Pól Thorsteinsson verður ikki í hópinum hjá VB/Sumba í komandi ári, um felagið vinnur seg upp í bestu deildina. Tað staðfestir verjuleikarin á heimasíðuni hjá VB/Sumba.
- Eg spæli ikki aftur í bestu deildini. Avgerðina tók eg longu í 2007, tá eg gavst í NSÍ. Sum fótbóltsleikari taki eg framvegis eitt ár í senn, men eg spæli ikki aftur í bestu deildini, sigur 36 ára gamli Pól Thorsteinsson.
Verjuleikarin var í drúgv áramál stuðulsleikari á landsliðnum. Umframt tað hevur hann vunnið føroyameistaraheitið og steypakappingina tríggjar ferðir.









