hevði verið, um Føroyar ikki høvdu vunnið móti Eysturríki. Hevði tað so verið heppið?
? Ja, tað haldi eg. Tað hevði jú eisini eitt sindur óhepnar fylgjur, at vit vunnu á Eysturríki, heldur Gunnar.
? Tað eru framvegis nógv, sum krevja ov nógv av okkara landsliði. Eg haldi ikki, at vit skulu missa mótið, hóast vit fáa onkran sekk av og á, tí tað hava vit fingið, og tað fara vit uttan iva eisini at fáa í framtíðini. Men framgongdin síðani 1990 er eyðsæð. Vit hava framvegis dystir, har alt gongur av hundanum til, men tað mugu vit bara taka við ? tað slepst ikki undan, sigur hann.
? Sjálvur bíði eg bert eftir dystinum, sum endar 10-0 til mótstøðuliðið, og eg haldi eisini, at fólk eiga at fyrireika seg til tað. Tað nyttar einki at siga hetta her við, at vit skulu vinna, og tá vit so tapa, gongur alt Føroya land við gron og sigur, at vit skulu melda okkum úr aftur o.s.fr., sigur Gunnar og tekur dystin móti Estlandi í juni mánaði sum dømi, har Føroyar taptu stórt 5-0.
? Tað var okkara egna skyld, at vit taptu so nógv. Tað var lagt upp til, at vit skuldu vinna henda dystin, men Estland hevur eitt fínt fótbóltslið í mun til okkum. Tað vísir seg ofta, at vit skrúva tað upp til, at nú skal tað verða, ella verður tað ongantíð. Og har hjálpa fjølmiðlarnir ofta til. Men tak dystin móti Spania, har eingin væntar nakað, men har vit spæla ein fínan dyst og fáa eitt flott úrslit.
Tú lærir nógv
av at tapa 10-0
? Eg havi eisini sjálvur roynt tað í Europa Cup við HB, har vit hava fingið ein sekk upp á 10-0. Tað er sjálvandi ikki nakað stuttligt upplivilsi, men tú lærir ótrúliga nógv av tí ? meir enn av at tapa 1-0. HB-ararnir hava lært ógvuliga nógv av tí. Eg vil siga, at tað eru tveir dystir, sum HB hevur lært sera nógv av. Annar var móti Sumba í 1991, har vit taptu 3-1, og hin var í Tromsø, har vit taptu 10-0. Hugburðurin hevur so sera nógv at siga, vísir Gunnar á.
? Dysturin móti Tromsø byrjaði fínt fyri okkara viðkomandi. 0-0, tá tjúgu minuttir vóru spældir, men so brast ballónin, og alt hjá okkum gekk galið, samstundis sum alt hjá teimum riggaði. Tað er kanska eisini ein sovorðin dystur, tú bíðar eftir, at landsliðið skal hava.
? Væntar tú, at tann dysturin kemur skjótt?
? Tað er sjálvandi ikki nakað ein vónar, men eg haldi at ein skal vera fyrireikaður upp á tað og fyrireika seg til at reisa seg aftur í staðin fyri at stilla seg í tað kórið, sum sigur, at vit skulu halda okkum til at spæla móti londum sum San Marino. Tí tað fáa vit einki burturúr, hvørki ítróttarliga ella fíggjarliga. So mugu vit heldur halda okkum til tey stóru og taka skrædlini, sum fylgja við. Og um tú hyggur eftir teimum positivu og teimum negativu upplivingunum, so eru tey positivu í stórum meiriluta. Og tað hevur smittað ógvuliga nógv aftur á føroyskan fótbólt, heilt niður til tey ungu.
Stuttlig tíð á landsliðnum
Gunnar Mohr hevur sjálvur spælt á føroyska landsliðnum. Fyrstu ferð var móti Kanada í apríl 1989, og seinasti landsdysturin hjá Gunnari var á Svangaskarði móti Wales í juni 1993. Hann sat á bonkinum allan dystin móti Eysturríki í Landskrona og spældi við seinasta korterið móti Danmark í Ítróttarparkini.
? Tað var eitt ótrúligt upplivilsi. Heilt ótrúliga stuttligt. Eg plagi framvegis at arga teir nýggju HB-ararnar við at taka gaggurnar fram og reypa um, at hesar hava spælt í gomlu Ítróttarparkini? Vinarlagið var heilt ótrúliga gott. Tað er tað ivaleyst eisini í dag, men nú er alt meira professionelt. Vit sluppu ymiskt undir Páll, sum teir ikki sleppa í dag. Men seriøsiteturin var tann sami sum í dag.
? Tit fóru tó ikki í býin áðrenn dyst??
? Nei! Tað havi eg altíð verið ímóti, og eg havi ongantíð drukkið áðrenn fótbóltsdyst. Eg veit, at tað verður gjørt í dag, men eg kann als ikki góðtaka tað. Eg haldi tað vera ótrúliga óseriøst og ókollegialt, og eg kann blíva svakur inn á menn, sum ganga í býnum áðrenn dyst. Eg veit at hetta verður gjørt, eisini í HB, men eg veit ikki, hvat ein kann gera við tað. Eg haldi, at spælararnir skulu halda seg frá tí og eisini halda seg frá teimum verdsligu støðunum. Ikki tí teir drekka nakað, men bara tað at teir eru har, setir nakrar tankar í gongd hjá fólki, sigur Gunnar, sum heldur, at føroyskir spælarar, sum fáa pengar fyri at spæla, enn mangla eitt sindur av ábyrgdarkenslum á hesum øki.
Størsta ynskið hjá HB
Kravið til altjóða luttøku er m.a. ein góðkendur grasvøllur. Ein slíkan hava vit havt á Toftum í nøkur ár, og nú er arbeiðið upp á ein grasvøll í Havn eisini farið í gongd. HB-formaðurin fegnast um, at útlit nú eru fyri, at tað fer at bera til hjá HB og landsliðnum at spæla sínar altjóða dystir í Havn.
? Tað hevur sera nógv at siga fyri felagið, at vit fáa ein grasvøll her í býnum. Eg skal ikki taka nakað frá toftafólki, men okkara landsstadion liggur altso ikki serliga væl plaserað geografiskt. Størsti parturin av fólkinum býr í Havn, og bæði til landsdystir og Europa Cup dystir er eisini neyðugt, at tú fært so nógvar marginaláskoðarar sum gjørligt við, heldur Gunnar.
? Hví fara HB-viðhaldsfólk ikki á Svangaskarð at hyggja eftir HB? Tað er hóast alt ikki meir enn ein lítil tími at koyra?
? Tú kanst siga, at vit í HB hava eini 400 rættiliga trúgvar áskoðarar, og so hava vit kanska eini 2.-3.000 marginaláskoðarar, sum eru við, tá vit spæla móti liðum sum B36, TB og KÍ. Øll fótbóltslið hava nokkso nógvar áskoðarar, sum ikki fara til allar dystirnar, men sum pilka burturúr, sigur Gunnar, sum vísir á, at tey flestu av hesum høvdu komið til altjóða dystir hjá HB, um teir vórðu spældir í høvuðsstaðnum.
? Harafturat er at siga, at tað er sera trupult at fáa havnarfólk út um bøgarðarnar. Tað kennist sera tungt hjá havnarfólki at koyra inn á Toftir at hyggja eftir einum fótbóltsdysti. Her er alt samlað á einum stað, meðan tað kanska ikki er so tungt hjá t.d. einum gøtumanni at koyra til Havnar. Soleiðis er tað bara. Tú sært tað sama í øðrum londum, og tað ber ikki til at broyta.
Fótbóltur og pengar
Í fjør tók HB stig til at løna spælarum og ikki fjala tað, sum tað annars hevur verið vanligt hjá føroyskum fótbóltsliðum. Eitt partafelag varð stovnað, sum skuldi reka yrkisdeildina leyst frá Havnar Bóltfelag, og knappliga var HB í nógvar mátar professionelt fótbóltsfelag.
Gunnar Mohr sigur, at tey í HB sóu, at tað var neyðugt við hesum fyri at fylgja við í kappingini.
? Leiðslan í felagnum sá seg ikki rættiliga føra fyri at reka hetta, og tí varð eitt partafelag stovnað, har fólk uttanífrá saman við einum parti av nevndini skuldu stýra hesum, sigur Gunnar.
? Eg vil siga, at tað fyrsta árið hevur hilnast nógv betur, enn nakar av okkum tordi at hugsa um. Vit hava fingið eina ótrúliga góða byrjan, so vit fara við góðum treysti inn í næsta árið.
? Eru nakrar »justeringar«, sum skulu gerast á tí økinum?
? Sjálvandi. Hetta hevur verið eitt innlæringsár, og vit hava gjørt feilir ? stórar feilir. Tað sigur seg sjálvt, at onkrir trupulleikar eru í byrjanini, men øll hava sagt sum so, at »hetta er fyrsta árið, og lat okkum nú síggja, hvussu tað gongst«. Og vit hava eisini ætlanir um at útbyggja tað við at gera meira við 2. lið og unglingarnar.
? Merkja tit eisini, at viðhaldsfólkini taka undir við hesum?
? Uttan undantak. Tað er tað, sum eg eri mest bilsin um. Vit hava havt aðalfundir og limafundir, og tað hevur nóg illa verið eitt negativt orð at hoyra.
? Tað hevur ikki verið so vanligt, at spælarar úr øðrum feløgum koma til HB. Hvat halda viðhaldsfólkini um tað?
? Onkur er sjálvandi eitt sindur ónøgdur, men tað eru tey allarfægstu. Men tað er ein náttúrlig gongd, sum ikki slepst undan, sum nú er. Og nú er klaksvíkingurin Allan Mørkøre eisini stóra stjørnan í HB. Allir teir smáu, sum møta upp til venjing, eru nummar 9, so hann hevur spælt seg inn í hjørtuni hjá øllum HB-arum?
Tað gamla er farið
? Alt hatta gamli er farið, og tað mugu vit bara viðurkenna. Tað sum vit royna at halda fast við, er tað, sum vit kalla »tann gamli HB-andin«, og sum eisini kann tykjast eitt sindur arrogantur. Men tað haldi eg ikki bilar nakað.
? Er tað nakað, tú saknar við »tí gamla HB«?
? Feløgini eru blivin so stór, og nógvir pengar eru í tí. Persónliga sakni eg onkuntíð tað gamla HB-húsið niðri við niðara vøll. Góður stemningur, hugni, kaldar brúsur og ein h? ballada. Ein fantastisk sjarma við eini lítlari kiosk? tað er rein nostalgi, sigur Gunnar og leggur afturat, at um HB ikki hevði vunnið føroyameistaraheitið í ár, hevði hann selt HB-húsið, tí fram til nú hevði HB ikki verið føroyameistari í nýggja húsinum?
So vítt hevði tað helst ikki komið, men tað er einki at ivast í, at seinastu átta árini hava verið tung hjá HB, sum áðrenn árið í ár hevði vunnið 14 føroyameistaraheiti. Tað 15. vunnu teir so í ár. At tað so var við góðari hjálp frá klaksvíkingum, miðvingum, eysturoyingum og øðrum taka tey í HB ikki so tungt. Gullið endaði aftur í HB-húsinum, har øll HB-viðhaldsfólk hava longst eftir tí so leingi?