B36 er nýtt oddalið í Formula deildini. Í dýrdarveðrinum í Gundadali vann árstalsfelagið 2-0 á VB/Sumba. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki, og í báðum førum var tað toppskjúttin í Formuladeildini, Sylla, sum setti bóltin í málið.
Lagið í B36 skýlinum gjørdist serliga gott, tá ið tað frættist, at NSÍ, sum í fleiri umfør hevur verið oddalið, einki fekk burturúr heimadystinum ímóti Skála.
Hjá VB/Sumba stendur tað ikki so væl til. Nú tað resta átta umfør er teinurin upp til 8. plássið ellivu stig.