Eftir at hava spælt við VB/Sumba, valdi Nenad í 2006 at royna eydnuna við Breiðablik, og í trý ár spældi hann 60 dystir og skeyt 17 mál fyri felagið. Seinnu helvt av kappingarárinum í fjør var hann við [...] við til at spæla VB/Sumba aftur í Vodafone-deildina, men nú hevur áleyparin gjørt nýggjan sáttmála í Íslandi. Hesa ferð er sáttmálin skrivaður við Tór frá Akureyri. Felagið spælir í næst bestu íslendsku
Thorsteinsson verður ikki í hópinum hjá VB/Sumba í komandi ári, um felagið vinnur seg upp í bestu deildina. Tað staðfestir verjuleikarin á heimasíðuni hjá VB/Sumba. - Eg spæli ikki aftur í bestu deildini
B36 er nýtt oddalið í Formula deildini. Í dýrdarveðrinum í Gundadali vann árstalsfelagið 2-0 á VB/Sumba. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki, og í báðum førum var tað toppskjúttin í Formuladeildini [...] NSÍ, sum í fleiri umfør hevur verið oddalið, einki fekk burturúr heimadystinum ímóti Skála. Hjá VB/Sumba stendur tað ikki so væl til. Nú tað resta átta umfør er teinurin upp til 8. plássið ellivu stig
Tað stóð einki til hjá VB/Sumba, tá ið tað manglaðu góðir 20 minuttir av dystinum ímóti B68 í gjár. Gestirnir av Toftum høvdu tá lagt seg fram um við tveimum málum, og teir vóru á veg at fáa øll stigini [...] vøllinum. Tá hevði VB/Sumba longu minkað við einum flottum máli frá Birgir Jørgensen, og frísparkið, sum kom eftir útvístingina, drønaði Evrard Ble upp í málhorni. So stóð á jøvnum og VB/Sumba tevjaði blóð. [...] spæla við í Formuladeildini, og tað haldi eg, at vit nú hava víst, sigur Ole Andersen, venjari hjá VB/Sumba. - Vit hava vunnið tveir dystir á rað, og tað er tí, at vit hava fingið skil á verjupartin. Eg vil
sjálvandi eru tær tað, og ein dystur móti VB/Sumba skal vinnast. Tað fara vit eisini at gera, sigur Jákup Martin Joensen avgjørdur. Sama sigur Dan Djurhuus hjá VB/Sumba. – Vónirnar mugu vera góðar, og tað eru [...] ósigrarnir hjá AB ikki hava verið eins lemjandi og teir hjá VB/Sumba. Tað sæst eisini aftur á málúrtøkuni, har tann hjá AB sigur –10 og tann hjá VB/Sumba –22. Við hesum havandi í huga, og so tað, at AB hevur [...] AB – VB/Sumba: Hvørgin partur vil viðganga tað, men stigatalvan lýgur ikki. Tað liðið, sum tapir dystin 2. hvítusunnudag, er so at siga dømt at flyta niður. – Tað er ein rættiliga týdningarmikil dystur
stig til. Hinvegin hevur VB/Sumba nú aftur fingið fatur í rætta endanum, eftir at liðið bert hevði fingið eitt stig síðstu tríggjar dystirnar, og tað kann verða so skjótt, at VB/Sumba er við heilt har frammi [...] avrikini hjá liðunum. Kundu vunnið meira VB/Sumba hevur ikki júst havt eydnuna við sær í síðstuni, men dysturin í Miðvági var ein lítil vend, tí har vann VB/Sumba ein sannførandi sigur á MB, sum framvegis [...] framvegis bara hevur fingið tvey stig. Hartmann Hansen legði VB/Sumba á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og tá hálvur tími var spældur, økti Palli Augustinussen til 2-0. 10 minuttir inn í seinna hálvleik minkaði
árini hevur tað verið langt ímillum, at B68 í bestu deildini hevur spælt í Vági. Tað kemst av, at VB, VB/Sumba og síðani FC Suðuroy hava flutt millum bestu og næstbestu deildina, og av at eisini toftamenn [...] sjálvsálit við sær. Síðsta B68 stigið í Vági var í 2006, tá ið úrslitið ímóti VB/Sumba var 1-1. Í 2004 vann B68 4-2 á útivølli ímóti VB. Annars hevur heimaliðið vunnið fult. FC Suðuroy er einasta liðið í bestu
Soleiðis verður skrivað í grein 8 í kappingarreglunum fyri fótbólt, og tað er fyri brot á hesar, at VB/Sumba hevur kært HB. Hendrik Rubeksen hjá HB skoraði tvær ferðir í dystinum, men hann spældi eisini við [...] sti, um hann skal flyta niður í lægri deild at spæla. Og tað hevur Hendrik Rubeksen ikki gjørt. VB/Sumba skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur sent inn kæru til FSF um málið. Enn er ikki greitt
– Hatta var avgjørt ikki planurin. VB/Sumba verður nokk ikki liðið sum vinnur FM í ár, so vit fóru til Suðuroyar eftir øllum stigunum, men verða nú noyddir at taka tey aðrastaðni frá, sigur eiðismaðurin [...] vánaligan fótbóltsdyst. – Tað var vánaligur fótbóltur í Vági og bólturin var ongantíð á jørðini. VB/Sumba royndi ikki at spæla bólt, men koyrdu upp á langar bóltar og fysikk. Vit royndu at spæla men tað
VB/Sumba hevur sett Jón Paula Olsen sum venjari hjá 1-3. deild og unglingum, skrivar heimasíðan hjá VB. Jón Pauli hevur í tvey ár verið venjari hjá dreingja- og unglingaliðnum hjá VB/TB, har tað teir hava