- Eg elski føroyska summarveðrið

Tað sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling.

 

- Mær dámar væl at gera gongutúrar í okkara stórslignu náttúru, sigur Jóhanna Lava Køtlum.

 

 

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021?  

- Vit fara á G! festival, onkra útoyggj, og annars fara vit at njóta teir møguleikar, sum føroyska summarið hevur at bjóða. So er tað ólavsøkan, sum vit altíð hátíðarhalda. 

 

Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður ein túrur av landinum? 

- Ja, eg verið heima í Føroyum í summar. Maðurin, sum starvast í Grønlandi, kemur heim, og vit fara helst at verða ein part av summarinum í Funningi, har tíðin verður brúkt til royting og hoygging. 

Ferðast tú eisini í egnum landi?  

- Ja, mær dámar væl at ferðast í egnum landi, bæði tá talan er um gongutúrar í okkara stórslignu náttúru, vitja oyggjarnar og mentanartilboð, sum eru. 

Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum? 

- Ja, korona fer heilt vist at merkja summarið. Tó vænti eg, at summarið í ár verður meiri líkt einum summari fyri koronu enn summarið 2020. 

Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag?  

- Eg elski føroyska summarveðrið, sum altíð yvirraskar. Summarveðrið er fantastiskt, serliga um vit duga at njóta løturnar, ljósið, angan frá náttúruni og regninum og síggja tað vakra við mjørkanum, sigur Jóhanna Lava Køtlum.

 

Í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús, hava fleiri kend og minni kend fólk svarað spurningum um summarið - um tey fara at ferðast heima ella burtur, og fólk eru eisini spurd, hvat tey halda um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag.

 

- Mær dámar væl at gera gongutúrar í okkara stórslignu náttúru, sigur Jóhanna Lava Køtlum.