VB/S gjørdi ordans comeback

Tvey drønskot frá Evrard Ble góvu VB/Sumba sigurin ímótui B68, sum hevði verið frammanfyri við tveimum málum, tá ið tað restaðu góðir 20 minuttir

Tað stóð einki til hjá VB/Sumba, tá ið tað manglaðu góðir 20 minuttir av dystinum ímóti B68 í gjár. Gestirnir av Toftum høvdu tá lagt seg fram um við tveimum málum, og teir vóru á veg at fáa øll stigini við sær aftur norður um Suðuroyarfjørð.
Men so kom vend í, og útvísing av málmanninum hjá B68 var ein sentral hending í tí, sum sendi seinasta partin av dystinum. Tórður Thomsen kom út um brotsteigin at takla, hann nart bóltin við hondunum, og tað verður vanliga revsað við reyðum korti. Dómarin ivaðist heldur ikki og sendi ungu málmanninum av vøllinum.
Tá hevði VB/Sumba longu minkað við einum flottum máli frá Birgir Jørgensen, og frísparkið, sum kom eftir útvístingina, drønaði Evrard Ble upp í málhorni. So stóð á jøvnum og VB/Sumba tevjaði blóð.
Fimm minuttir fyri leiklok, drønaði Evrard Ble enn einaferð bóltin í málið, og so hevði heimaliðið fullkomiliga vent alt á høvdið.
Toppskjúttin í Formuladeildini, Súni Fríði Barbá, hevði annars lagt gestirnar fram um við tveimum málum. Fyrra málið kom í tí nógva undanvindinum í fyrra hálvleiki, og seinna málið kom stutt eftir hálvleikssteðgin, tá ið B68 hevði vindin ímóti.
 
Nú er vend komin í
Fótbóltsspælið var einki at reypa av í hesum dystinum. Vindurin var ein høvuðsorsøk til, at liðini høvdu ilt við at fáa samanspælið at ganga. Tí gjørdist dysturin í stóran mun eitt stríð um at koma til kjansir í undanvindinum, meðan mótstøðuliðið royndi sum frægast at verja.
- Vit spældu ikki væl, tí veðrið var ikki til tað, men spælararnir hjá mær stríddist sum villir, og tað hava teir gjørt í øllum dystunum í ár. Eg havi allatíðina sagt, at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit veruliga kunnu spæla við í Formuladeildini, og tað haldi eg, at vit nú hava víst, sigur Ole Andersen, venjari hjá VB/Sumba.
- Vit hava vunnið tveir dystir á rað, og tað er tí, at vit hava fingið skil á verjupartin. Eg vil gjarna spæla álopsfótbólt, men ein sterk verja er fyrsta treyt fyri, at vit kunnu spæla álopsfótbólt, sigur danski venjarin, sum ímóti B68 hevði sent tríggjar mans í álopið at spæla.
VB/Sumba vann fyri viku síðani í Fuglafirði, og hesaferð vóru teir omaná ímóti B68. Seks stig í tveimum dystum gevur luft og mót upp á næstu dystirnar.
- Eg havi allatíðina verið optimist, tí vit hava eitt lið við nógvum góðum spælarum. Vit hava bæði ungar og spennandi spælarar, og vit hava eisini spælarar við royndum, og tí havi eg allatíðina verið sannførdur um, at vit skulu nokk koma í gongd, sigur Ole Andersen