AB fær málmann – VB/Sumba vantar liðformann

AB fær undantaksloyvi frá Fótbóltssambandinum til at leiga sær nýggjan málverja, nú teir báðir vanligu, Magnus Poulsen og Danny Rasmussen, eru skaddir. Tað kemur væl við undan botnbrakinum móti VB/Sumba, hvørt liðformaður er úti við skaða

AB – VB/Sumba:


Hvørgin partur vil viðganga tað, men stigatalvan lýgur ikki. Tað liðið, sum tapir dystin 2. hvítusunnudag, er so at siga dømt at flyta niður.

– Tað er ein rættiliga týdningarmikil dystur, men hann er ikki altavgerandi. Tað eru framvegis 48 stig eftir at spæla um eftir dystin mánadagin, men vinna vit ikki, so sær tað tungt út, ásannar liðformaðurin hjá AB, Jákup Martin Joensen.

Og Dan Djurhuus, sum er liðformaður hjá VB/Sumba, er av somu sannføring.

– Dysturin hevur heilt øgiliga nógv at siga, men skuldi tað ringasta hent, at vit tapa dystin, so fara kortini ikki at tveita handklæðið í ringin, sigur Dan Djurhuus avgjørdur.

Møguleikin fyri javnleiki er sjálvandi til staðar, men eitt stig til hvønn partin hjálpir ikki nøkrum nakað, og tí fara liðini at leggja alt fyri at fáa ein sigur í hús.


Fingið undantaksloyvi

Á Argjum er lagi annars gott í dag. Har hava tey nevniliga fingið boð um, at tey fáa nýggjan málmann til avgerandi dystin. Magnus Poulsen hevur verið fyrsta val millum stengurnar, men hann fekk ein skaða móti HB og hevur ikki spælt síðani. Danny Rasmussen vardi málið móti EB/Streymi, og tað gjørdi hann sera væl. Tíverri fyri AB var Danny óheppin undir venjing og breyt sær handliðið. Soleiðis stóð AB brádliga uttan nakran sum helst málmann, og við afturlatnum flytingarvindeyga sá tað svart út hjá AB

Men í gjárkvøldið lýsnaði spakuliga, tá tað frættist um eina reglu í lógunum, sum nevndi undantaksloyvi fyri málmenn. Og í dag skein sólin, tá tað endaliga kom upp á pláss, at grein 16, stykki 4-5, gevur heimild til undantøk í serligum førum, sum til dømis á málmanspostinum.

Venjarin hjá AB, Oddbjørn Joensen, vil tó ikki siga, hvør fer at verja málið hjá AB móti VB/Sumba.

– Vit hava samband við nakrar, men eg vil einki siga, fyrr enn vit vita við vissu, hvør hesin verður, sigur Oddbjørn Joensen. Spurdur beinleiðis, um teir fara at venda sær til HB og leiga hagani, svarar venjarin hjá AB, at tað er ein møguleiki millum aðrar.

Sosialurin skilir tó, at AB hevur verið í samband við Trónd Vatnhamar, sum situr á beinkinum hjá HB, men at tað eftir øllum at døma ikki verður hann, sum fer út á Argir ein túr. Orsøkin er ógreið.

Ein annar møguleiki er ein annar HB-ari, nevniliga Bárður Johannesen, sum jú gavst í fjør. Tað er ikki óhugsandi hesin finnur sær handskarnar fram aftur, men til tað krevst, at AB spyr EB/Streym um loyvi.


Bárður Johannesen í EB/Streymi

Veruleikin er nevniliga tann, at spæliloyvi hjá Bárður Johannesen liggur hjá EB/Streymi. Tá Gunnar á Steig skifti til B68 stóð EB/Streymur brádliga og vantaði ein eykamálmann. Men felagsliðið bar skjótt at, og áðrenn flytingarvindeyga lat aftur, høvdu teir tryggjað sær spæliloyvi hjá Bárður Johannesen. Hann venur tó ikki við EB/Streymi, men er klárur at traðka til, um René Tórgarð gerst skaddur.


Hava góðar vónir

Men uttan mun til hvør aftasti skansin hjá AB verður, so hevur liðformaðurin góðar vónir til dagsins dyst.

– Vónirnar eru góðar, sjálvandi eru tær tað, og ein dystur móti VB/Sumba skal vinnast. Tað fara vit eisini at gera, sigur Jákup Martin Joensen avgjørdur.

Sama sigur Dan Djurhuus hjá VB/Sumba.

– Vónirnar mugu vera góðar, og tað eru tær eisini. Vit ætla okkum sigurin, og alt gott um AB, men tað er altso eitt lið, vit skulu vinna, sigur liðformaðurin hjá VB/Sumba. Hann fer at stuðla lið sínum frá síðulinjuni, tí ein vøddaskaði forar honum í at spæla.

– Eg skal siga tær, at tað er so nógvar ferðir verri, tá tú ikki fært verið á vøllinum og hjálpt til, sigur Dan Djurhuus.


AB favorittur

Liðini spældu móti hvørjum øðrum í ársins fyrsta landskappingardysti. Tað var á Eiðinum í Vági, har VB/Sumba vann 1-0. Hetta var besta byrjanin í fimm ár, vóru suðuroyingar skjótir at staðfesta, men síðani hevur einki gingið eftir vild hjá teimum. Liðið hevur tapt hvønn einasta av hinum níggju dystunum. Og níggju tap á rað er tyngjandi – eisini fyri suðuroyingar.

AB hevur eisini eins og VB/Sumba vunnið ein dyst. Tað var á útivølli móti Skála í fjórða leikumfari. AB hevur eisini leikt javnt móti bæði GÍ og HB, umframt at teir eisini sendu B36 út úr steypakappingini. Aftrat hesum kemur eisini tann veruleikin, at ósigrarnir hjá AB ikki hava verið eins lemjandi og teir hjá VB/Sumba. Tað sæst eisini aftur á málúrtøkuni, har tann hjá AB sigur –10 og tann hjá VB/Sumba –22. Við hesum havandi í huga, og so tað, at AB hevur heimavøll, ber illa til at siga annað enn, at teir mugu metast sum lítlir favorittar í avgerandi dystinum 2. hvítusunnudag, har taparin helst skal rokna við at flyta niður.