Tvey reyð kort og tvey sjálvmál

Hóast VB/Sumba var á odda við tveimum málum í hálvleikinum, so megnaði GÍ at fara um fjørðin við øllum stigunum

Fótbóltur

 

Eftir langan aldudal kom GÍ fyri seg aftur. Í tveimum teimum seinastu umførunum hava teir skorað níggju og latið tvey fara inn. Í Vági var heimaliðið á odda bæði 1-0 og 2-0, men tá ið síðsta bríkslið rungaði, var GÍ omaná. Bæði í málum og í manntali. Dimitri Jankovic og Birgir Jørgensen hjá VB/Sumba sóu báðir reytt frá dómaranum, Lars Müller.

Talan var um uppgerð millum eitt lið á veg niðureftir, og eitt lið á veg uppeftir.

Vágbingar hava ein heldur tunnan hóp. Rutineraðu leikararnar eru fáir, og fækkaðu uppaftur meiri, tá ið teir tíðliga vórðu noyddir at síggja miðverjan Dimitri Jankovic verða riknan av vølli fyri at hava stútað ein gøtumann í andlitið. Saknur var í leikbannaðu Aco Pandurovic og unga Martini Tausen, men VB/Sumba dugdi væl við bóltinum, hóast vindurin var nógvur og darvaði almikið.

 

Avgerðandi løtan

VB/Sumba dugdu væl at gagnýta vindin til egnan fyrimun, og løgdu seg á odda beinanvegin. Rutineraði miðvallarin í Djurhuus skoraði, og løtu seinni skoraði verjuskansin Dimitri Jankovic til 2-0 til heimaliðið.

Beint fyri hálvleik hendi so tað, sum ikki skal henda. Dimitri var í hornatøkum við gøtumann, og tá orrustan var av, stóðu Dimitri og ein gøtumaður, høvur móti høvur. Um Dimitri hevur framt brot ella ikki, skal vera ósagt, men hvussu er og ikki, gøtumaðurin fall til jarða og eymkaði seg, og dómarin gav Dimitri reytt. Suðuroyingarnir megnaðu at halda búrið reint intil hálvleik, men tað skuldi verða ørðvísi í øðrum hálvleiki.

Stutt inn í annan hálvleik var Suni úr Hørg so óheppin at beina bóltin í egið mál, og tá so annar hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, fekk GÍ heldur ivasamt brotsspark og VB/Sumba, ein afturat riknan av vølli. Hesu ferðina var tað áleyparin Birgir Jørgensen, ið hevði hug at greiða dómaranum frá um sína áskoðan, um hendingina.

GÍ skoraði uppá brotssparkið, og stutta løtu seinni var aftur galið hjá suðuroyingunum. Dan Djurhuus var so óheppin at seta krúllin undir bóltin, so at hann feyk millum vinir og fíggindar í handasta horn í egnum máli, og við bert níggju monnum móti ellivu varð heldur torført at standa ímóti vindinum og einum áhaldandi GÍ pressi. Seinasta málið í dystinum átti málrevurin Christian Lundberg, ið stútaði innlegg úr høgru í netið. Sagt verður úr Vági, at hetta mál var sera vakurt.