fyrsta degi eftir at selja klæði til kvinnur. Onkutíð hevði hon klæðir til menn, men hetta er nú ein farin tíð. Nú eru tað serliga tær ungu kvinnurnar sum finna síni klæði her. Laga seg Hesi 32 árini, ið KATO [...] Fuglafjørður: - Mínar royndir eru, at hevur ein eitt breitt úrval, so koma fólk altíð aftur, sigur Kaja. Mótahandil hennara liggur mitt í býnum, og tað er ikki frítt, at hetta er eitt stað har kvinnur [...] her. Men eg síggi fólk allastaðni frá, tí tað er so skjótt at koyra higar. - Nei, eg haldi ikki at vit liggja avskorin uppá nakran sum helst máta, sigur fryntliga handilskvinnan í Fuglafirði. Uttan steðg
Tey hava verið gift í átta ár, hava trý børn saman og eru bæði virkin í samkomulívið í Kelduni. Arni hevur tikið støðu til, at í dag er dagurin. Nú skal loyndarmálið fram í ljósið. - Sum dagurin gekk fann [...] fann eg ongantíð mótið til at siga tað. Men tá ið vit vóru farin í song byrjaði eg bara at tosa, minnist Arni Klein Abrahamsen aftur á. Eg spurdi, hvussu hon hevði tað, og hvussu hon helt okkara hjúnalag
r, prosentbýti og frádráttrarviðurskifti eru so ymiskt. Tað eru nakrir mánaðir síðan, vit sendu Føroya Fiskimannafelag bræv um hetta, men mær vitandi hava vit einki frætt aftur. Jákup Sólstein sigur, at [...] landleiðini, bara eru limir í egnum feløgum, sum ikki eru limir í Føroya Reiðarafelag. - Limaskapur í Føroya Reiðarafelag er frívillugur – og ikki tvang, sum hann tekur til. Flestu størri skip eru limir í felagnum [...] avkláraður, nú hann tók hesa avgerð, og í dag er hann leysur av felagnum. - Alt tað formella er ikki komið upp á pláss enn, og tí siti eg framvegis í onkrum álitisstørvum fyri felagið, eitt nú í forskot
nógv herfólk, og nógv sivilfólk í Ukraina hava eisini latið lív, umframt at nógv eru flýdd av landinum undan krígnum. - Vit eru sinnað at finna møguleikar fyri einari langtíðar-og friðarligari loysn, segði [...] av londum, sum stuðla Ukraina, leygardagin løgdu upp til eina vápnahvíld. Henda dagin vitjaðu eitt nú týski kanslarin, franski forsetin og bretski forsætisráðharrin í Ukraina, har teir eisini skiftu orð [...] forsetin á X, og Donald Trump útilokar ikki, at hann tekur túrin til Istanbul. - Eg umhugsi tað, tí vit eiga ikki at undirmeta hósdagin í Turkalandi, segði hann á einum tíðindafundi í dag, og ukrainski forsetin
kið at kvinnur eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Bæði tey kvinnuligu og tey mannligu virðini eru týdningarmikil. Á okkara arbeiðsplássi dyrka vit ójavnarnar, vit trola eftir teimum, vit spæla rollurnar [...] Arbeiðið hjá okkum ger, at vit eru rættilig snúin og sniðfundig. Vit eru so von við at vera so kontant, at skjóta ígjøgnum og kanska særir tú fólk við at vera so. Men hvussu kunnu vit annars koma inn til tað [...] børn eru ein trupulleiki. Vit eru fýra starvsfólk í Stephansons Húsi og tvey teirra hava fingið eitt barn í ár. Annað teirra, ein pápi, gjørdi av at vera heima hjá barninum í tveir mánaðir, og vit funnu
tað at ljóða, sigur Rebekka Søndergaard Mortensen. Nýggjasta útgávan eitur “Disappear”, og hon er komin út á bæði vinyl-plátu og fløgu. Skrivar løg um persónlig sambond Løgini á hesari útgávuni snúgva seg [...] hvaðani íblásturin til hennara tónleik kemur. - Eg fái íblástur frá øllum, ið er rundan um meg. Eitt nú frá teimum ymsu umhvørvunum, ið eg ferðist ímillum. Íblásturin kemur eisini frá familjuni, vinfólki [...] sum lagið “I Can’t Remember” snýr seg um, sigur Rebekka Søndergaard Mortensen. Hennara fyrimyndir eru millum annað norska Ane Brun og fleiri aðrar kvinnur, ið hava evnað góðan tónleik og skrivað vakrar
verður hesin dagurin byrjanin til eitt nýtt kapittul í lívi hansara, nú hann á fyrsta sinni fer inn um skúlans gátt sum næmingur. Nú verða spæl og dagrøkt avloyst av skúlastovu, lærara, skúlatingum og seinni [...] er komið í taskuna. Nú bíðar hann bert eftir fyrsta skúladegnum. At hann so verður einasti næmingurin í 1. flokki leggur hann ikki so nógv í. - Tað hevði allíkavæl verið betri um vit vóru fleiri, sigur [...] hansara til henda spurningin. Í sama flokki Sum longu nevnt eru bert átta skúlanæmingar í Funningsfjarðar skúla. Av hesum átta næmingunum eru teir seks úr Funningsfirði, meðan tveir teirra koma úr grannabygdini
havi so nógv at gera í málinum. Men tá vit spæla móti B36, tá fái eg nógv burtur úr, tí liðini eru so jøvn. - Hinvegin so sleppi eg veruliga at royna meg, tá vit eru til venjing. Tær hava allar sum ein eitt [...] iva verið sera stuttligt, - um ikki annað, so hevði eg fingið at vita á hvørjum støði eg var. Men nú fáa vit at síggja, sigur virkna ítróttarkvinnan sum spælir fótbólt við KÍ um summarið og hondbólt við Kyndli [...] hevur higartil í ár ikki havt so nógv at gera í málinum hjá 1. kvinnuliðnum hjá KÍ: Einans seks mál eru farin ígjøgnum hjá henni, meðan liðið í hinum endanum hevur skorað ikki færri enn 34 ferðir hjá mó
gleðiboðskapurin verður prædikaður, og vit hátíðarhalda Jesu føðing. Familjan samlast, og vit fara niður í gear og hugna okkum við at geva gávur og eta góðan mát. Jólini eru hjartanna høgtíð. Hon vísir á, at [...] Antonsdóttir í kvøld hevur verið dunna og mandlugreytur omaná. 1. jóladag eru tey boðin inn á Skála til systrina við familju, og síðan eru tey aftur samlaði hjá í Hoyvík 2. jóladag, tá tey fara at eta lambasteik [...] mars. So, nú hava tit, sum ætla at keypa mær eina gávu, fingið eitt hint, sigur Mary Antonsdóttir brosandi. Hvønn týdning hava jólini so fyri forkvinnuna í Heilsuhjálparafelagnum? - Jólini eru ein serstøk
tú fyri summarið 2021? - Vit fara á G! festival, onkra útoyggj, og annars fara vit at njóta teir møguleikar, sum føroyska summarið hevur at bjóða. So er tað ólavsøkan, sum vit altíð hátíðarhalda. Verður [...] heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag? - Eg elski føroyska summarveðrið, sum altíð yvirraskar. Summarveðrið er fantastiskt, serliga um vit duga at njóta løturnar, ljósið, angan [...] spurningum um summarið - um tey fara at ferðast heima ella burtur, og fólk eru eisini spurd, hvat tey halda um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag.