– Hatta var ikki planurin

Jákup Martin Joensen, liðformaður hjá AB, var ógvuliga vónbrotin eftir tapið fyri suðuroyingum í gjár.

– Hatta var avgjørt ikki planurin. VB/Sumba verður nokk ikki liðið sum vinnur FM í ár, so vit fóru til Suðuroyar eftir øllum stigunum, men verða nú noyddir at taka tey aðrastaðni frá, sigur eiðismaðurin hjá AB.
– Vit vóru sum so væl nøgdir, tá vit fóru í hálvleik. Vit høvdu havt vindin ímóti okkum, tað darvaði nógv og vit skuldu bara koma ígjøgnum fyrra hálvleik, og ætlaðu so at fáa spælið at koyra í seinna hálvleiki, men tá riggaði einki.
Annars heldur liðformaðurin hjá AB, at talan var um ein vánaligan fótbóltsdyst.
– Tað var vánaligur fótbóltur í Vági og bólturin var ongantíð á jørðini. VB/Sumba royndi ikki at spæla bólt, men koyrdu upp á langar bóltar og fysikk. Vit royndu at spæla men tað riggaði als ikki, sigur Jákup Martin Joensen, sum endar viðmerking sína soleiðis.
– Tað vit kunnu brúka hetta til, er, at spæla vit væl, so kunnu vit vinna á teimum bestu, men um vit ikki gera tað, so kunnu vit tapa fyri øllum, sigur Jákup Martin Joensen.