- Eg bíði persónliga eftir Putin í Turkalandi

- Eg hopi ikki, at hann kemur við umberingum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

- Tað hevur verið merkiliga kvirt í Moskva í allan dag. Ein ógvuliga løgin kvirra, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í kvøld. 

 

Í dag hevur spenningur verið um, hvørt samráðingar fara at fáast í lag millum Russland og Ukraina, sum hevur verið upp á tal í dag. 

 

Um so verður, høvdu hesar samráðingar helst verið í Istanbul í Turkalandi. Men, í løtuni er tað óvist, um forsetarnir, Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin, fara at hittast andlit til andlits.

 

Uppskotið um samráðingar millum forsetarnar kom annars frá russiska forsetanum sjálvum um vikuskiftið.

 

Forsetarnir báðir hava ikki hitst síðan í desember í 2019. Tvey ár og tveir mánaðir seinni leyp Russland á Ukraina, og í meira enn trý ár hevur Russland roynt at tikið burtur av ukrainskum landaøki.

 

Bæði londini hava mist nógv herfólk, og nógv sivilfólk í Ukraina hava eisini latið lív, umframt at nógv eru flýdd av landinum undan krígnum.

 

- Vit eru sinnað at finna møguleikar fyri einari langtíðar-og friðarligari loysn, segði talsmaðurin hjá Kreml, Dmitry Peskov, fyrr í dag, og Reuters veit at siga, at talsmaðurin tosaði við tíðindafólk í Moskva seinnapartin.

 

Serfrøðingar halda, at Russland er undir stórum trýsti, eftir at Ukraina og ein samgonga av londum, sum stuðla Ukraina, leygardagin løgdu upp til eina vápnahvíld.

 

Henda dagin vitjaðu eitt nú týski kanslarin, franski forsetin og bretski forsætisráðharrin í Ukraina, har teir eisini skiftu orð við ukrainska forsetan.

 

Samgongan av londum, sum standa aftanfyri Ukraina, vísti á, at ein vápnahvíld skal vara í 30 dagar, og hon skal vera treytaleys. Gongur Russland ikki við til eina slíka vápnahvíld er væntandi, at Evropa fer at herða revsitiltøkini mótvegis Russlandi uppaftur meira.

 

Seinnapartin mánadagin boðaði Týskland frá, at landið fer at skerpa revsitiltøkini móti Russlandi, um landið ikki gongur við til vápnahvíld.

 

Men, týsku útsagnirnar hóva ikki talsmanninum hjá Kreml, Dmitry Peskov, sum sigur, at tað kann ikki góðtakast, at londini seta Russlandi ultimatum.

 

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, segði í dag, at Russland er við at blaka burtur møguleikan.

 

- Russland ignorerar uppskotið og heldur fram við at leypa á ukrainskar støðin fram við øllum hermótinum, skrivar ukrainski uttanríkisráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Uppskotið hjá Russlandi snúði seg annars um beinleiðis samrøður við Ukraina í Instanbul hósdagin hin 15. mai.

 

- Ætlaði fundurin er ógvuliga týdningarmikil, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, seinnapartin í dag.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur eisini latið upp fyri møguleikanum, at amerikanski forsetin luttekur í friðarsamráðingunum í Istanbul.

 

- Øll í Ukraina høvdu sett prís upp á, at amerikanski forsetin kundi verið við okkum á fundinum, skrivar ukrainski forsetin á X, og Donald Trump útilokar ikki, at hann tekur túrin til Istanbul.

 

- Eg umhugsi tað, tí vit eiga ikki at undirmeta hósdagin í Turkalandi, segði hann á einum tíðindafundi í dag, og ukrainski forsetin sigur, at hann er til reiðar at hitta russiska forsetan.

 

Og Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat:

 

- Eg bíði persónliga eftir Putin í Turkalandi, um Russland góðtekur eina vápnahvíld frá mánadegnum at rokna. Eg hopi ikki, at hann kemur við umberingum, skrivar ukrainski forsetin á Telegram í kvøld.

 

Lesið eisin - https://www.in.fo/news-detail/ohugsandi-at-zelenskyj-og-putin-hittast-hosdagin