Fótbóltur
- Leikari, sum hevur luttikið í landskappingini í eini deild, kann ikki luttaka í landskappingardysti í eini lægri deild, uttan at felag hansara í millumbilinum ella sama dag, hevur leikt landskappingardyst, sum hesin ikki luttók í, í hægru deildini, hóast viðkomandi leikari lógliga kundi luttaka.
Soleiðis verður skrivað í grein 8 í kappingarreglunum fyri fótbólt, og tað er fyri brot á hesar, at VB/Sumba hevur kært HB. Hendrik Rubeksen hjá HB skoraði tvær ferðir í dystinum, men hann spældi eisini við, tá Formula-liðið hjá HB seinasta týskvøld spældi í Gøtu móti Víkingi.
Spælarin var tó ikki við á liðnum hjá HB, sum sunnudagin spældi hálvfinalu í steypakappingini, og tað hevur helst gjørt sítt til, at HB nýtti spælaran í 1. deild. Í reglunum stendur tó, at spælarin skal sita yvir í landskappingardysti, um hann skal flyta niður í lægri deild at spæla. Og tað hevur Hendrik Rubeksen ikki gjørt.
VB/Sumba skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur sent inn kæru til FSF um málið. Enn er ikki greitt, hvør niðurstøðan hjá FSF verður í málinum.